Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 1. februar 2008 39 lýsingar Tvøroyrar kommuna ætlar í næstum at lata upp ungdómshús í pakkhúsi nr. 3 í tí søguliga bygninginum á kaiini á Tvøroyri. Í hesum sambandi verður søkt eftir leiðara til húsið, at byrja 1. mars 2008. Talan er um eitt starv upp á 30 t./v. Arbeiðstíðirnar verða í høvuðsheitinum seinnapartar og um kvøldið. Húsið verður opið 3 gerandisdagar um vikuna, harafturat má roknast við at tiltøk av og á verða í vikuskiftinum. Afturat leiðara­ num verður sett 1 hjálparfólk. Dagarnar verða býttir sundir soleiðis, at børn fra 4.­ 7. flokki verða tann fyrra partin av degnum eftir skúlatíð, og børn/ung frá 8. flokki og upp til 18 ár verða tann seinna partin. Leiðarin skal í samráð við kommununa og tey ungu sjálv/ur skipa og leggja virksemið í ungdómshúsinum til rættis. Leiðarin má tí: • Vera nýhugsandi og megna fjøl­ broyttum avbjóðingum. • Vera ein eldsál og hava áhuga fyri at arbeiða við børnum og ungum. • Megna at samskifta við allar aldurs­ bólkar og skipa fyri tiltøkum, ið eru hóskandi fyri øll. • Kunna arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir. • Hava hug og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka. • Síggja møguleikar heldur enn vansar. • Hava evni og áræði at ganga nýggjar leiðir. • Duga væl at samskifta bæði innan­ og uttanveggja. • Hava teldukunnleika á brúkarastøði, • helst meira. Kommunan bjóðar: • Eitt áhugavert starv í einum spennandi og søguligum nærumhvørvi. • Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði við nógvum avbjóðingum. • Møguleika fyri sjálvstøðugari støðutakan innanfyri avtalaðar karmar. • Møguleika fyri eftirútbúgving innan leiðslu o.a.. • Løn sambært avtalu við avvarandi yrkisfelag. Skrivlig umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skal sendast til: Tvøroyrar Kommunu Tvørarv. 37, 800 Tvøroyri. Mrk. Leiðari til ungdómshús, og skal verða kommununi í hendi í seinasta lagi hin 8. feb. 2008 kl. 12.00. Um ivamál eller spurningar eru vinaligast setið tykkum í samband við Susanne Madsen ella Jónleyg B. Petersen á tlf. 371085, ella susanne@tvoroyri.fo, jonleyg@tvoroyri.fo. T V Ø R O Y R A R K O M M U N A Leiðari til ungdómshúsið á Tvøroyri Tøkk Strandfaraskip Landsins takkar fyri blómir, vitjanir og góð ynskir í sambandi við, at stovnurin er fl uttur í nýggj hølir á Tvøroyri STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er Lønar- og starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið, Lønar- og starvsfólkadeildin, FO-100 Tórshavn Eitt farloyvisstarv á starvsbrøki 1,0 er leyst at søkja til setan 1. mars til og við 31. desember 2008. Deildin er ein opin 5 daga psykiatrisk móttøkudeild við 14 seingjaplássum. Arbeiðið er skipað eftir kontaktper- sónsskipanini. Vit raðfesta samstarvið, trivnaðin og fakligu menningina høgt. Arbeiðsumhvørvið er avbjóðandi og spennandi. Krøv til umsøkjaran: • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari/ pleygari • fakligan áhuga innan psykiatrisku sjúkrarøktina • góð samstarvsevni Vit kunnu bjóða: • góða innleiðslu • eitt dynamiskt, fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • positivt tvørfakligt samstarv Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til deildarleiðaran, Jóngerð M. Nielsen á telefon 304500, lokal 4021, e-post: lsjonni@ls.fo ella leiðandi sjúkrarøktarfrøðingin, Bergit Weihe, lokal 4102, e-post: lsberwe@ls.fo Umsóknarfreistin er fríggjadagin 15. februar 2008 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari/pleygari til psyk. D1 Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53 lsh@lsh.fo www.lsh.fo Á Landssjúkrahúsinum • er sjúklingurin í miðdeplinum • eru umleið 200 seingjarpláss • eru umleið 20 læknafakligar sergreinir • eru psykiskar og somatiskar seingjardeildir • eru umleið 800 fólk í starvi í roykfríum umhvørvi • er virðiligur samverutóni óansæð kyn, húðalit, politiska-, átrúnaðarliga- ella seksuella orientering Sjúkraflutningstænastan Umsóknarfreistin er 4. februar 2008 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingar til B8 Umsóknarfreistin er 4. februar 2008 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar til B7 Umsóknarfreistin er 4. februar 2008 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingar til B6 Umsóknarfreistin er 4. februar 2008 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar til E2 Umsóknarfreistin er 4. februar 2008 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingar til A2 Umsóknarfreistin er 12. februar 2008 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingar til G1 Umsóknarfreistin er 12. februar 2008 kl. 12.00 Feriuavloysarar fyri bioanalytikarar Umsóknarfreistin er 22. februar 2008 Onnur leys størv á Landssjúkrahúsinum (sí meira á www.lsh.fo)