fríggjadagur 1. februar 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 23 - 1. februar 2008
Við nýggju verkæt
lanini Listaleypurin
fáa øll skúlabørn í
Føroyum høvi at upp
liva føroyska list, tá
hon er best
List
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í gjár skrivaðu Norðurlanda
húsið, Kommunusamskipan
Føroya og Føroya Komm
unufelag undir samstarvsav
talu um 3 ára royndarverk
ætlanina, Listaleypurin.
Endamálið við Listaleypi
num er at geva fólkaskúla
næmingum í øllum landi
num høvi at uppliva góða
føroyska yrkislist.
Fyrstu trý árini velur
Listaleypurin 10 listaverk
út um árið, sum skúlar
kring alt landið kunnu
bíleggja og fáa ókeypis út á
skúlarnar. Á tíðindafundi í
gjár var fyrsti faldarin hjá
Listaleypinum lagdur fram,
so skúlar longu nú kunnu
velja út tær framførslur,
framsýningar, konsertir ella
annað, ið tey hava hug at
síggja.
List og skúli
Íblásturin til Listaleypin
stavar frá norsku verkætlan
ini Den kulturelle skole
sekken, ið leingi hevur ver
ið fyrimynd hjá flestu norð
urlondum. Millum annað
hava fólk, ið eru tengd at
Den kulturelle skolesækken,
gjørt nógv við at granska í
samskiftinum millum list
og skúlar og finna fram til,
hvar kontaktflatan millum
hesi bæði umhvørvini er
stórst.
Júst hesa samanrenning
ina millum list og skúlar
heldur
verkætlanarleiðar
in,Hedvig WesterlundKap
nas, vera serliga spennandi.
Listafólkini, sum eru
við, eru sera spent uppá
avbjóðingina at samskifta
við skúlanæmingarnar, tí
tað ber sjáldan til at siga
frammanundan,
hvussu
hesi bæði umhvørvini best
røkka hvørjum øðrum. Ein
týðandi partur av verkætlan
ini er netupp at menna hetta
samskiftið allatíðina, mill
um annað við at skúlarnir
plikta seg til at geva okkum
eina eftirmeting av listarligu
upplivingini, sigur Hedvig
Westerlund Kapnas.
Sum dømi um eina sera
væleydnaða samanrenning
millum list og skúla nevnir
hon skúlasýningina av leiki
num Skiftingen í Norður
landahúsinum fyrr í vikuni.
Hóast leikurin var á rættiliga
høgum støði, ivaðust skúla
børnini neyvan nakrantíð í,
hvat gekk fyri seg á palli
num.
Úrvalslist
Mótvegis listafólkunum er
Listaleypurin
skipaður
soleiðis, at listafólk, ið hava
eina verkætlan klára ella
eru ávegis við henni, kunnu
søkja um at vera við.
Verður umsóknin gingin
á møti, fáa listafólkini mill
um 10 og 40.000 krónur
fyri at fara út á fimm skúlar
at sýna fram.
Ongi ávís krøv verða sett
um, at næmingarnir skulu
vera partur av verkætlanini
sum so. Men ynskir eitt
listafólk at skapa eitt lista
verk saman við næmingun
um, verður tað eisini mett
sum ein fullgóð umsókn,
greiðir Hedvig Westerlund
Kapnas frá.
Vit vóna sjálvandi, at
hetta kann geva lærararum
og næmingum íblástur til at
arbeiða víðari við mentan
og list, men tað verður upp
til skúlarnar sjálvar. Vit fara
í øllum førum at tryggja, at
góðskan á listaverkunum,
tey fáa bjóðað, er í lagi, sig
ur hon.
Í nevndini, ið velur út
listaverkini, sita umboð fyri
Leikarafelag Føroya, Musik
skúlaskipanina,
Føroysk
myndlistafólk, Rithøvunda
felagið umframt ein peda
gogiskan ráðgeva, ið fólka
skúladeildin í Mentamála
ráðnum hevur peikað út.
Vónandi á
fíggjarlógina
Sum nevnt er Listaleypurin
fyribils ein trý ára royndar
verkætlan. Frá 2008 til
2010 er fíggjarkarmurin hjá
Listaleypinum 450.000 kr
um árið, sum Mentamála
ráðið, Norðurlandahúsið og
kommunurnar fíggja við
150.000 hvør.
Hedvig Westerlund Kap
nas dylir ikki yvir, at stýrið
fyri verkætlanina miðar
ímóti, at Listaleypurin kem
ur á fíggjarætlanina sum
skjótast.
Í august 2010 verða sam
starvsavtalan og verkætlanin
endaliga eftirmettar, fyri at
meta um, hvørt Listaleypur
in skal halda fram eftir
sama ella nýggjum leisti eft
ir 31. desember 2010.
Super Bowl Sunday á Rex
Rættur mannfólkadámur verður í Rex sunnukvøldið komandi. Av tí at
Super Bowl Sunday er, verður nógv gjørt burturúr í Rex. Klokkan 20.00
verður stór pokerkapping á staðnum, og vælvitandi keldur vilja verða
við, at onkur heilt spennandi vinningur verður til besta pokerspælaran.
Til teirra sum ikki hava hug at spæla poker, verður onnur kapping
fyriskipað. Tú fært høvi at vísa tíni kynstur á vøllinum í stórari XBox
kapping, har tú og vinirnir kunnu kappast í spælinum “American
Football”. Dysturin byrjar kl. 23.00 og tá verður rættur amerikanskur
náttmatur á skránni. Borðreitt verður við spareribs, chicken wings og
bakaðum eplum. Eitt annað, sum er tiltikið við Super Bowl, er “the half
time show”. Her fara Tom Petty & The Heartbreakers at undirhalda.
Hjálp til flóttarfólk í Kenya
Valið í Kenya tann 27. desember førdi landið út í lógloysi og
hættisliga støðu. Nógv fólk eru dripin og særd. 250.000 eru rikin
heimanífrá. Òtti er fyri at hálv millión menniskju koma at treingja
hjálp. Flóttarfólkunum tørvar alt. Har er bráðfengis tørvur á mati,
vatni, flugunetum, teppum, brennievni og medisinskari hjálp.
Frelsunarherurin hevur ógvuliga væl kvalifiseraðar hjálparbólkar á
staðnum, og eisini í Uganda, har flóttarfólkini søkja skjól. Major
Mike Caffull sigur, at Frelsunarherurin hevur umfatandi hjálpararbeið
har órógvin í Kenya er av tí ringasta. Um tú ynskir at stuðla
hjálpararbeiði gjøgnum Frelsunarherin, kann peningur setast á konto:
Eik 9181143.678.5, FB 6460169.782.1 ella SS 9870102.347.1
Skúlar kring landið kunnu nú kaga í nýggja faldaran hjá Listaleypinum og velja sær eitt listaverk, tey vilja síggja
Við ”Listaleypinum” fáa skúlar kring
alt landið høvi at bjóða næmingunum
list á høgum støði
List til føroysk skúlabørn