Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 23 - 1. februar 2008 Tað verður neyvan nøkur samgonga klár, tá Løgtingið kemur saman fyrrapartin í morgin at góðkenna valbrøv og velja formannskap. Sjálvt um partarnir tykjast bjartskygdir, so er størsti knúturin fíggjar- og búskaparpolitikkurin, har javnvág ikki er fingin í útreiðslur og inntøkur. Støddin á blokkinum kann eisini koma upp á tvørs fyri eini semju SamgonguSam­ ráðingar Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Hóast komnir væl áleiðis, so er framvegis óvist, um samgongan komandi fýra árini verður millum Javn­ aðaflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin. Nógvir stórir knútar eru loystir, men á tí búskaparliga­ og fíggjarliga økinum er í skrivandi løtu framvegis langt á mál. Tí er ósannlíkt, at nøkur sam­ gonga er klár, tá Løgtingið kemur saman fyrrapartin í morgin at góðkenna valbrøv og velja formannskap. Limirnir í eini nýggjari samgongu hava natúrliga nógv krøv og ynskir ella rættari sagt, vallyftir, sum skulu uppfyllast. Tí vilja hesi altíð verða munandi dýrari, enn tað sum búskap­ urin og fíggjarpolitikkurin loyvir. Soleiðis er eisini hesaferð, har ósemja tykist vera um, hvussu nógv skal latast í Samhaldsfasta, so pensjónirnar hjá láglønar­ bólkunum kunnu hækkast. Sama ger seg galdandi á barsilsøkinum, har krøv eru frammi um at hækka bars­ ilsfarloyvið úr seks upp í 12 mánaðar, sum nøkur lond kring okkum longu hava gjørt. Tó skal hetta gerast stigvíst. Tjóðveldi krevur, at nógv skal setast av til gransking. Tey mest bjartskygdu vóna, at samgonguskjalið so nøkunlunda er komið upp á pláss í morgin, men ongin væntar, at tað bæði er eydnast at býta málsøki og seta nøvn á tey, sum skulu manna landsstýrið komandi fýra árini. Væl lat merkja, um tað nú eydnast at skipa samgongu millum hesar tríggjar flokkarnar. Nógvar gitingar eru, men ongi eru nøvn sett á tey, sum skulu út í landsstýrið, tá ella um samgonga verður skipað millum C, E og H. Atkvøðustemmus- lúkurin hjá Miðflokk- inum sigur seg vera til reiðar at gerast fíggjarmálaráðharri SamgonguSam­ ráðingar Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Í blaðnum í gjár gittu vit, hvørji hava bestu møgu­ leikar at koma út í Tinga­ nes og manna landsstýrið. Ein av teimum var Karsten Hansen, sum vendi Tjóð­ veldinum bakið í fjør og fór upp í Miðflokkin, eftir at 266 B varð samtykt eft­ ir uppskoti frá tveimum tjóðveldistinglimum. At byrja við vóru ikki nógv ið spáddu honum møguleika at koma innaft­ ur, men við stórari undir­ tøku í sínum egna øki í Norðoyggjum og væl hjálptur av broytingini í valskipanini við einum valdømi, varð hendan met­ ingin gjørd til skammar. Við smáum 1000 atkvøðum legði hann bæði Bill Justinussen og Jenis av Rana væl og virðiliga aftur um seg. Síðstnevndi var um reppið til ikki at verða afturvaldur. Tað góða valið hjá norð­ oyatingmanninum hevur ivaleyst givið honum blóð á tonna um at sleppa at royna seg aftur í landsstýr­ inum. Karsten Hansen hevur eisini royndirnar á hesum øki, tí hann fyrr hevur røkt júst hendan sessin í seks ár. Upp á spurningin um hann hevur ambitiónir aft­ ur at koma at sita á lands­ kassanum, sigur Karsten Hansen, at hann fer at taka av, um tilboðið kemur. ­ Eftir nógv ár sum løg­ tingsmaður, býráðspolitik­ ari og landsstýrismaður havi eg sum so onki at prógva, men fái eg til­ boðið, so vænti eg, at eg fari at taka av. Men lat okkum fyrst fáa samgongu­ skjalið undirskrivað, sigur Karsten Hansen. Sosialurin spáddi í gjár, at um Miðflokkurin fær figgjarmál um hendi, so er helst lítið at ivast í, at Karsten Hansen fær sítt ynski uppfylt. Karsten bjóðar seg fram Norðoyatingmaðurin, Karsten Hansen, er til reiðar til aftur at taka sær av fíggjarmálum, sum hann fyrr hevur gjørt í seks ár Mynd: Álvur Haraldsen Valla nøkur samgonga klár í morgin Sum skilst vænta sjálvt tey mest bjartskygdu tingfólkini ikki, at nøkur liðug samgonga er tøk, tá Løgtingið kemur saman í morgin Mynd: Álvur Haraldsen Torradagarnir nærkast 18. – 24. februar verða Torradagar í Klaksvík. Tiltakið var fyrstu ferð seinasta ár, og ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak. Fleiri áhugaverdir fyrilestrar eru longu settir á skránna. Tann eina dagin heldur Bogi Hansen fyrilestur um veðurlagsbroytingar og veðurlagsárin, Hjalti í Jákupsstovu heldur fyrilestur um fiskireguleringar, og Alix Rasmussen, sum vit kenna eina best frá morgunsendingunum í Útvarpinum, fer at greiða frá hvussu veðurforsøgnirnar verða evnaðar til á veðurstovuni DMI, har hann arbeiðir