fríggjadagur 1. februar 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 • 1. februar 2008
Vikuskifti
22
Stutt eftir at eg var byrjaður sum
lesandi á fróðskaparsetrinum
í Keypmannhavn, vitjaði kendi
libanski høvundurin Elias
Khoury. Hann helt fyrilestur um
skaldskap sín og um kynstrið
at fortelja søgu. Hann tosaði
serliga um týdningin í tí at skriva
skaldskap á einum málið, ið
varð sprottið úr gerandisdegnum
– hetta fyri at viðgera týðandi
viðurskifti, t.d. tabu o.líkn., ið
eitt samfelag hevur at dragast
við. Hetta gjørdi mann ikki í tí
skaldskapinum, sum kom út í
Libanon, metti Elias Khoury, og
samstundis var hetta serliga ein
eftirspurd mangulvøra í Libanon
– eitt samfelag sett saman av
fleiri smærri trúarsamfeløgum
(søguliga eitt økið har
minnilutabólkar leitaðu sær
skjól) og eitt samfelag við einum
15 ára langum borgarakríggi í
viðførinum. Eftir hansara meting
kundi skaldskapur hava ein
samfelagsligan leiklut við at fáa
hol á libansku tøgnmentanin, ið lá
yvir samfelagnum.
Hesin arabiski høvundurin,
ið telist millum teir fremstu
arabisku og hvørs flestu verk eru
týdd til enskt, legði nevniliga
eina týðandi staðfesting fram
hendan fyrrapartin í seinnu helvt
av árinum 2000: Libanon er ikki
komið yvir borgarakríggið.
Libanska tøgnment
anin skúlaverkið
Gjøgnum tey meiri friðarligu
90ini hevur ein tøgnmentan
ligið omaná almenna kjakinum.
Libanar hava ikki verið á einum
máli um at lýsa brogarakríggið,
at tilluta ábyrgd og óheiðurligar
leiklutir. Og frá almennari síðu
hava sitandi politikarar og
leiðarar valt ikki at tosa um ella
viðgera kríggið. Evnið hevur
verið ov eymt. T.d. hevur mann í
lærubókum, hjá fólkaskúlanum
og miðnámsskúlanum, lagt
størstu áherðsluna á eitt sameint
Libanon, har »lógin verður
fylgd«, og hevur mann stórt sæð
ikki umtalað borgarakríggið.
Ein einfald orsøk er hon, at
fleiri av politikarunum vóru
virknir oddamenn undir sjálvum
borgarakrígnum og tí hava teir
ikki ynskt at fáa hetta fram.
Í Ta´ið Avtaluna frá 1990
(samtykt og skrivað í saudi
arabiska býnum Ta´if) er m.a.
ein partur um ungdóm og
skúlaverkið. Her eftirlýsti mann
nýtt lærutilfar til søgufakið og
samfelagsligu fakini. Lærubøkur
skuldu miðja eftir at styrkja um
tjóðarskaparliga tilknýtið hjá
næminginum til Libanon. Eisini
skuldi mann finna eina semju
í lærubókum til søgufakið og
undirvísing annars, galdandi fyri
alt samfelagið. Men í libansku
eftirkrígstíðini eru tær flestu
verkætlanirnar kollsigldar, tí
partarnir í arbeiðinum hava havt
ov ymisk sjónarmið um evnið.
Politikarar við avgerðunum
hava í samsvari við tað statsliga
ráðandi sjónarmiðið síðan 1990,
hildið fast um, at áherðslan á
libanska ymiskleikan við fleiri
trúarsamfeløgum saman við
fremmandari uppíblanding,
er rótin til alt ónt; og tvs.
borgarakríggið. Funnist hevur
verið at frálærutilfarinum
fyri at ganga alt ov lætt
um sannleikan og so eisini
ímóti honum. Atfinningarnar
koma frá ymsum persónum
Miðeystur
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Ófriðarligt vikuskifti
Sunnudagin kom harðskapurin í Libanon á eitt annað og enn meiri álvarsligari stig síðan 1990, tá ið libanska borgarakríggið
formelt endaði. Hesaferð var libanski herurin uppií, tá ið átta mótmælisfólk doyðu undir ófriðinum – av hesum doyðu minst fýra
shiamuslimar av byrsuskotum. Og hesin munurin kann gerast sera álvarsamur, tí herurin hevur frammanundan verið mettur at
vera nevtralur í mun til ymsu bólkarnar í Libanon. Hendingarnar fóru fram undir mótmælisgongum í shiamuslimska býarpartinum
av Beirut., mótmælt varð ímóti vánaligu streymveitingini í hesum sama parti av Beirut. Fremsta ensk mælta blaðið Daily
Star skrivaði í vikuni, at sníkiskjúttar á høghúsum í økinum skutu eftir mótmælisfólkunum. Bara tveir dagar frammanundan
harðskapin á gøtunum í Beirut lat ein løgregluovasti lív í eini bilbumbu. Hesin hevði ein týðandi leiklut í eftirkanningum av fleiri
yvirgangsatsóknum, sum hava tikið lívið av fólkavaldum umboðum, týðandi fjølmiðlafólkum og nú síðan desembur ´07 tveimum
hermonnum úr libansku trygdarherinum, ið nú eftir øllum at døma verður spakuliga drigin longur uppí stríðið.
Libanski
knúturin II
– blóðdálkaður
og stadnaður
Sunnudagin í farnu viku gjørdist tað enn meiri sjónligt, at
15 ára langa borgarakríggið í Libanon ikki er farið
afturum. Libanar hava ikki gloymt, hóast lítið og einki
alment kjak hevur verið um kríggið gjøgnum 90ini og líka
inntil morðið á fyrrv. forsætisráðharran Rafiq Hariri í 2005.
Hesa tøgnmentan sær mann aftur í ymiskum bókmentum,
t.d. í lærubókum hjá libanska fólkaskúlanum og
miðnámsskúlanum