fríggjadagur 1. februar 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 • 1. februar 2008
Vikuskifti
6
Sum rosinan í pylsuendanum
endar Kirstin Strøm Bech hesa
greinarøð av samrøðum við
kvinnur í Suðuroynni.
Kirstin er útbúgvin lærari, og
hevur verið borgarstjóri í Vági
síðan 2004. Spurningarnir eru
m.a. um kommunurnar skulu
yvirtaka allan skúlan, hvussu
hon heldur, at fleiri kvinnur
fáast við í politiskt arbeiði,
hvørjir tankar og visiónir hon
hevur um framtíðar vinnulív í
Suðuroynni og um samstarv og
kommunusamanlegging.
– Tað harmar meg nógv, at vit
ikki samstarva meira her suðuri,
og at so nógv fokus er á klandri.
Eg eri ímóti at vit, sum nú er,
klamsa kommunurnar saman
í eina, men eg eri fyri einum
samstarvi, helst frá í dag av, sum
hevur samanlegging til endamáls,
sigur Kirstin, sum ikki eina løtu
angrar, at hon kastaði seg, í
leysari luft, út í politik, meðan
harðast leikaði á í málinum um
miðnámsskúla og ellisheim í
Vági.
Hon letur meg vita, at hon
ongantíð hevði droymt um at
gerast politikari, stilla gentan úr
Vági, sum altíð helt seg aftur, og
ikki rættuliga tordi at vera við. Vit
hava sett okkum við fundarborðið
inni á skrivstovuni og Kirstin
byrjar við byrjanini.
– Tað varð tosað nógv um
politik og samfelagsviðurskiftini
heima hjá okkum, serliga pápi var
politiskt áhugaður, tosaði nógv
um veiku samfelagsbólkarnir,
og týdningin av, at man tók
atlit til tey menniskjuni. Sjálvur
kom hann úr einum heimi, har
mamman sat eftir við 9 børnum,
tá pápi hansara gekk burtur við
Cheerfull á Skopunarfirði undir
krígnum. Ikki nóg mikið við tað,
eisini misti hon 5 av børnunum,
so sorgin og trongu korini vóru
natúrligur partur av lívinum.
Ein dag at umráða
seg í
- Hjá okkum trimum systrum
hevur javnaðarhugsjónin tí altíð
verið ein natúrligur partur av
lívinum. Men tað er ikki fyrr enn
hesi seinnu árini, eg eri vorðin
virkin í politikki, og eg eri altso
farin um tey 50. Var limur í lokalu
nevndini hjá javnaðarfelagnum
nøkur ár, játtaði at stilla upp
til kommunustýrisvalið í 2000,
bara til pynt, tað visti eg væl.
Men viðurskiftini her í býnum
gjørdu, at eg bleiv alsamt meiri
áhugað í politikki, og segði ja
til at stilla upp aftur í 2004.
Men hvat hendi, eg varð vald
inn, og í somu hast fekk eg
bjóðað borgarstjórasessin, tí
javnaðarflokkurin, sambands-
flokkurin og uttanflokkalistin fóru
í samgongu.
- Ein heilan dag fekk eg at
umráða meg í! Harraguð, hvat
visti eg um starvið, kom rætt og
slætt inn av gøtuni, men tá eg
hevði sodnað tað, og samanborið
við aðrar borgarstjórar, sum eisini
tóku við starvinum óroyndir, segði
eg ja. Og tað var rætta avgerðin!
Havi ongantíð angrað tað, men
eg havi fingið nøkur knubs, málið
um miðnámsskúlan og ellisheimið
hevur verið hart, og eg veit ikki,
hvat eg hevði gjørt í dag, um
eg visti orrustuna, ið spurdist
burturúr.
- Mítt hjartamál var og er ellis-
heimið, tí stórur tørvur er á búð-
plássum til gomul, og fráflytingin
úr oynni hevur verið stór, serliga
av kvinnum í burðarbúnum aldri.
Tað er so hepnast okkum at fáa
flakavirkið aftur í bygdina, men
framvegis er umráðandi, at vit fáa
nøkur “kvinnustørv”, sum ikki eru
tengd at veðri, vindi og streymi.
Eisini heimið fyri sinnisveik,
sum landið stendur fyri, er
eitt av mínum hjartamálum.
Nýggjur barnagarður til bygdina
stendur fremst í huganum, eins
og atkomumøguleikarnir hjá
rørslutarnaðum.
- Men alt gongur ikki so
skjótt, sum ein kundi ynskt,
og at eg prioriteri viðurskiftini
hjá rørslutarnaðum framum
ein vegastubba onkunstaðni,
broytir ikki nógv, tá tað allatíðina
er ein balansugongd millum
bleytu og hørðu virðini. Men eg
haldi, at mínar prioriteringar
Stilla gentan, lærarin
- Ein heilan dag fekk eg at umráða meg í, um eg
vildi verða borgastjóri í Vági. Harraguð, hvat visti eg
um starvið, kom rætt og slætt inn av gøtuni. Men tá
eg hevði sodnað tað, segði eg ja, og tað var rætta
avgerðin. Eg havi ongantíð angrað tað, hóast eg
havi fingið nøkur knubs, sigur Kirstin Strøm Bech
Samrøða
Anna Mortensen