Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. februar 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 21 Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Danmarksmeistarin í poetry slam, Peter Dyreborg, er ovurfegin um at danska listaráðið nú víðkar bókmentahugtakið til eisini at umfata ljóð og upplestur. Tískil kunnu slammarar nú eisini søkja stuðul frá ráðnum Poetry Slam Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Uttan mun til, hvat man meinar um poetry slam, er tað rættiliga undirhaldandi at vera áhoyrari til hesar kappingar. Á einum poetry slam eru tað nevniliga áhoyrarnir, ið gera av, hvør yrkjari á pallinum dugir best at framføra sínar yrkingar. Seinast, eg var við til eitt poetry slam, endaðu vit øll við at hoppa í sofum og stólum við veipandi ørmum, fyri at vísa , at yrkjarin Peter Dyreborg hevði uppiborið eitt pláss í finaluni í danmarksmeistarakappingini í Poetry Slam. Hinir yrkjararnir megnaðu bert at fáa onkra blan- ding av trampum í gólvið, flákr við hondini, dunk í borðið ella rist við høvdinum, ið merkir ávikavist eitt, tvey, trý og fýra stig. Ongi hopp í sofunum og harvið fimm stig til tey, tí tey átti suvereni Dyreborg. Hildu vit í fjør. Og tað halda nógv framvegis, tí herfyri gjørdist Peter Dyreborg danmarksmeistari í poetry slam. Sexutar yrkingar Tað var Dyreborg sjálvsagt rættiliga fegin um. Ikki minni fegin gjørdist hann, tá bókmentanevndin hjá danska listaráðnum herfyri kunngjørdi virkisætlanina hjá nevndini næstu fýra árini. Í ætlanini verður sagt, at bókmentir, bæði sum ”ljóð og upplestur” fanga lesaran og lurtaran í eini sansandi og sannandi uppliving. Sambært bókmentanevndini skal tað tí eisini bera til at søkja sum stuðul til millum annað poetry slam og munnligar frásøgnir. - Hetta er ótrúliga stórt fyri poetry slam umhvørvið, sum an- nars altíð stendur fyri skotum og ongantíð hevur verið viðkent av teimum ’fínu’, sigur Peter Dyre- borg við Berlingske Tidende. Líka síðani poetry slam fyri- brigdi sá dagsins ljós í 1984, hava bókmentafrøðingar verið ósamdir um, hvørt hesar fram- førslur yvirhøvur hava nakað fagurfrøðiligt virði. Eitt nú hevur kendi amerikanski bókmentakriti- karin, Harold Bloom, kalla poetry slam ”listanna deyði”. Hinvegin vil royndi ummælarin á New York Times, Stephen Holden vera við, at poetry slam hevur gjørt yrking sexut á ein hátt, vit ikki hava sæð síðani beat-yrkjararnir vóru í hæddini. Á altjóða pallin Ivin um listarliga virðið í poetry slam hevur higartil havt við sær, at tað hevur verið trupult hjá donskum slammarum at søkja stuðul frá etableraðum stovnum. Við nýggja stuðulsmøguleikanum vónar Peter Dyreborg, at hesir yrkjararnir nú eisini fáa møgu- leika at gera vart við seg á altjóða poetry slam pallinum. Rasmus Heiberg, næstformaður í bókmentanevndini í listaráðnum heldur tað vera eyðsæð, at slam- marar og aðrir orðasnillingar hava sama tørv, sum onnur listafólk at leita sær íblástur í altjóða umhvørvinum. - Fyrst og fremst hevur tað verið týdningarmikið fyri nevn- dina at vísa, at vit viðurkenna, at hetta slagið av bókmentum hevur uppiborið stuðul heilt á jøvnum við allar aðrar bókmentir, sigur Rasmus Heiberg. Uttan iva verður nýggi stuðuls- møguleikin ein kærkomin hurð út í heim hjá nógvum donskum slammaraum. Men longu í maj mánað fær Peter Dyreborg ein heilt serstakan møguleika at gera seg galdandi í altjóða slam-høpi. Tá fer hann nevniliga at dystast um onki minni enn heimsmeista- raheitið í poetry slam, ið verður avgjørt í París. Poetry Amerikansk marra Cormac McCarthy, Vejen, Gyldendal, 2008 Ein pápi og 10 ára gamli sonur hansara ganga einsamallir gjøgnum eitt oyðimarkalíknandi Amerika. Onki lív er at hóma, onki flytir seg uttan øskan í vindinum, og tá tað kavar, eru flykurnar gráar. Teir ganga móti strondini uttan at ána, um teir finna nakað lív, nakra vón yvirhøvur. Tað einasta, teir hava við sær, er ein revolvara at verja seg við og ein innkeypsvogn við dósamati. Kennarar varnast uttan iva, at vit her eru í univerisinum hjá amerikanska høvundanum Cormac McCarthy, ið í fjør fekk Pulitzer virðislønina fyri bókina, The Road, sum nú er týdd til danskt. 74 ára gamli høvundurin hevur langt síðani gjørt tað til sítt vørumerki at varpa ljós á mest døpru eyðkennini við menniskjalyndinum. Vónleyst dapurt verður tað tó ikki í Vejen, tí høvundurin hesuferð roynir at kanna, hvussu nógv tað góða kann bera í einum heimi, har tað ónda er allastaðni. Av eini Cormac McCarty skaldsøgu at vera, er Vejen óvæntað løtt at lesa. So nýggir lesarar kunnu uttan himpr byrja her – og fyrireika seg uppá missa svøvnin av hesi meistarligu amerikansku marruni. Ein ræðulig, nívandi og vøkur lesiuppliving í orðsins sanna týdningi. Nógv umrødda bókin, Vejen, eftir Cormac McCarthy, snýr seg um, hvussu nógv tað góða í grundini kann bera Framhald av Da Vinci á veg Nú er tað heilt víst – framhaldið av Da Vinci mysteriet er á veg. Stórsta loyndarmálið við nýggju bókini er tó sjálvur útgávudagurin. - ’Timing’ er alt, er tað einasta, rithøvundurin Dan Brown fæst at siga, nú tað frættist at hann er í holt við at skriva framhaldið til metseljaran yvir teimum øllum, Da Vinci mysteriet. Fyribils er bert komið fram, at loyniliga bókin hjá Brown verður enn ein gysari um Harvard professaran Robert Langdon, sum kannaði loyndarmálið um Da Vinci. Hesuferð gongur kanningararbeiðið tó fyri seg í USA, har Langdon roynir at avdúka loyniligu søguna um, hvussu høvuðsstaðurin Washington varð búsettur. Onkur tekin eru tó likin út um, nær lesrarar kunnu vænta bókina. Forleggjarin hjá Dan Brown hevur nevniliga sagt, at rithøvundurin hevur valt ein heilt serligan dag, at geva bókina út, og at tá hon kemur, fara lesarar at skilja hví. Hetta fær onkran at halda, at tað er væl hugsandi, at bókin kemur 4. juli, ið er amerikanski tjóðar- og frælsisdagurin. Í bókavinnuni skilja fólk annars væl, hví tað hevur tikið Dan Brown so langa tíð at koma við einum framhaldi til Da Vinci mysteriet, ið kom út á heysti í 2004. Væntaninar eru sum vera man øgiligar til rithøvundan, sum hevur vunnið út við 1,5 milliardir krónir av síni seinastu útgávu. Dan Brown fæst ikki at avdúka, nær framhaldið av ”Da Vinci mysteriet” kemur út. Á www.information.dk ber til at síggja og hoyra Peter Dyreborg framføra yrkingarnar, ið tryggjaðu honum heitið sum danmarksmeistari í Poetry Slam Nr. 23 • 1. februar 2008