Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 23 • 1. februar 2008 ræður um at finna kompromis og javnvág millum hørð og bleyt virðir. - Men ein borgari, sum eg hitti á vegnum herfyri, sá týðuliga mun, sigur Kirstin og flennur, hon segði:”tað sæst at eitt konufólk er komið á postin, so snotulig hølini hjá kommununi eru blivin, spælipláss hava vit fingið, og nú eru ítøkiligar ætlanir um at byggja barnagarð”. Eitt óført herðaklapp, heldur Kirstin. - Og tá tað snýr seg um sam- skifti við borgaran, hevur Vágs kommuna eina heimasíðu, har øll mál og avgerðir eru at finna. Somuleiðis er ein teigur, har borgarin hevur møguleika fyri at venda sær til kommununa, men hetta hava fólk ikki rættuliga vant seg við enn, sigur Kirstin. - Men fólk steðga mær ofta á gøtuni, og tá er umráðandi, at tú gevur tær stundir til at lurta, eins og tá tey ringja. Eftirsum vit eru so fá, hava vit ein ávísan dialog við borgaran, men ynskiligt er altíð við størri opinleika. Summar kommunur bera fíggjarætlanina út til húsarhaldini, og tað gerst altíð ein spurningur um orku. Okkum vantar altíð tíð. Vinnan og samstarv Høvuðsvinnan í Suðuroynni í dag er framleiðsluvinnan, og Suðuroyarætlanin hjá lands- stýrinum legði upp til, at oyggin skuldi virkað sum ferskfiskadepul. Men bert at leggja seg eftir fiskivinnuni, sum hon virkar í dag, er ikki nóg mikið, heldur Kirstin. – Vónandi varðveita vit fram- leiðsluvinnuna her suðuri, og tað er vinnan sjálv, ið skal menna sítt økið, og tillaga seg nútímans krøv, meðan kommunurnar eru við til at útvega karmarnar. Men tað er ikki nóg mikið, vit mugu hava annað virksemi eisini. Tí eru kommunurnar í oynni við í eini 3 ára ætlan at fáa sett ein ferðavinnusamskipara, sum skal seta gongd í fyrifeikingarnar av ferðavinnuni, og viðkomandi verður helst skjótt settur í starv. - Eg dugi ikki so væl at ímynda mær, at vit í framtíðini skulu síggja farleiðina eftir sjónum til Suðuroynna sum nakað sjáldsamt, í samband við at vit skulu satsa uppá ferðavinnuna. Haldi tað vera ein romantiskur tanki, at vit kunnu yvirliva her suðuri við einum skeið- og rekreatiónsdepli og einum vøkrum siglitúri, meðan restin av vinnulívinum hevur brúk fyri optimalum samfersluviðurskiftum, sum ein undirsjóvartunnil gevur. - Kanska føroyingar heldur velja at fara til Mykinesar og Fugloy at rekreera. Tað velst sjálvandi um, hvussu vit megna at fáa útbygt ferðavinnuna her suðuri, hvussu aktiv og kreativ vit eru! Eitt veit eg bara, onnur koma ikki at gera tað liviligt her fyri okkum, tað mugu vit sjálvi megna. - Vit standa við stórum demografiskum trupulleikum. Meginparturin av ungdóminum flytur av oynni, og kemur ikki aftur. Vakstrarætlanin, sum júst hevur verið á dagsskránni aftur, har kommunurnar í oynni skulu leggja 10 mill og landið 40 mill í eina pulju, skal stuðla undir nýhugsan og gera tað møguligt at fara undir nýggjar vinnuligar ætlanir. Hesar fara vónandi at lokka útbúgvin fólk aftur hendavegin, og tí er tað so umráðandi, at vakstrarætlanin verður veruleiki, sigur Kirstin. Men hvussu við samstarvinum og samanlegging av kommunum? - Tað harmar meg nógv, at vit ikki samstarva meira her suðuri, og at so nógv fokus er á klandri. Tað er altíð tað keðiliga, sum kemur fram, ongantíð tað góða og positiva. Eg eri ikki fyri at leggja kommunurnar saman, uttan at hava havt eitt ávíst samstarv frammanundan. Soleiðis hava aðrar kommunur gjørt, eitt nú Sunda kommuna, tær hava samstarva á so nógvum økjum, at tað varð ein sjálvfylgja at leggja saman. Tað modellið helli eg til. Við einum samstarvið, sum miðar móti eini samanlegging, fara vit at brúkt orkuna skilabetri, og tað opnar fyri ótømandi møguleikum fyri allar partar, sigur Kristin Strøm Bech. - Eg dugi ikki so væl at ímynda mær, at vit í framtíðini skulu síggja farleiðina eftir sjónum til Suðuroynna sum nakað sjáldsamt, í samband við at vit skulu satsa uppá ferðavinnuna. Haldi tað vera ein romantiskur tanki, at vit kunnu yvirliva her suðuri við einum skeið- og rekreatiónsdepli og einum vøkrum siglitúri, meðan restin av vinnulívinum hevur brúk fyri optimalum samfersluviðurskiftum, sum ein undirsjóvartunnil gevur, sigur Kirstin Strøm Bech