Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 107 - 8. juni 2001 Nr. 107 - 8. juni 2001 5 gult4 cyan4 magenta4 svart4 gult5 cyan5 magenta5 svart5 Í hesum døgum er ráðstevna í Vágunum millum londini í Útnorði. Til viðgerðar er drekkivatnið og vatnið á flakavirkjun- um í Føroyum og Noregi. Endamálið er at skifta orð um royndirnar hjá hvørj- um øðrum á tí heilsu- frøðiliga økinum HEILSUFRØÐILIG VIÐURSKIFTI Stefan í Skorini Mikudagin 6. juni byrjaði ein norðurlendskur fundur, har evnið verður matvøru- og veterinerøkið. Luttak- andi londini eru Grønland, Ísland, Føroyar og Noreg. Tað var Grønland, ið tók stig til samstarvið í 1995 millum londini í Útnorði, og fundirnir hava verið einaferð um árið, har felags viðurskifti innan matvøru- og veterinereftirlit hava verið viðgjørd. Drekkivatnið Høvuðsevnið hesuferð verður drekkivatnið, men eisini vatnið á flakavirkjum verður tikið til viðgerðar. Heilsufrøðiliga Starvsstov- an í Føroyum og tann í No- regi fara at viðgera, hvussu støðan viðvíkjandi drekki- vatni er í Føroyum og No- regi. Viðurskiftini í teimum báðum londunum kunnu í nógvum førum samanber- ast. Í tí sambandi hevur Rikke Berg Larsen gjørt eina umfatandi kanning av vatngóðskuni á teimum før- oysku flakavirkjunum. Kanningin vísir, at vatnið á flakavirkjum er gott, men tað vísir seg ofta, at hetta vatnið er betri enn tað, sum borgararnir fáa úr kranan- um. Soleiðis verður støðan lýst, og londini kunnu brúka hesar upplýsingar, tá tey standa við somu trupul- leikum. Njóta av royndum hjá øðrum Endamálið við fundinum er at hava eitt kjaktorg í Út- norði, har serkøn fólk kunnu skifta orð um roynd- ir á heilsufrøðiliga økinum hvør hjá øðrum. Samstarv- ið hevur til endamáls, at tey ymsu londini kunnu njóta av royndunum hjá hinum. Londini í Útnorði hava mangan teir somu trupul- leikarnar at dragast við á heilsufrøðiliga økinum, og tí er eitt samstarv sjálvsagt. Í hesum sambandi er ætlan- in at skipa fyri býti av starvsfólki millum londini. Niðurstøðan á seinasta fundinum í Grønlandi var, at hetta samstarvið er vert at halda á við, og tí royndir hjá øðrum koma einum sjálvum til góðar. Luttakararnir eru til fyri- lestrar á Hotel Vágum, men fara eisini at vitja vatnverk kring landið. Kanna drekkivatnið í Føroyum Fólk á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hava gjørt kanningar av drekkivatni og av vatni á flakavirkjum í sambandi við norðurlendska fundin á Hotel Vágum komandi dagarnar Føroyska mentanar- vikan í Nuuk varð sett í mentanarhúsinum Katuaq mikukvøldið MENTAN Edvard Joensen Nuuk: Føroyska mentanar- vikan í Nuuk, sum norður- lendski mentanarstovnurin í Grønlandi, NAPA, skipar fyri, varð sett í Katuaq mikukvøldið. Tað var Guðrun Gudmundsen, sum arbeiðir hjá NAPA, sum setti stevnuna, meðan Bula Larsen, sum eisini arbeiðir hjá stovninum, umsetti til grønlendskt. Eini 80-90 fólk, har av tey umleið 40 vóru komin úr Føroyum, vóru hjástødd, tá tiltakið varð sett. Setanin byrjaði við, at tveir musikskúlanæmingar úr Havn, Maria Heinesen og Heiðrunn Petersen, spældu nøkur løg á fiól, áðrenn Guðrun Gudmund- sen og Bula Larsen alment settu stevnuna. Samstundis sum tiltakið varð sett, byrjaði eisini ein framsýning við grafiskum verkum hjá Elinborg Lüt- zen í Katuaq. Meðan mentantanarvik- an er í Nuuk, fara føroysk tiltøk at verða hildin ymsa staðni í býnum. Eitt nú fer Lydia Didriks- en, rithøvundur, at halda fyrilestrar um føroyska bókmentir á skúlum í Nuuk, eins og hon fer at sýna ymsar filmir úr og um Føroyar. Føroysku musikskúla- næmingarnir fara at hava konsertir saman við grøn- lendskum næmingum og lærara teirra. Kular Røtur úr Klaksvík fara at hava framførslur á ymsum skúlum, eins og limir úr Vága Dansifelag fara at sýna fram føroyskan dans og dansispøl. Ymiskt um ull og ullarúr- dráttir verður at síggja í Katuaq hesar dagarnar. Karin Brattaberg fer at sýna fram ymiskt, hon hevur gjørt úr føroyskari ull, eins og Gudrun Chemnitz úr Grønlandi fer at vísa ymiskt, gjørt er úr moskus- ull. Filmurin Bye Bye Blue- bird verður sýndur í Katu- aq, eins og sjónleikur eisini verður at síggja í húsinum. Tað er ein leikur, gjørdur yvir søgu hjá Williami Heinesen, sum sýndur verður. Sunnudagin fer Rúni Brattaberg at hava konsert saman við einum finskum pianisti. Sjálvandi veðrur eisini tíð til hugnaløtur. leygar- kvøldið verður skipað fyri føroyskari kvøldsetu í Katuaq saman við Føroy- ingafelagnum í Nuuk, har føroyskur matur vderður at fáa, eins og føroyingarnir, sum komnir eru til Nukk í samband við mentanarvik- una, fara at skipa fyri undirhaldi. Birgir Enni er komin úr Føroyum at mat- gera burtur úr serligum før- oyskum rávørum. Og onkran av døgunum verður farið á flot. Siglt verður í farvatninum uttan fyri Nukk, har mangt for- vitnisligt er at síggja. Mentanarvikan endar týsdagin 11. juni, tá føroy- ingarnir fara heim aftur við flogfari umvegis Keyp- mannahavn. Í døgunum frá 11. til 17. juni verður sølufram- sýning í Smiðjuni í Lítluvík. Tað er 70 ára gamli Elias Joensen, sum hevur framsýning av egnum handarbeiði, og møguleiki verður at keypa lutirnar. Framsýningin letur upp mánadagin 11. juni klokkan 15, og hon er opin allar dagarnar mill- um kl. 15 og 19. Søluframsýning í Smiðjuni í Lítluvík Føroyska mentanarvikan sett Maria Heinesen og Heidrun Petersen spældu fiól, tá føroyska mentanarvika vard sett Mynd: Edvard Joensen C M Y K 5 4 Ein føroyskur áskoð- ari varð tikin av løgregluni undir landsdystinum mikukvøldið. Hann tveitti eina glasfløsku eftir løgreglumanni, men rakti ein smá- drong í høvdið ÁSKOÐARAR Eyðun Klakstein Fólk leitaðu sær í stórum tali til HM-landsdystin millum Føroyar og Jugo- slavia á Tórsvølli miku- kvøldið. Almenna áskoð- aratalið var 4.371, og flestu av hesum áskoðarunum skikkaðu sær væl. Men á áskoðaraplássun- um aftan fyri málið, har trúgvastu føroysku áskoð- ararnir halda til, vóru tað ikki allir, sum dugdu at uppføra seg. Ein maður, sum hevði fingið ov nógv inn um, tveitti eina glasfløsku eftir einum løgreglumanni, sum gekk framvið. Fløskan rakti ikki løgreglumannin, men hinvegin ein smádrong í høvdið. Vaktarmaður fann fram til tann seka mannin, og eftir at hava tingast eina løtu fór løgreglan avstað við manninum, sum er skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar. Ein áskoðari, sum Sosial- urin hevur tosað við, heldur, at atburðurin hjá hesum manni var út av lagi, og at fólk sótu sum kánus eftir hendingina. 12. maður harmast Formaðurin fyri føroyska áskoðarafelagnum, 12. manni, heldur lítið um hendingina, sum hann eisini var vitni til. – Hasin persónurin hoyrdi ikki til okkum, og vit vilja heldur einki hava við slík fólk at gera. Vit leggja upp til at hava tað stuttligt, og tað er avgjørt ikki soleiðis, at tað skal ganga fyri seg, sigur Regin Egholm. – Vit eru fullkomiliga ímóti, at áskoðarar skulu gera um seg á slíkan hátt. Vit skulu heldur stuðla landsliðnum við rópum og sangi og hava tað stuttligt, meðan vit gera tað. – At ein áskoðari tveitir eina fløsku á slíkum skila- leysan hátt, má ikki gerast ein vani, og vit kunnu bara ímynda okkum, hvat hevði hent, um fløskan endaði inni á vøllinum, sigur Regin Egholm. Løgreglan væl nøgd Løgreglan hevur sentrala uppgávu, tá stór tiltøk sum fótbóltslandsdystur er á skránni, og mikukvøldið var løgreglan sjálvsagt til arbeiðis. – Okkara stóra uppgáva er at syrgja fyri, at fólk og ferðsla kunnu koma til og frá dystinum á ein tryggan hátt, og hetta gongst væl. Tað er gott lag millum fólk, tá tey fara til dyst, og sjálvt um vit tapa so nógv, so er ongantíð vandi fyri ófriði, sigur Jón Klein Olsen. – Tað er munur á, tá fólk fara til fótbólt í Føroyum og í til dømis Danmark. Stemningurin er ein annar í Føroyum, og tað er eingin, sum ger seg inn á nakran. Løgreglan hevði einar 10 mans umframt hjálparfólk til arbeiðis undir lands- dystinum mikukvøldið, og tað var bert tann eini mað- urin, sum varð handtikin í sambandi við dystin. Áhugabólkurin Síl í Ósánna skipar á norðoyastevnu fyri framsýning í Ósá- skúlanum UMHVØRVI Eyðun Klakstein Klaksvík: Eina ferð í tíðini var Ósáin ein rein og vøkur, men í dag er áin mest at samanlíkna við ein køst. Kloakkir renna út í ánna, og nógv órudd er í ánni. Á norðoyastevnu tekur áhugabólkurin Síl í Ósánna við eini serligari framsýing eitt tak fyri skitnu Ósánni. – Við framsýningini er ætlanin at vísa borgarun- um, hvussu tíðin er farin við ánni og umhvørvinum har áleið, og hvussu vit kunnu venda gongdini, so- leiðis at áin og umhvørvi aftur koma til heiður og æru, øllum borgarunum til gleði og gagns, sigur áhugabólkurin um fram- sýningina. – Framsýningin skal eisini virka við til at økja um áhugan fyri umhvørv- inum og umhvørvisvernd, soleiðis at vit sum borgarar og politikara altíð hava umhvørvi og umhvørvis- hugsanina við í tí, vit fyri- taka okkum. Framsýningin á norðoya- stevnuna fer at vísa Ósánna fyrr og nú, og fólk kunnu fara uppí áhugabólkin, sum Abraham Mikladal og Kári Purkhús hava tikið stig til. Framsýning um Ósánna verður opin, samstundis sum listaframsýningin í Ósáskúlin verður. Smádrongur fekk fløsku í høvdið Flestu av teimum 4.371 áskoðarunum til landsdystin millum Føroyar og Jugoslavia mikukvødlið skikkaðu sær, men ein áskoðari varð tikin av løgregluni, eftir at hann hevði tveitt eina fløsku Mynd: Álvur Haraldsen Gera átak fyri skitnari á Ein áhugabólkur fer nú rættiliga undir arbeiðið at fáa Ósánna í Klaksvík aftur til heiður og æru