fríggjadagur 1. februar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 • 1. februar 2008
Vikuskifti
7
eru komnar væl ígjøgnum. Tað
var ein stór avbjóðing at fara úr
lærarastarvinum, sum mær dámdi
so væl, og í eitt heilt ókent starv,
í heili 4 ár. Men í dag haldi eg
ikki, at 4 ár er nóg mikið, tí ætli
eg mær at stilla upp aftur. Verði
eg afturvald, og sleppi at starvast
innan kommunustýring í 4 ár
afturat, vil eg fegnast um tað, og
síðan takka fyri meg. Haldi ikki,
at fólk skulu sita longur í slíkum
starvi, tað er sera týdningarmikið,
við eini ávísari útskifting, so
serliga ungar kreftur sleppa
framat. Og so vóni eg, at eg kann
brúka nøkur ár í skúlanum aftur,
sigur Kirstin.
Siðvenja, kvinnur og
politikkur
Sum lærari og borgarstjóri hevur
Kirstin gott innlit í viðurskiftini
millum skúla og kommunu. Hon
er ikki heit fyri, at kommunurnar
skulu yvirtaka meira av
skúlaverkinum, sum støðan er nú.
– Um vit høvdu ein homogenan
skúla, sum var væl fyri allastaðni
í landinum og á øllum økjum,
var gamaní, men tað er ikki
veruleikin. Vit kunnu taka
eitt dømi. Eg havi arbeitt við
byrjunarundirvísingini, teimum
yngstu klassunum, har tað hava
verið ávísir trupulleikar. Nú
eru so játtaðir fleiri tímar til
byrjunarundirvísingina, men um
vit hugsa okkum, at kommunan
stóð við læraralønunum, sum
ætlanirnar eru, so loyvi eg mær
at ivast í, um fleiri tímar vórðu
játtaðir. PISA- bólkurin hevur
víst á nógvan tørv og neyðugar
broytingar, tí er týdningarmikið,
at fyrireikingararbeiðið er gjørt,
og minimumskrøv eru sett til
innihald og karmarnar. Tá hetta
fyrireikingararbeiðið er gjørt, er
gamaní at yvirtaka skúlan.
Og tá prátið snýr seg um
siðvenju, kvinnur og politik, sigur
Kirstin seg hoyra til bólkin av
“stillu” gentunum.
– Nógvar kvinnur eru aftur-
haldandi, serliga tá tað kemur til
at profilera seg innan politik, eg
var sjálv onki við uppá at stilla
upp, segði fleiri ferðir nei. Men í
dag hevur tú nógvar møguleikar
at fáa professionella hjálp til at
traðka fram og siga tína meining.
Ein av høvuðstreytunum fyri at
fara inn í politik er, at tú torir at
hava eina meining, og standa við
hana.
- Sum lærarir hava vit eisini
eina ábyrgd at menna børnini
til at taka støðu. Vit hava ofta
lyndi til at servera ov nógv fyri
teimum, vilja hava tey at gloypa
og svølgja, heldur enn at seta
teimum spurningin, hvat tey sjálvi
halda, og hví. Vit hava kanska
tendens til at troyttast av teimum
næmingum, sum spyrja nógv. Tí
eiga vit at seta okkum spurningin,
hvussu vit vilja føra skúla, og
hvussu vit kunnu broyta okkara
hátt at føra skúla.
- Sum kvinnuligur politikari
geri eg ikki nakað skipað arbeiði
fyri at fáa aðrar kvinnur við í
politik, men eg tosi nógv við
tær, sum eg veit hava áhugað
fyri politikki, greiði frá, hvat
krevst, og hvussu arbeiði fer
fram, at tað onki ræðandi er við
kommunalpolitikki. Og at byrja
við at gerast aktiv í nevndum
og ráðum, eitt nú foreldra- og
skúlaráðum, kann eisini vera ein
ávís skúling. Annars haldi eg, at
ábyrgdin liggur hjá teim politisku
flokkunum.
Byrja á ungdómstøði
- Tað vera umráðandi, at byrjað
verður á ungdómsstøði, at
politisku ungmannafeløgini
eisini gera eitt arbeiði fyri at fáa
kvinnurnar við, sigur Kirstin. Hon
heldur ikki, tað hevði betrað um
kvinnuluttøkuna við at fari burtur
frá flokksuppstillingini.
- Hóast býráðsarbeiðið nærum
ikki er tengt at flokspolitikki,
bert í onkrum einstøkum førum,
so haldi tað hevði verið sera
trupult at komi uttanum. Kann t.d.
eisini vera gott hjá borgarunum
at vita, hvørjar grundhugsjónir
tú hevur. Tað eru kommunur,
sum ikki hava floksuppstilling,
men kvinnuluttøkan har ikki
betur fyri tað. Spurd, um hon
sær mun á Vágs kommunu,
har bæði borgarstjóri og varða-
borgarstjóri eru kvinnur, og
øðrum kommunum, har menn eru
í sessunum, sigur hon, at sjálv
dugur hon ikki at finna nakran
sjónligan mun, fyri bæði kynini
og politikarin
Ein av høvuðstreytunum fyri at fara inn í politik er, at tú torir
at hava eina meining, og standa við henni, sigur Kirstin Strøm
Bech, borgarstjóri í Vági