Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 23 - 1. februar 2008 - Mastrarnir á bátu- num stinga upp úr sjónum, og fyrr enn vit veruliga hava sæð bátarnar, sum liggja við havsins botn, er ilt at siga, hvussu samlaða støðan er, sigur Eyðstein Dalsgaard, sum metir, at skaðarnir á bátar og bygningar í Skálavík snúgva seg um miljónir UppgangUr Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eyðstein Dalsgaard er millum menninar, sum átti bát á havnalagnum í Skálavík, nú herviligur uppgangur var hóskvøldið og fríggjanáttina. - Mín bátur stóð uppi á landi, væl skoraður og væl surraður. Eitt áttamannafar stóð eisini um hesar leiðir, eisini væl skorað og surrað. Í morgun liggja hesir báðir báðir bátarnir slongdir einar 20 metrar ovari, niðan ímóti spælhúsinum. Eyðstein sigur, at báðir bátarnir hava fingið skaða, men tá ið vit tosaðu við hann í morgun, var ikki greitt, hvussu stórir hesir skaðarnir eru. Bátar til botns Men var illa vorðið uppi á landi í Skálavík hóskvøldið, stóð uppaftur verri til í hylinum, har bátar fyri miljónir nú liggja við havsins botn. Skálvíkingurin sigur, at einir tríggir glastrevjabátar eru farnir til botns, og millum hesar er útróðrarbát- urin Grindafossur, sum er einar 40 føtur til longdar. - Aftrat Grindafossi, liggur eisini ein AWI 27 bátur og ein annar glas- trevjabátur við botnin. Klokkan 10 í morgun skuldu menn, sum eiga bát- arnar í Skálavík og aðrir, fara oman at kanna um- støðurnar. - Enn er trýst í sjónum, og nógv skúm og ringt sýni er í hylinum. Mastrarnir á bát- unum stinga upp úr sjónum, og fyrr enn vit veruliga hava sæð bátarnar, er ilt at siga, hvussu støðan er. Eyðstein sigur, at einir sjey bátar liggja við havsins botn og ein føroyskt bygdur bátur, sum fleiri ferðir hevur verið uppi á landi, flýtur enn. Miljónaskaði - Aftrat føroyska bátinum, sum hevur ferðast oman og niðan í briminum, flýtur bert ein annar bátur í hylinum. Hetta er ein um- leið 12 tons stórur danskt bygdur eikbátur hjá Odd- vald Sømark. At síggja til, er hesin báturin sloppin undan stórvegis skaðum. Skálvíkingurin sigur, at enn er ov tíðliga at siga, hvussu stórt endaliga talið av bátum er, sum hava fing- ið skaða, og hvussu stórir og umfatandi skaðarnir eru. - Onkur bátur stóð eisini eystanfyri handilin á Møl- ini. Har eru skorurnar eisini farnar undan, og bátarnir liggja á liðini. Tí er ilt at meta um í løtuni, hvussu stórir samlaðu skaðarnir eru, men lítið er at ivast í, at talan er um skaðar fyri miljónir. Eyðstein vísir á, at bara ein bátur sum Grindafossur man í minsta lagi standa í hálvari aðru miljón krónum. Aðrir skaðar Tað eru ikki bara bátarnir í Skálavík, sum hava fingið skaða í herviliga uppgangi- num, sum helst er ein tann ringasti, ið menn í bygdini vita um at siga. - Ein stórur partur av gamla kirkjugarðinum er eisini skolaður burtur. Hetta er ein sterkur og dupult lagaður garður, sum hevur staðið í mong harrans ár. Eyðstein sigur, at onk- untíð áður hevur kirkju- garðurin fingið smærri skaðar í uppgangi, men teir skaðar, ið menn vita um, kunnu ikki samanberast við skaðan, sum kirkjugarðurin hevur fingið hesferð, nú ein triðingur av garðinum er skolaður burtur. - Grót er skolað heilt heim til gamla handilin á Mølini. Rúsan var í kjall- aranum í handlinum, og har standa bara hillarnar eftir. Bæði stálhurðin og træ- hurðin eru soraðar inn, og at kalla alt er skolað burtur, sigur hann. Fiskahúsið í bygdini hev- ur eisini fingið skaða. End- in er rivin úr húsinum, og partur av tekjuni er rivin. Eyðstein Dalsgaard setir sær spurningin, hvussu ringt skilið hevði verið í Skálavík, um einki grótkast og eingin brimgarður var. - Hugsandi er, at øll Mølin hevði verið skolað burtur, leggur hann aftrat, sigur skálvíkingurin. Skaðar fyri miljónir í Skálavík Lions á Giljanesi Sunnudagin 3. februar frá klokkan 16 til 22 skipar Lions Vágar fyri árliga tiltakinum í ítróttarhøllini á Giljanesi. Á skránni eru millum annað loppumarknaður, mattombola, fiskibrunnur, tombola, tunnusláing fyribørn, bóltspark, eydnuhjól og sjálvandi eisini undirhald. Matsøla og pylsu- vognur verða eisini, so ongum nýtist at ganga svangur. Inntøkurnar fara til góðgerandi endamál. Decco Band á Føroyaferð Føroyingar, sum leita sær í býin komandi vikuskiftið, kunnu fáa sær eina forkunnuga tónleikauppliving. Tað, sum ger Decco Band so sermerkt er, at bólkurin spælir kendan, vælumtóktan tónleik, men ger sína egnu útseting av hesum tónleiki. Tónleikararnir í bólkinum eru serstakliga væl fyri tónleikaliga, og sangarin hevur ein ráan og feitan stíl, sum klæðir tónleikinum sera væl. Bólkurin var einaferð boðsendur til Irak at framføra fyri 10.000 hermonnum, og riggaði hendan ferðin avbera væl – hóast ljóðanleggið næstan bráðnaði í tí nógva hitanum. Um lesarin hevur hug at fáa eina smakkiroynd uppá tónleikin hjá Decco Band, kann viðkomandi leita sær inn á www.deccoband.dk – her ber til at taka niður klipp av tónleikinum hjá Decco Band. Bólkurin framførir í Rex fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Einir sjey bátar – eisini glastrevjabátar - liggja við havsins botn í bátahylinum í Skálavík, bert mastrarnar koma uppundan. Uppi á landi hava aðrir bátar fingið skaða Mynd: Terji Dalsgaard - Mín bátur stóð uppi á landi, væl skoraður og væl surraður. Eitt áttamannafar stóð eisini har. Í morgun liggja bátarnir slongdir einar 20 metrar ovari, sigur Eyðstein Dalsgaard Mynd: Terji Dalsgaard