Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 23 - 1. februar 2008 Vindurin kom heilt upp í 40 m/s nú vit upplivdu ringastu ódnina síðani nógv umrøddu jólaódnina í 88. Serliga í Skálavík og í Gøtu herjaði ódnin ógvusliga ÓDNARVEÐUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað kann til tíðir verða baldrut at búleikast á hesum klettum, men tíbetur hoyrir tað til rárar hendingar, at veðrið er so ringt, sum fleiri upplivdu í gjárkvøldið og í nátt. Men í mun til so mangar aðrar skaðaódnir, vórðu fólk hesaferð ávara – í hvus­ su er í ein mun, tí hóast boð­ að var frá ódnarstormi, so upplivdu summar bygdir veðrið væl meiri ógvusligt, enn tey høvdu roknað við framman undan. Skaðar hava verið um so at siga alt landið, men ring­ ast hevur helst staðið til í Skálavík og Gøtu. Suðuri í Skálavík fóru allir bátarnir, sum vóru í hylinum, sum skilst er talan um einar tígg­ ju bátar. Aðrir skaðar í bygdini vóru eisini umfatandi, og sama er at frætta úr Gøtu. Har var so ógvusligt ta ein­ um løtuna, at bjargingarliðið ikki hættaði sær útum. Tað var stutt sagt lívshættisligt at vera uttandura, sum tað feyk við tak­ og klædnings­ plátum. Longu tíðliga seinnapartin frættist um eitt gamalt hús, sum var fokið á sjógvin og um ein lastbil, sum var fok­ in út av vegnum. So ótrúligt tað enn ljóðar, var hesin bilurin fokin mest sum upp aftur á vegin seinni út á seinnapartin. Annars var mest talan um brotnar rútar, rivnar takplát­ ur og rivnan klædning í Gøtu, har Norðragøta var harðast rakt. Sundabáturin skaddur Í Hvannasundi var vindurin eisini av tí mesta, og eina­ ferð út á kvøldið førdi hetta við sær, at eitt neyst fór mest sum alt í luftina. ­ Yvirtromin fór og norð­ urveggurin raplaði. Tað før­ di við sær, at tveir betong­ klossar endaði í nýggja Sundabátinum. Í hvussu er tvey borð eru klovin tað, ið sæst, men enn er vónleyst at siga nakað um, hvørt báturin er vorðin skeivur, sigur Júst Poulsen, borgar­ stjóri í Hvannasundi. Talan er kortini ikki um sjálvt róðrarneystið, men heldur um eitt neyst, sum eitt áhugafelag hevur keypt og sum teir hava nýtt til barna­ og old boys róður. Tað var tí meiri av tilvild, at nýggi Sundabáturin hjá Sun­ da Róðrarfelag stóð inni har. Róðrarneystið sjálvt liggur í Norðdepli. Men Sundabáturin er kort­ ini tann, ið er komin best frá vanlukkuni. Hinir báðir bátarnir í eystinum í Hvan­ nasundi, gamli Norðoyingur og Ritan, gjørdust mest sum vrak, og Júst Poulsen sigur, at støða longu er tikin til at »tveita teir burtur«, sum hann tekur til. Hvirlan, sum gjørdi enda á neystinum, fekk eina vegg­ in at rapla, og hesin datt inn á grannahúsini, sum eru av timbur, og tey fingu rættili­ ga stóra skaða. ­ Takpláturnar av neystin­ um fuku um hálva bygdina, og arbeiðsmenn hjá komm­ ununi tóku eina plátu upp við sunnastu húsini í bygd­ ini. Neystið stendur mitt í bygdini, so vindurin hevur verið nógvur, sigur Júst Poulsen, borgarstjóri. Hann sigur, at teir royndu sum frægast at pjøssa um við at leggja trol yvir resti­ nar av neystinum, men teir stóðu ikki á beininum. Og hartil var bølamyrkt, tí streymurin var farin. ­ Tað var beinleiðis vanda­ mikið at halda seg uttandura í vindinum og myrkrinum, sigur Júst Poulsen, borgar­ stjóri. Annars var bara talan um smávegis tilburðir, onkur rasari var sokkin og tílíkt í Hvannasundi í nátt. Streymslit um landið Størsti parturin av landinum er í streymloysi. Vánaliga veðrið gjørdi tað trupult hjá SEV at umvæla brekini – fyri ikki at siga ógjørligt – og tí máttu fólk bara brynja seg við toli. Vánaliga veðrið rakti streymveitingina kring alt landið. Streymur var bert í hesum økj­um: Parti av Klaksvík. Eiði og bygdirnar suður til Norðskála. Frá Skálafirði út móti Runavík. Frá Skálafirði út á Strendur. Toftir og Æðuvík. Vestmanna. Parti av Havnini. Nólsoy. Koltri og Hesti. Skopun og Sandi. Suðuroyðni. Øll restin av landinum lá í streymloysi. Fólk tóku ógvuliga ymiskt móti hesum streym­ sliti. Meðan summi einki dámdu hetta, nýttu fleiri onnur høvi at hugna sær saman við einumhvørjum spæli. Men ikki hjá øllum var talan um tann reina hugna. Streymslitið førdi við sær, at høvuðssendarin hjá Rás2 varð óvirkin, og tað merkti aftur, at Rás2 mátti gevast við at senda áleið 21.45, tó at ætlanin var at senda mun­ andi longer. Hetta merkti eisini Portal­ in, sum gavst tímans tíð seinni. Ikki fyrr enn í morgun og út á fyrrapartin byrjðu bygd­ irnar at fáa streymin aftur. Men av SEV siga tey, at tað er torført arbeiði, og tað gongur bara spakuliga framá. Men nær alt landið hevur fingið streymveiting­ ina aftur, tora tey als ikki at siga nakað um tá vit tosaðu við tey beint undan miðde­ gi. Meiri verður at frætta um hetta á Rás2 gjøgnum dag­ in. Stormur og streymloysi Grýludansur í Fuglafirði Árligi grýludansurin í Mentanarhúsinum í fuglafirði verður leygarkvøldið 9. februar. Grýludansurin hevur verið ógvuliga populerur gjøgnum árini,og vanligt er,at gestirnir gerða nógv burturúr klædningi teirra hetta kvøldið. Eisini verða góðir vinningar til bestu grýlurnar. Spildurnýggi bólkurin Blitz fer at undirhalda gestunum hetta kvøldið. Teir, sum manna bólkin, eru Jóannes Lamhauge, Jens Tummas Næss, Høgni Fagraberg, Hilmar Kass og JamesOlsen. Heksir sum leiðarar 21. og 22. februar skipar skeiðstovan Kvasir fyri kvinnuskeiði á Hotel Føroyum um dagligu avbjóðingarnar hjá kvinnum at gerast leiðarar. ­ Vegurin hjá kvinnum at taka við leiðsluavbjóðingum er ikki so einfaldur, sum hann ofta er hjá monnum. Tvørturímóti er hann krótutur og merktur av nógvari umhugsan. Og hóast kanningar vísa, at kvinnur eru minst líka góðir leiðarar sum menn – bæði menniskjaliga og fíggjarliga – so viðurkenna tær ikki altíð síni leiðaraevni og hava eisini verri við at lata leiðarastarvið ganga út yvir privata netverkið, verður millum annað sagt í tíðindaskrivi frá Kvasir. Undirvísari er Birgitte Laursen frá danska konsulentvirkinum Kurios. Birgette hevur áður verið í Føroyum og er sera vældámd sum skeiðsfyriskipari. Neystið hjá einum áhugafelag í Hvannasndi fór í luftina, og bátarnir, sum stóðu inni har, fingu skaða. Gamli Norðoyingur og Ritan verða ikki gjørd aftur, men enn vita teir ikki at siga, hvussu illa nýggi Sundabáturin er farin Mynd: Hjalmar Zachariassen