mánadagur 4. februar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 24 - 4. februar 2008
Ferðsluóhapp, innbrot og nógv full fólk
Tveir mans vórðu tiknir fyri spirituskoyring í Havn um vikuskiftið. Annar varð tikin í samband við
eitt óhapp tíðliga leygarmorgunin, og hin varð tikin í miðbýnum sunnumorgunin. Politiið gjørdi
sunnunáttina grein 13 kanning í Hoyvík, har tey fyri fyrstu ferð royndi nøkur nýggj skreening
alcometur, har fólk ikki skulu blása í eitt munnstykki, men bara ímóti einum tóli. 30 bilar vórðu
steðgaðir, men eingin koyrdi ávirkaður. Leygarmorgunin klokkan fýra varð løgreglan boðsend til eitt
innbrot í Kommunuskúlanum í Havn. Fólk vóru skjót á staðnum, og tveir 18 og 19 ára gamlir
unglingar vórðu handtiknir. Í Hoyvíkar Skúla vóru seks rútar brotnir í morgun. Politiið sigur, at hetta
er ein afturvendandi trupulleiki, og tey vænta at talan er um somu persónar. Harumframt hava
hálkuóhapp, bardagar og full fólk sermerkt vikuskifti.
Móti
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Mótaserfrøðingar, mótablað
fólk og danskir kendissar
eru komin til Føroyar á
altjóða mótasýning. Dagur
in byrjaði í Mullers Pakk
húsi við reseptión, áðrenn
leiðin gekk vesturaftur til
mótasýning
Gestirnir hjá Guðrun og
Guðrun vóru sera hugtiknir
av øllum, sum tey sóu og
upplivdu. Millum gestirnar
vóru fólk frá Japan, Italia,
Danmark,
Svøríki
og
Noreg.
Hetta er framúr hug
takandi, segði ein av gestu
num.
Vanliga standa vit í kø
til eitt glas av champagnu,
men her fáa vit privatflogfær,
sighseeing túr við Guðrun
og Guðrun sum guides og
nú eina lekra máltíð, segði
gesturin í Mullers Pakkhúsi
Fólk virkaðu at vera spent
til mótasýningina og serliga
harrakollektiónina. Og tey
vóru eisini púra samd um,
at hetta fór at lata hurðar
upp í útlandinum.
Sambært Guðrun Ludvíg
hevur kravgangur verið
eftir billettum. Fólk niðri
hava ringt og spurt, um tey
kunnu fáa billet, tí tey hava
hoyrt um hetta serliga tiltak,
greiðir hon frá.
Ein málningaframsýning
var hongd upp við málning
um eftir bæði Zachariasi
Heinesen, Anker Mortensen
og Hansinu Iversen, ímeðan
Uni Debess stóð fyri tón
leikinum. Matur og drekka
varð latin av Hotel Tórs
havn, og seinnapartin var
mótasýning á flogvøllinum.
Sosialurin hevur størri
myndafrásøgn í blaðnum í
morgin, og Rás2 og Por
talurin fylgja eisini tiltaki
num
Altjóða jetset
í Müllers Pakkhúsi
Høvuðspersónarnir, Guðrun og Guðrun
Frá móttøkuni í Müllers Pakkhúsi fyrrapartin