mánadagur 4. februar 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 4. februar 2008
5
tíðindi
Føroya Shell lýsa við at frá
mánadegnum 4. til og við
fríggjadagin 8. februar taka
starvsfólk teirra sær av at
fylla bensin og olju á bilarnar.
Hetta er galdandi fyri báðar
Shell-støðirnar í Havn og tær
í Gøtudali og Klaksvík.
Leif Hovgaard, retail man-
ager hjá Føroya Shell, sigur,
at átakið er ein liður í at kund-
arnir skulu merkja, at Føroya
Shell gevur teimum eina enn
betur tænastu í 2008,
Saman við áfyllingini
hava støðirnar nógv onnur
góð tilboð í handlunum.
Hetta átakið er bert start-
skotið. Ætlanin er at koma
við fleiri spennandi tilboðum
til
kundarnar
í
hesum
árinum.
Fyrr høvdu allar støðirnar,
fólk til at fylla olju og bensin
á bilarnar. Leif Hovgaard
sigur, at teir hava ongar ætl-
anir um at byrja við tí aftur.
mg
Starvsfólkini
hjá Shell
fylla á