fríggjadagur 8. juni 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 107 - 8. juni 2001
Nr. 107 - 8. juni 2001
7
gult6 cyan6 magenta6 svart6
gult7 cyan7 magenta7 svart7
Í Æðuvík er bygdar-
fólk og Kommunan
fingið heiður og æru
fyri at áralangt
arbeiði at at rudda og
fríðka bygdina
RØKISSKAPUR
Áki Bertholdsen
Æðuvík er ikki ein bygd,
sum hevur verið samtalu-
evni hjá fólki. Hon er
heldur ikki ein bygd, sum er
at síggja í teimum litføgru
faldarunum, sum hvørt ár
verða sendir í øll heraðs-
horn í eini roynd at lokka
útlendsk ferðafólk til Før-
oya.
Mikudagin var alt hetta
broytt, tí nú er Æðuvík av
álvara komin á Føroya-
kortið.
Tað hendi á samkomu í
Norðurlandahúsinum
seinnapartin
mikudagin,
har Æðuvík vann kapping-
ina um at vera best røkta
bygd í Føroyum.
Saman við heiðrinum,
fekk Æðuvík eitt listaverk
og
30.000
krónur.
Listarverkið, er fyribils
hongt í Missiónshúsið til
endalig avgerð verður tikin
um, hvar hann skal hanga,
møguliga verður tað í
Býráðshúsinum í Runavík,
sum Æðuvík er í kommunu
saman við. Tað er eitt
listaverk, sum Jens Frede-
riksen hevur gjørt við til-
fari, hann hevur funnið í
Sandágerði.
Tað er heldur ikki avgjørt
hvat tær 30.000 krónurnar
skulu brúkast til. Men
Æðuvík er ein sjáldsama
ung bygd. Av teimum 97
fókunum í bygdini eru yvir
30 børn undir 14 ár og tað
má sigast at vera rættiliga
óvanligt á bygd í Føroyum.
Og okkurt er á veg afturat.
Væntandi
verður
í
hvussu so er ein partur av
pengunum, brúktur upp á
børnini, sigur Jóna Christi-
ansen sum var ein av
teimum mongu æðuvík-
ingunum í Norðurlanda-
húsinum mikudagin.
Tey, sum sita í dóms-
nevndini, sum hava valt
best røktu bygdina, eru Óli
Mikkelsen, lækni í Havn,
sum er formaður, Gunnleyg
Durhuus, arkitektur, sum er
trivnaðarstjóri hjá Tórs-
havnar Kommunu, Tórálv-
ur Weihe, arkitektur, Jacob
Pauli Joensen, umhvørvis-
verkfrøðingur á Heilsu-
frøðiligu Starvsstovuni og
Osva Olsen, fólkalívsfrøð-
ingur á Føroya Fornminn-
issavni.
Annars er tað Ferðaráð
Føroyar, sum samskipar
tiltakið.
Umframt at Æðuvík er
best røkta bygdin, valdi
dómsnevndin eisini Mið-
vág til at vera næstbest
røktu bygdina í Føroyum
og Tjørnuvík varð nummar
trý.
Orsøkin til, at Æðuvík
vann kappingina var sjálv-
sagt tí, at har var ruddligast
og nossligast. Men har
høvdu tey eisini gjørt nakað
fyri ferðafólkið, eitt nú er
alment wc í bygdini og
bygdargøtur eru merktar av.
Somuleiðis eru klakkkir,
rottangar og onnur viður-
skifti, fingin í rættlag.
Tað eru ikki so nógv
ár síðani, at Æðuvík
var ruskpláss hjá
stórum parti av
landinum
RØKISSKAPUR
Áki Bertholdsen
Tað er ikki av tilvild, at
Æðuvík vann sær pláss í
Føroya Søgu sum best
røkta bygd í 2001.
Men tað er ikki so nógv
ár síðani, at Æðuvík var
ruskpláss hjá eimum stór-
um parti av landinum.
Allastaðni frá komu rusk-
bilar til Æðuvíkar at stoyta
sína ótespuligu lastir útav
bakkanum
á
Fossdals-
bakka, har ruskplássið var.
Tá var mangan ónossligt
í Æðuvík.
– Síðani er ómetaliga
nógv hent, og eg haldi, at
tað er væl klárað, at vit
hava vunnið heiðurin at
vera best røkta bygd í
landinum í ár, heldur Jóna
Christiansen.
Men tað er eisini lagt eitt
stórt arbeiði í at fáa bygd-
ina so vakra og nossliga.
– Vit vóru eisini við í
kappingini seinast og tá
vóru vit nummar tvey. Tað
gjørdi, at áhugin fyri at
halda fram var rættiliga
stórur og alt bygdarfólkið
var rættilgia spent upp á at
royna
at
vinna
fyrsta
plássið her.
Øll bygdin tekur dugliga
ikið lut í arbeiðnum at
halda bygdina reina og
ruddiliga og tað minsta øll
hava gjørt, er at hampa og
nossla rundanum hjá sær
sjálvum. Samstundis hevur
kommunan gjørt eitt stórt
arbeiði at fáa ymisk viður-
skifti í rættlag.
Jóna Christiansen sigur,
at alt bygdarfólkið hevur í
nógv ár gjørt rættiliga nógv
burturúr at rudda bygdina,
vegirnar og mølina.
– Tað besta er, at vit hava
eisini fingið lagt tað niður í
børnini, at tey skulu ikki
órudda. Og tað hevur fest
seg, tí tá ið børnini koma
heim um kvøldarnar, hava
tey
karamellpappír
og
annað burturkast í lumman-
um, heldur enn at tveita tað
á vegin.
– Tá ið børn úr Æðuvík
eru aðrastaðni og ferðast,
fáa tey mangan tað skoðs-
mál heimaftur við, at tey
ganga sera væl um. Tað
hava fólk aðrastaðni lagt til
merkis og tað eru vit fegin
um.
Hon sigur, at yvirhøvur
verður tað ikki væl dámt
um fólk tveita frá sær og
gera tey tað, verður tað
átalað.
– Í Æðuvík er bannlýst at
tveita frá sær
Men hetta hevur ikki
skapt misstemning í bygd-
ini. Tvørturímóti hevur tað
skapt nógva sosiala sam-
veru og gott samanhald í
bygdini, at vit rudda og
nossla í felag.
– Vit hava eisini havt
nógvar stuttligar løtur burt-
ur úr hesum. Úrslitið sæst
eisini, tí nú er tað ógvuliga
nossligt og rudduligt í
Æðuvík.
Hon
heldur,
at
nú
Æðuvík hevur fingið hend-
an heiðurin, fer tað at eggja
fólki til at halda á og
kanska at gera enn meiri
burturúr. Tað kundi kanska
eisini eggjað fólki í øðrum
bygdum í kommununi at
tikið táttin upp, tí tað er
ikki líka væl vorðið alla-
staðni.
Æðuvík er best røkta
bygd í øllum Føroyum
Hesir tríggir hava nakað at
vera ernir av, tí teir koma úr
trimum teimum best røktu
bygdunum í Føroyum. Ytst
høgrumegin stendur
Rodmund Nielsen,
borgarstjóri í Runavíkar
Kommunu, sum eisini
umfatar Æðuvík. Í
miðjuni,Georg Hansen,
skrivari í Miðvágs Kommunu
og Ásbjørn Djurhuus,
næstformaður í Haldórsvíkar
Kommunu, sum umfatar
Tjørnuvík. Fremst á myndini
er kollasjan, sum Jens
Frederiksen hevur gjørt við
tilfari, sum hann hevur
funnið í Sandágerði
Landskøsturin er nú eitt prýði fyri landið
Sviar dáma ikki, at
partur av Norður-
londum hugsar um
stórhvalaveiðu við
útflutningi fyri eygað.
Hetta ger svenski
umhvørismálaráðhar
rin greitt í svari til
Jógvan við Keldu og
Dan R. Petersen, sum
umboða Føroyar í
Norðurlandaráðnum
NORÐURLANDA-
RÁÐIÐ
John Johannessen
Tað nervar sviar, at lond í
Norðurlandaráðnum hugsa
um at fara undir stórhvala-
veiðu við útflutningi fyri
eygað.
Hetta er greitt, eftir at
svenski umhvørvismála-
ráðharrin, Kjell Larsson,
hevur svarað einum fyri-
spurningi
Jógvani
við
Keldu og Dan R. Petersen.
Teir
báðir
føroysku
limirnir í Norðurlanda-
ráðnum hava spurt svenska
umhvørvismálaráðharran,
hvat tað eru fyri fyrivarni,
Svøríki hevur tikið fyri
brotinum
um
veiðu
í
frágreiðingini um burðar-
dygga menning í Norður-
londum.
Jógan við Keldu og Dan
R. Petersen gjørdu í fyri-
spurninginum vart við, at
bæði føroyingar og ís-
lendingar fleiri ferðir á
ráðstevnuni um burðar-
dygga menning í Oslo 2. og
3. apríl gjørdu vart við, at
tað var óheppi, at Svørkíki
tekur fyrivarni fyri brotin-
um um veiðu. Men hóast
hetta, kom einki svar frá
svium um, hvørki fyri-
varnini vóru.
Men nú er greitt, at sviar
eru bangnir fyri, at før-
oyingar og íslendingar fara
at veiða stórhval og selja
hann. Hetta helst tí, at sviar
meta, at hetta kann skaða
umdømið hjá Norðurlond-
um í heimshøpi.
Tað liggur ikki fyri
hjá løgmanni at sam-
ráðast við danska
fíggjarmálaráðharran
um blokkin komandi
týsdag. Harafturat vil
løgmaður, at Nyrup
skal standa fyri
samráðingunum
HEILDARVEITINGIN
John Johannessen
Anfinn Kallsberg, løg-
maður,
tekur
ikki
av
innbjóðingini frá danska
fíggjarmálaráðharranum,
Piu Gjellerup, um at koma
á fund um blokkstuðulin
komandi árið.
Tað liggur nevniliga ikki
fyri hjá løgmanni at fara til
Danmarkar á fund týdagin,
tí hann hevur fyri langari
tíð síðani lovað at verið við
á einum øðrum fundi tá.
Harafturat vil løgmaður,
at
samráðingarnar
um
blokkstuðulin skulu vera
við danska forsætisráð-
harran. Og løgmaður vil
eisini hava ein yvirskip-
aðan fund um yvirtøkur við
danska forsætisráðharran.
Landsstýrið fer í næstum
at
senda
Poul
Nyrup
Rasmussen bræv um hesi
viðurskifti. Men er ikki
gjørt av, hvat skal standa í
brævinum.
Løgmaður og danski for-
sætisráðharrin hava annars
tosað saman í telefon
seinastu dagarnar.
MáF skipar fyri
Barnasjónleikarastevna
Leygardagin
9.
juni
skipar MáF fyri Barna-
sjónleikarastevnu
í
Havn.
Frá
klokkan
10:00 - 13 fara 5 bólkar
við tilsaman 80 børnum
at spæla sjónleik í
býnum. Ætlanin við
stevnuni er, at børn, sum
arbeiða við sjónleiki í
skúlanum og í frítíðini,
fáa høvi at framføra fyri
øðrum og at síggja
hvussu aðrir bólkar hava
arbeitt. Eisini vóna vit at
tey fara at stuttleika sær
óført.
Tiltakið skuldi eftir
ætlan vera 19. mai, men
varð útsett vegna verk-
fall. Av tí sama, eru tað
tíverri tveir bólkar, sum
ikki kunnu vera við
hesuferð. Bólkarnir hava
gjørt nógv burturúr, men
tað sum umræður er, at
børnini fáa ein góðan
dag. Um tiltakið verður
væleydn að, kann tað
væl hugsast at ein barna-
stevna verður við jøvn-
um millumbilum. Av tí
at hetta er tann fyrsta av
sínum slag, kann rokn-
ast við at okkurt skal
broytast til næstu ferð.
Spælt verður í Sjón-
leikarhúsinum, við Við-
arlundina
(har,
sum
Pisufundurin vanliga er)
og í Grasagarði. Bólkar-
nir, sum eru við: Sand-
oyar Meginskúli, Sjón-
leikaskúlin hjá Havnar
Sjónleikarfelag, Komm-
unuskúlin,
Norðskála
/Oyra skúli og Sjón-
leikaskúlin í Nólsoy.
Framførslurnar
eru
ókeypis og øll eru
vælkomin (um tað er
pláss).
Frá kl 11:00 - 13:00
kunnu øll børn, sum
hava hug, verða sminkað
í
Sjónleikarhúsinum.
Hetta kostar kr. 25,- fyri
hvønn
SKRÁIN
kl 10:00 Í SJÓN-
LEIKARHÚSINUM
Kommunuskúlin
framførir leikin "Djóra
fagnaður"
kl 10:15 við
VIÐARLUNDINA
Sandoyar Meginskúli
framførir leikin
"Børkan og Svína-
hvonnin"
kl 11:15 Í SJÓN-
LEIKARHÚSINUM
Sjónleikarskúlin hjá HS
framførir leikin
"Snjódrotningin"
kl 12:15 í
GRASAGARÐI
Norðskála/Oyra skúli
framførir leikin "Konan
í Runugrøvini"
kl
13:15
Í
SJÓN-
LEIKARHÚSINUM
Sjónleikarskúlin í
Nólsoy framførir leikin
"Maria"
Løgmaður fer ikki at
samráðast týsdagin
Stórhvalaveiða nervar sviar
Jógvan við Keldu og Dan R. Petersen, limir í
Norðurlandaráðnum
C
M
Y
K
7
6
Sig okkum frá
Hendir okkurt, sum
er hugvert hj ¿Ýrum at vita,
eru vit til reiÝar at bera tÝindini vÝari.
Sosialurin leggur seg eftir at bera
tÝindi r ¿llum landinum.
Vit koyra runt t kenda, gra Toyota
bilinum viÝ eyÝkendu frmerkjunum.
FerÝandi blaÝstjrnin er dagliga ti kring landiÝ.
Vit eru at hitta telefon nr. 31 18 20.
Telefax nr. 31 47 20.
Edvard Joensen mannar l¿tuni ferÝandi
blaÝstjrnina. Hann er at hitta telefon nr.
42 36 17 ella fartelefon nr. 22 05 07.
Eisini ber til at senda teldupost til:
edvard@sosialurin.fo
ella post@sosialurin.fo