mánadagur 4. februar 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 24 - 4. februar 2008
Vanliga eru bussarnir
hjá Bussleiðini nóg
stórir teir flestu túrar
nar um dagin. Í morg
un, nú tann nýggja
koyriskipanin varð
tikin í nýtslu, vóru
teir so at siga fólka
tómir.
Bussleiðin
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: Eftir at hava roynt
við ókeypis koyringini, var
tíðin nú komin at víðka um
tilboðið enn meiri.
Í morgun byrjaðu bussar
nir hjá Bussleiðini soleiðis
at koyra tríggjar ferðir um
tíman, í mun til tvær ferðir
áður. Ein onnur broyting er
hon, at ein serstøk Skúlaleið
er sett á stovn.
Hetta eru alt stórar broyt
ingar sum miða eftir at geva
teim ferðandi eina betri
tænastu, soleiðis at ferðslan
gjøgnum býin verður so
avmarkað sum tilber.
Síðani skipanin við ókeyp
is koyring varð sett í verk,
hava tey í býráðnum staðfest
eina rættiliga stóra øking í
talinum av ferðandi.
Onnur eru kortini av teirri
sannføring, at talið av bilum
kortini ikki er minkað í eins
stóra mun.
Orsøkin til hetta er helst
hon, at talið av arbeiðsfólki
og vitjandi í Havn er vaksið
um somu tíð, nú bæði fólk í
Vágum og Norðoyggjum
hava møguleika at sleppa til
høvuðsstaðin
gjøgnum
undirsjóvartunlarnir.
Í dag høvdu skúlabørnini
frí í samband við føstulávin
tina. Seinni í vikuni skal
nýggja koyriskipanin standa
sína roynd, soleiðis at tann
fullkomna
koyriætlanin
kann setast í verk í komandi
viku.
Tvey ferðandi
Klokkan 9:05 í morgun fór
bussurin á Leið 3 úr Steina
túni og út til Norðasta
Horn.
Eingin var í bussinum á
veg út hagar, men á leiðini
sóust fólk bíða í hinari síð
uni eftir bussinum, sum var
á veg heim í býin. Hesin túr
urin var tann, sum tey helst
vóru von at nýta í farnu
viku.
Hesi vóru kanska helst
ikki greið yvir broytingar
nar, ið komu í gildi árla í
morgun.
Á Norðasta Horni hevði
bussførarin ein steðg uppá
12 minuttir, og tá hann gjør
di klárt at fara kl. 9:25, sást
ein maður nærkast bussi
num og kom innar.
Beint tá bussurin skuldi
fara avstað, kom ein genta
stórleypandi omaneftir móti
steðgiplássinum. Hon hevur
helst hildið seg verið í góð
ari tíð:
Klokkan var jú ikki meiri
enn 9:25 og vanliga fer buss
urin ikki avstað fyrrenn 10
minuttir seinni. Hon hevði
helst ikki varnast, at tann
gamla koyriætlanina ikki
var galdandi longur.
Hesi bæði vóru sostatt
einastu
ferðafólkini
við
Leið 3 heim í Steinatún hen
da túrin.
Lítil kunning
Tosað hevur verið um hesar
broytingarnar í longri tíð,
og nú vórðu tær so umsíðir
settar í verk.
Tað skilst tó á fólki, at
kunningin um hesar broyt
ingarnar í ferðaætlanini hev
ur verið rættiliga avmarkað
– fyri at siga nærum eing
in.
Onkur ferðandi høvdu lis
ið okkurt smávegis um tað í
onkrum blaði, høvdu hoyrt
tað í útvarpinum ella lisið
tað á Portalinum, men eing
in stór lýsingarkampanja
hevði boðað frá hesum
broytingum.
Eg fór inn á heimasíðuna
hjá býráðnum í morgun fyri
at tjekka av, nær bussurin
fór. Tað var gott at eg gjørdi
tað, tí annars hevði eg verið
ov seinur.
Men tað hevði nokk ikki
bilað so nógv, tí nú er ikki
so leingi at bíða eftir næsta
bussinum, segði ein ferðan
di, sum skuldi til arbeiðis
klokkan átta í morgun.
Boðað varð somuleiðis
frá í tíðindum, at ein faldari
var at fáa umborð í bussun
um og á øðrum støðum í
býnum. Men eingin faldari
var at fáa í morgun, og verð
ur neyvan at fáa hesa vik
una.
Sum skilst eru tey í ferð
við at eftirmeta ta nýggju
rutuna og regulera tíðirnar
soleiðis at alt kemur at pas
sa saman. Í hesi vikuni verð
ur alt sett saman í ætlanina,
soleiðis at ein fullfíggjað
ferðaætlan kann fáast í næs
tu viku.
Ætlanin er nevniliga at
skipa Bussleiðina soleiðis,
at bussar bert verða í aðrari
síðuni í Steinatúni ísenn, og
ikki tveir í hvørjari síðu
eins og áður.
Slíkt
krevur
sjálvandi
planlegging, tá tað í støðum
bert eru tveir minuttir mill
um bussarnar, eins og ein
skal tað atlit fyri bussunum
hjá Bygdaleiðum.
Í dag vóru ikki so nógv
fólk við Bussleiðini. Men
skjótt verður aftur trongt
um sitiplássini í bussunum.
Fá ferðandi tær fyrstu ferðirnar
Bussleiðin koyrdi áður tvær ferðir um tíman, men er nú
økt til tríggjar ferðir.
Fyri Leið 3 til dømis merkir hetta, at bussarnir nú fara
av Norðasta Horni tjúgunda hvønn minutt – tað er: 05,
25 og 45 – og av Løgmannabreyt 07, 27 og 47.
Broytt ferðaætlan
Bussførararnir skulu
eisini venja seg til nýggju
ferðaætlanina. Í morgun lá
væl fyri til hetta, nú eingi
skúlabørn vóru við
Mynd: Jens Kristian Vang
Fá ferðafólk við bussinum í morgun. Orsøkin er hon, at
skúlarnir hava frí í dag
Mynd: Jens Kristian Vang
Missiónsvika í Gøtu
Missiónsvikan í Gøtu byrjar týskvøldið kl. 20 í
kirkjukjallaranum. Mikukvøldið verður føstugudstænasta,
og síðan heldur missiónsvikan fram til og við
sunnukvøldið. Á skránni verða talur og góður sangur.
Bønarløta verður hálvan tíma áðrenn hvørt møtið,
somuleiðis sum tað verður drekkamunnur aftaná hvørt
møtið. Frá fríggjakvøldið til sunnukvøld verður
barnaansing við bíbliusøgu, sangi og ítriv. Sagt verður, at
øll eru hjartaliga vælkomin.
Terji varð ársins sandingur
Á hugnakvøldi, sum Virkið skipaði fyri leygarkvøldið, fekk ein Terji Dalsgaard eitt
stórt herðaklapp frá øllum sandingum. Við sms var møguleikin opin at velja ein
sanding, ið hevur útmerkað seg á ein ella annan hátt tann positiva vegin. Við sínum
frálíka portali, bkv.fo, hevur Terji gjørt heimin minni. Hvør sandingur, um hann so
er í Kina, USA, Porkeri ella á Sandi, hevur møguleikan at fylgja við, hvat hendir
heima í Sandoynni. Terji var sera ovfarin, tí sjálvur hevði hann skotið Sólvit
Simonsen upp til ársins sanding. Hann sigur um sín portal, at hann ger sítt besta til
at dagføra hann og at gera hann so spennandi sum gjørligt. Men hann ynskir eisini,
at portalurin einaferð fær ein ungling at skriva á portalin, soleiðis at øll kunnu fáa
áhuga fyri at lesa inni á bkv.fo. Terji sang og spældi guitar til hugnakvøldið. Hetta
kvøldið var sera væleydnað við góðum undirhaldi og eitt sindur av skemti, ið Pól,
Astrid, Eyðbjørg og Heri skipaðu fyri.