Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 • 1. februar 2008 Vikuskifti 10 The Dreams hava fingið eina dreymabyrjan á danska tónleika­ pallinum. Føroyski punkbólkurin, sum seinasta árið hevur fyrireikað seg til eitt gjøgnumbrot í Danmark, er nú á gáttuni til hetta. Nú skal góða byrjanin brúkast til at fáa veruliga gjøgnumbrotið. Leygarkvøldið spæla The Dreams í finaluni í danska Grand Prixnum, og mánadagin kemur fyrsta fløgan hjá teimum út í Danmark. Alt sampakkar væl og skuldi givið bólkinum ein góðan møguleika at sláa til júst nú, og komandi dagarnir verða avgerandi fyri, hvussu lagnan hjá The Dreams í donskum tónleikalívi verður. ­ Eg havi hug at síggja tað pot­ entiali í The Dreams, sum mann hevur hug at síggja teimum. Eg síggi stórar møguleikar, og eg haldi eisini, at teir í bólkinum gera tað, sigur Chief 1, sum er framleiðari hjá bólkinum. Alt peikar frameftir The Dreams eru komnir langan veg, síðani teir tóku fyrstu fetini sum lívligur punkbólkur í 2004. Árið eftir gjørdu teir vart við seg í MTV­sendirøðini A Cut, og tá ið teir í 2006 spældu kendar føroyskar poppsangir inn í nýggjari punkútgávu, fingu teir stóra gjøgnumbrotið í Føroyum. Sasasasa, Nummar og Cirkus Tinganes vóru nakrir av sang­ unum av úgávuni Tazy, sum vóru tráspældir í føroyskum útvarpi, og The Dreams átti við Sasasasa størsta hittið í Føroyum hetta árið. Á heysti 2006 fluttu tónleikarar­ nir í bólkinum til Danmarkar fyri at satsa upp á tónleikin, og síðani hevur tað gingið støðugt framá. The Dreams vóru fyri einum ári síðani við í donsku útgávuni av Global Battle of the Bands, og har hittu teir framleiðaran Chief 1, sum sá stórar møguleikar í bólkinum. Síðani hava teir í The Dreams arbeitt tætt saman við Chief 1, og úrslitið sæst nú. Bólkurin er við í finaluni í danska Grand Prixnum, og mánadagin kemur nýggj fløga út við bólkinum í Danmark. Gera vart við seg Danska Melodi Grand Prixið er ikki veruligur heimavøllur hjá einum lívligum punkbólki sum The Dreams, men at bólkurin er so nógv øðrvísi enn hini, sum taka lut, gevur teimum nógva umtalu og ein góðan møguleika at vinna. Endamálið við luttøkuni í danska Grand Prixnum hevur allatíðina verið at gera vart við seg. Grand Prixið í sær sjálvum er einki mál, og ein møguligur sigur leygarkvøldið er bara ein avleiðing av, at tónleikurin hjá bólkinum fangar. ­ Tá ið eg sá The Dreams spæla, so ynskti eg, at allir danir komu at hoyra teir og síggja, hvussu góðir teir eru. Og tað er ikki lætt, at koma burtur úr ongum við sínum egna tónleiki og koma út til nógv fólk eftir stuttari tíð. Tað er bara Grand Prixið eftir til tað, og tí valdu vit, at fara við í kappingina, sigur Chief 1. Dreymadagar fyr Leygarkvøldið eru The Dreams við í finaluni í danska Grand Prixnum, og mánadagin geva teir fløgu út í Danmark. Føroyski punkbólkurin stendur á gáttuni til stóra gjøgnum­ brotið í Danmark, og júst teir næstu dagarnir verða avgerandi fyri bólkin Fá smakkiroynd av fløguni Tann 4. februar kemur nýggja fløgan hjá The Dreams á danska marknaðin. Útgávan hevur fingið heitið Den Nye By. The Dreams hava arbeitt saman við roynda framleiðaranum Chief 1 um tónleikin á útgávuni, og Flemming Rasmussen hevur ljóðblandað tónleikin. Longu nú ber til at hoyra brot úr sangunum á fløguni, og tað kann gerast á myspace­síðuni hjá The Dreams. Har hava teir sett saman eina medley við sangum av fløguni, og tað ljóðar heilt spennandi. Legg leiðina fram við á www.myspace.com/thedreams. Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo