fríggjadagur 1. februar 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 23 - 1. februar 2008
tíðindi
Blaðtekningar
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tá nýggja løgtingið kemur
saman leygardagin er eisini
okkurt nýtt at síggja í
innandura
umhvørvinum.
Vitjar tú fólkavaldu tingini í
okkara grannalondum, so
er vanligt at síggja veggirnar
í politisku korridorunum
prýddar við tekningum hjá
kendum
blaðteknarum.
Hesin táttur er nú eisini
veruleiki á Føroya Løgtingi,
har tekningar hjá Óla Peter
sen eru vornar veggjaprýði
í nýumvælda løgtingsbygn
inginum. Edmund Joensen,
tingformaður
sigur
við
Sosialin, at nú tað er so van
ligt at síggja blaðtekningar
frá tí politiska umhvørvinum
í fólkavaldu tingunum, so
var tað upplagt eisini at
prýða onkrar av veggunum
í løgtingsbygninginum við
tekningum
hjá
okkara
frægasta teknara, Óla Peter
sen. Talan er fyribils um
góðar 30 tekningar, sum
hava staðið á baksíðuni í
Sosialinum hesi seinastu 19
árini, og eru tær frá politisk
um hendingum hesi árini.
Helst koma fleiri aftrat.
Edmund Joensen: Vit
hava
roynt
at
fáa
átt
arbeiðsligt
og
snotuligt
tinghús. Í hesum sambandi
hevur tað eisini stóran
týdning at prýða hølini við
føroyskari list, og partur av
hesi listini er tann politiska
listin, og tí hava vit valt at
prýða veggir við politisku
karrikaturunum
hjá
Óla
Petersen.
Óli P í løgtinginum
Tær fyrstu fýra tekningarnar hjá Óla Petersen komu upp á veggin uttanfyri skrivstovuna hjá tingformanninum í fjør. Her vísir Edmund Joensen, tingformaður
fyrrverandi danska tingformanninum, Ivan Hansen, teknilistina hjá Óla P.
Ein av teimum, sum Óli
Petersen hevur dámt og
dugað best at teknað, er
tjóðveldistingmaðurin
Tórbjørn Jacobsen, sum her
eygleiðir fyrstu tekningarnar í
løgtingshúsinum