Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 • 1. februar 2008 Vikuskifti 9 skemt Fyri einari viku síðani gjørdu vit eitt sindur gjøldur við, at onkur, sum hevði skrivað tekst til eina mynd av løgtingsmanningini hjá Tjóðveldi hevði talt skeivt. Nú ber til at telja upp í átta á myndini omanfyri, men vit loyva okkum at halda, at onkur hevur verið dekan ov kreativir við tí áttanda tingliminum hjá Tjóðveldi...w Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti. Gongur skeivan veg Dagrøktarmammurnar í høvuðsstaðnum fáa nú ein lættari gerandisdag. Barnatalið verður helst minkað úr trimum og niður í fýra børn. Portalurin Hvat er tað fyri torg? Fram til løgtingsvalið vóru persónligar skuldsetingar móti Høgna Hoydal settar fram í kajaktorginum á heimasiðuni hjá Norðlýsinum... Norðlýsið Hugsaðu langt fram Wilbæk hevur serlig evni, tá tað kemur til at vinna heiðursmerki, og tað hevur hann prógvað ferð eftir ferð. Í øllum endaspølum, hann hevur verið við í, hevur hann megnað at vunnið sær eitt heiðursmerki, og tað er óivað júst hetta, ið hevur fingið danska Hondbóltssambandið at fingið sær fatur á Ulriki á sinni. Sosialurin Stongsul Summargestir sleppa ikki at nýta miðbýin Norðlýsið Eldurin breiðir seg Útbyggja brennistøðina Dimma Góður stólur Heðin Mortensen hevur sitið longst í Tórshavnar Býráð Portalurin Toll- og Skatt er fyrireikað til tað mesta. Eingin sleppur undan at gjalda rætta avgjaldið fyri innflutning av vørum, og skuldi onkur havt hug at innflutt kjarnorkureaktor ella lutir hann, so er staðfest í yvirlitinum hjá Toll og Skatt, at avgjaldið kjarnorkureaktorar er 5,7 prosent. Hinvegin er avgjaldið á eykalutir tíbetur lægri. Finn ein feil Jens Martin Knudsen er heimskendur fyri topphúgvuna, sum hann spældi nógvar altjóða dystir við. Men tað er nú ikki bara nýggi hjálparvenjarin á landsliðnum, sum hevur nakað á høvdinum, tá ið hann spælir fótbólt. Á myndini síggjast kvinnur á landsliðnum hjá Afghanistan, sum eru á venjingarlegu í Týsklandi. Kom aftur, Jens Martin Nei, hetta er ikki ein røð av hýruvognum, sum bíða eftir fólki. Og hetta er heldur ikki nakar tilvildarligur ferðsluproppur. Nei, hetta eru misnøgdir franskir hýruvognsførarar, sum mótmæla eini ætlan hjá stjórnini um at skapa meira kapping millum hýruvognarnar. Fleiri túsund bilar vóru við í mótmælinum, sum skapti ruðuleika kring Lace de la Republique i París. Taxa! Tollur á kjarnorku