mánadagur 4. februar 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 24 - 4. februar 2008
Nú hava føroyingar
høvi at njóta villu og
ráu listina hjá slóð
brótandi, íslendska
listamálaranum
Kjarval á framsýning
í Listaskálanum
Listaframsýning
Anna V. Ellingsgaard
Myndir: Jens K. Vang
Tað sigst, at við listini hjá
listamálaranum, Johannes
S. Kjarval (1885-1972),
fingu íslendingar eina heilt
nýggja fatan av síni náttúru
og sínum landi. Hvat hetta
innibar, hava føroyingar nú
eisini høvi at síggja í Lista-
skálanum í Gundadali, har
25 verk eftir Kjarval verða
sýnd fram.
Egnar leiðir
Eins og føroyingar, vóru ís-
lendingar leingi vanir við,
at málningalist var bláur
himmal og grønar eingir.
Við málningunum hjá Kjar-
val vórðu teir hinvegin
noyddir at góðtaka og síggja
landið sum hart, øgiligt,
stórsligið og vilt.
Eitt eyðkenni við listini
hjá Kjarval er, at hann førir
nærmyndina inn í íslendska
list, har hann vísir á vakur-
leikan í tí ráa og lítið gesta-
blíða, tí harða og villa. Kjar-
val málaði ikki bara í sól,
men eisini í vindi, regni,
kava og frosti. Hann fekk
nógv av skafti og málaði alt
frá tí mest fløkta, fjølbroytta,
fleirdimensjóneraða
og
mynstruta í alskyns litum
og formum, yrkt út úr ís-
lendska landslagnum, søgn-
um, ævintýrum og einum
ágrýtnum
hugflogsríki-
dømi, til rannsakandi and-
litsmyndir av fólkum, ið
gjøgnum drúgt stríð og
strev hava borið Ísland í
meira enn túsund ár.
Kjarval fór bókstaviliga
sínar egnu leiðir, tá hann
ætlaði at finna listarligan
íblástur, tí hann fór til út-
bygdirnar, til oyðimørkina.
Ikki vóru tað romantiskar
tulkingar av víðlendinum,
ið hann gav ans, men landið,
júst soleiðis, sum tað var.
Listarligt samstarv
Í dag verður Kjarval roknað-
ur sum ein tann mætasti ís-
lendski málarin í søguni og
er m.a. saman við Sigurði
Gudmundssyni,
Ásgrími
Jónssyni og Þórarin B. Þor-
lákssyni av tí ættarliðnum
av listamonnum, ið løgdu
grundvøllin til ta modernaðu
listina í Íslandi. Kjarval er
eisini ein fyrimynd hjá fleiri
føroyskum
listamálarum,
har serliga Thomas Arge
eigur at vera tikin fram.
Framsýningin í Listaskál-
anum er úrslit av samstarvi
um listarligt umbýti millum
Listasavn Føroya og Lista-
safn Reykjavíkar, Kjarvals-
staðir. Sama dag, sum fram-
sýningini við Kjarval lat
upp í Føroyum, lat upp
framsýning á Kjarvalsstøð-
um í Íslandi við 49 verkum
eftir okkara Mikines.
Framsýningin í Listaskál-
anum verður at síggja fram
til 2. mars.
Rá íslendsk list í Listaskálanum
Myndirnar hjá
Kjarval noyddu
íslendingar at
góðtaka íslendsku
náttúruna sum harða
og villa
Íslendski sendiharrin, Eiður Guðnason, setti framsýningina í Listaskálanum við verkum hjá
Jóhannes S. Kjarval
Intensu myndirnar hjá Kjarval draga áskoðaran at sær
Kjarval leitaði sær ofta
íblástur úr gomlum
íslendskum ævintýrum
og søgnum
Havnarkórið, stjórnað av Ólavi Hátún, setti dám á ferniseringina í Listaskálanum leygardagin
Ættleidd børn klára seg betur
Nýggj donsk kanning vísir, at ættleidd børn klára seg betur enn børn, sum
vaksa upp hjá fosturfamiljum. Børn, sum verða ættleidd, mennast betur
kropsliga, hava færri innlæringartrupulleikar og klára seg betur í fleiri
ymiskum førleikaroyndum enn børn, sum varðveita tilknýti til biologisku
foreldrini og vaksa upp antin hjá fosturfamiljum ella á stovni. Danski
granskingardepilin, Det Nationale Forskningscenter for Velfærd (SFI), hevur
savnað granskingarúrslit úr fleiri londum, og niðurstøðan er heldur óvæntað
púra greið: Børn, sum verða ættleidd og tískil ikki hava møguleika at venda
til biologisku foreldrini klára seg betur á øllum økjum.
Børn sláa tunnu
Tunnuslátturin hevur rungað í nógvum
skúlum og grannaløgum seinastu dagarnir. Í
KÍ-høllini í Klakvík skipaði Klaksvíkar
Hornorkestur fyri árligum tiltakið. Umframt
sjálvan tunnuslátturin var eisini stórt mat-
og køkutombola á skránni. Nógv fólk komu
til tiltakið, og meðan børnini slógu, hugnaðu
foreldur sær við einum kaffimunni. Tá leið
móti enda, fingu øll børnini góðgæti, og
kattakongarnir fingu ein serligan posa.
(Mynd: J. Edvin Hansen)