fríggjadagur 8. juni 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 107 - 8. juni 2001
Nr. 107 - 8. juni 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
Í morgin letur upp
árlgia summarfram-
sýningin í Norður-
landahúsinum upp
MYNDA-
FRAMSÝNING
Eirikur Lindenskov
Tað verður Høgni Hoydal,
landsstýrismaður, sum letur
upp framsýningina í Norð-
urlandahúsinum, har fjúrt-
an føroysk myndlistafólk
sýna fram.
Á hvørjum ári hevur
Norðurlandahísð tikið stig
til eina myndlistaframsýn-
ing á sumri, og á framsýn-
ingini í fjør vórðu máln-
ingar hjá Edwardi Fuglø
sýndir fram. Í ár hevur
Norðurlandahúsi boðið ikki
færri enn fjúrtan mynd-
listafólkum, sum øll eru
búsitandi í Føroyum, at
sýna fram.
Frá í morgin og juli-
mánaðin
allan
verður
Norðurlandahúsið á tremur
við føroyskari list. Í for-
høllini
sýna
tey
trý,
Amariel Norðoy, Tróndur
Patursson
og
Astrid
Andreasen fram.
Amariel sýnir fram fimm
litfagrar málningar, har
tlitirnir grønt og blátt eru
fremstir. Mót glugganum til
vinstru síggjast tólv av
eyðkendu fuglunum hjá
Tróndi á flogi, og fyri
frammam í forhøllini hong-
ur stórt tekstilverk niður úr
loftinum. Tað er Astrid
Andreasen, sum í mong ár
hevur savnað tilfar til
patchwork úr bundnum,
litaðum tilfari. Úrslitið,
sum hon hevur seymað í
hond við smáum stingum,
rópar
Astrid
»Teigar«.
Nógvar søgur hanga uppi
við
hesum
hugtakandi
verki, m. a. troyggjur,
bundnar úti um landið og
keyptar í Blá Kross búðini
og silki úr gomlu Tórsbúð í
Havn.
Í Klingruni sæst ein stór,
nýggj mynd fra´meistarans
hond. Hetta er lívssterk
skitsa,
tikin
beint
úr
verkstaðnum hjá Ingálvi.
Hesum
Nestorinum
í
føroyskari
mánlingalist,
sum Malan Marnersdóttir
tekur til í bóklinginum,
sum lýsir Summarfram-
sýningina í Norðurlanda-
húsinum í ár.
Á stóra hvíta vegginum í
Klingruni hanga umfram
Ingálv, eisini verk eftir
Bárð Jákupsson og Zacha-
rias Heinesen.
Fram við gluggunum,
oman moti Havnini, sýna
tey fýra Eyðun av Reyni,
Olivur við Neyst, Astri
Luihn og Kári Svensson
fram. Olivur sýnir fram
eina røð av løttum vatnslits-
myndum.
Sveimandi undir loftin-
um í Klingruni hongur
tekstilverk hjá Titu Vinther.
Hetta er nót, ella trol, ið
hon rópar »Pætursnót«.
Nótin er fimm metrar long
og er evnað til úr manna-
hári.
Í Dansistovuni í Norður-
landahúsinum síggjast verk
eftir Tórbjørn Olsen, Sigr-
un Gunnarsdóttir Niclasen
og Edward Fuglø.
Umframt
landslags-
myndir,
sýnir Torbjørn
fram stóra portrettmynd av
bróðirsoninum. Tey bæði
seinni, Sigrun og Edward,
arbeiða bæði við kristnum
súmbolum.
Myndarøðin
hjá Edwardi, sum er hin
yngsti av teimum fjúrtan
framsýnarum, lýsir tær sjey
deyðssyndirnar.
Tað eru Zacharias Heine-
sen og Astri Luihn, sum
fyri Norðurlandahúsið hava
skipað fyri summarfram-
sýningini í ár. Listafólkini
hava tó sjálv hjálpt til við at
hanga upp verkini. Astri
sigur, at ikki færri enn
fimm hundrað innbjóðing-
ar eru sendar út til fólk at
verða til staðar, tá Summ-
arframsýningin letur upp
leygardagin. Eisini fólk,
sum varða av myndlist í
útlondum og reka framsýn-
ingarhøli eru boðin við.
Kári Svensson og Zacharias Heinesen eru við at leggja síðstu hond á Summarframsýningina í
Norðurlandahúsinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Tøkk
Teimum, sum við telegrammum, gávum og
telefonsamrøðum mintust meg á 75 ára degnum
tann 28. mai 2001, takki eg hjartaliga.
Einar Mikkelsen
Vágur
NØVN Í VIKUNI
Lovisa Nielsen
farin
Mikudagin varð Lovisa
Nielsen borin til gravar,
92 ára gomul. Petra
Lovisa Nielsen, sum hon
skrivaðist, f. Lervig,
varð borin í heim í
Leirvík 2. september í
1908, og andaðist hon 3.
juni á Ellisheiminum í
Havn.
Lovisa giftist Jákupi
Nielsen úr Nólsoy, í
Liða. Tey áttu fýra børn,
Rodmund, Olaf, Øssur
og dóttrina Gunnvør.
Lovisa man vera ein
av teimum fáu húsmøðr-
unum, sum hevur hildið
hús bæði í bygd og bý og
í einbýli og átt gávurnar
at vera bæði manni og
børnum sínum mikil
stuðul.
Tey festu búgv í Vági í
1930, tá var Jákup
skipari á »Grace« ella
Grasinum, sum tað varð
kallað, har hann var
skipari frá 1930-3 9.
Frammanundan
hevði
hann
verið
ein
av
slóðbrótarunum
hjá
føroyingum í Grønlandi
í Føroyingahavnini.
Í 1940 fluttu tey út á
Borðuna, har Jákup var
vitameistari eitt skifti.
Síðani fluttu tey út í
Mykineshólm, har tey
vóru til 1954, tá bústað-
urin aftur var Borðan,
har Jákup var vita-
meistari til hann fór frá
fyri aldur í 1969. Tá
fluttu tey til Havnar at
búgva uppi í Pedda við
Steinsgøtu.
Jákup var løgtings-
maður fyri Javnaðar-
flokkin frá 1936-43.
MYNDA-
FRAMSÝNING
Eirikur Lindenskov
Í sambandi við Summ-
arframsýningina
gevur
Norðurlandahúsið
út
snøggan
bókling,
har
Malan Marnersdóttir greið-
ir frá um føroyska list.
Bóklingurin lýsir eisini øll
tey fjúrtan listafólkini, sum
eru á framsýningini.
Í bóklinginum sigur Mal-
an Marnersdóttir m. a., at
landslagið hevur at kalla
verið
tjóðarmotivið
í
føroyskari list og at »tað er
felags umberingin fyri at
arbeiða við kjarnanum í
nútíðar list«.
Malan
Marnersdóttir
slær fast, at vissuliga eru
landslagsmálararnir komnir
langt við myndaevni sínum
og eisini nýggjum royndum
við liti, sniðið, tilfari og
samanseting.
– Men hjá yngri lista-
fólkum eru onnur mynda-
evni um at vinna á lands-
løgunum, sigur Malan og
leggur afturat, at »ein
reinari«
mordernistiskur
áhugi fyri forminum sum
innihald ger so hvørt
uppaftur meira vart við seg.
Fjúrtan myndlistafólk sýna fram
í Norðurlandahúsinum
Landslag og formur
TÓNLEIKUR
Í hesum døgum eru li-
tavisku fólkatónleikararnir,
hjúnini Algirdas Klova og
Jurate Klova og vitja í
Føroyum. Tey komu til
landið fyrst í vikuni og
hava
longu
havt
fleiri konsertir, men enn er
møguleiki at hoyra tey
framføra. Seint fríggja-
kvøldið
spæla
tey
í
Manhattan í Havn, og
leygarkvøldið 9. juni kl.
20.00 verða tey at hoyra
umborð á sluppini Høga-
nesi í Runavík. Sunnu-
kvøldið spæla tey í Café
Natúr í Havn.
Á skránni eru litaviskir
fólkasangir og instrumental
løg, spæld við fiól og
ymiskum
siðbundnum
litaviskum ljóðførum.
Algirdas
og
Jurate
hava áður verið at hoyrt í
Føroyum. Í 1997 vóru tey
við í einum størri ferðalag
við listarfólkum úr baltisku
londunum í sambandi við
Baltisku vikuna, ið Norð-
urlandahúsið skipaði fyri
tað árið.
Føroya Fólkatónleikara-
felag, Norðurlandahúsið í
Føroyum og Nordisk In-
formationskontor í Viln-
ius skipa fyri og stuðla
ferðini hjá Algirdas og
Juratu Klova til Føroya nú í
summar.
Litavisk vitjan
Algirdas Klova úr Litavia við violinini
C
M
Y
K
3
2