mánadagur 4. februar 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 4. februar 2008
23
tíðindi
uttan at gera av, hvør skipan kemur ístaðin.
Vinnan og borgarin skulu hava greitt at
vita, hvat hendir við loyvum og fiskirætt
indum frameftir.
Samgongan er samd um, at skipanin skal
verða endurskoðað eftir hesum meginregl
um:
Brúksrættindini til tilfeingið skulu
umsitast og umsetast gjøgnum ein
almennan fiskirættindamarknað.
Skipanin skal vera liberal. Fiskivinnan
skal skipast sambært vanligum markn
aðar og kappingartreytum, og polit
iski myndugleikin skal ikki kunna býta
út loyvi, fiskirættindi ella áseta prís
fyri tíðaravmarkaðan brúksrætt.
Skipanin skal vera sjálvregulerandi so
leiðis, at vinnan og príslegan sjálv til
lagar seg innan karmarnar.
Skipanin skal vera varandi og tryggja,
at føroysk fiskiveiði er burðardygg.
Møguleikin verður kannaður, at heima
útróður við smábátum ikki verður
fevndur av skipanini
Til tess at tryggja støðugleika og tryggleika
verður nevnd sett í samráð við allar við
komandi partar. Nevndin skal gera liðugt
uppskot um, hvussu lógin um vinnuligan
fiskiskap verður endurskoðað og broytt
sambært omanfyri nevndu meginreglum.
Leikluturin og umstøðurnar hjá lívfrøði
ligu ráðgevingini verða styrkt. Endurmet
ingin av veiðitrýstinum verður framd alt
fyri eitt, og fiskiveiðieftirlitið verður hert.
Trygd á sjónum
Nýggj trygdarmiðstøð verður bygd í Klaks
vík.
Arbeiðsmarknaður
Í almenna starvsfólkapolitikkinum skal
størri dentur verða lagdur á starvsfólka
menning og trivnaðarætlanir.
Setanar og arbeiðsviðurskifti hjá tíma
løntum verða tryggjað í nýggjari lóg.
ALSskipanin verður endurskoðað, m.a.
fyri at hækka endurgjaldið og fyri at gera
skipanina betri fyri sjómenn, parttíðarsett
og tey, sum skulu fáa tilboð um umskúl
ing.
Allir løntakarar, eisini tímalønt, skulu
hava lógarfestan rætt til endurgjald í sam
bandi við fráveru vegna barnsins fyrsta
sjúkradag.
Barsilsskipanin verður longd upp í eitt
ár, ein partur av tíðini verður settur av til
pápan. Miðað verður eftir at gera skipanina
smidligari.
Í samráð við partarnar á arbeiðsmarknað
inum verður stig tikið at skipa serligan
útbúgvingargrunn, sum í fyrstu syftu skal
geva møguleikar at førleikamenna ófak
lærd, og síðan eisini aðrar løntakarar.
Fyri at arbeiðið fyri góðum arbeiðs
umhvørvi kann verða raðfest hægri, skulu
Arbeiðseftirlitið og Skipaeftirlitið verða
styrkt.
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Arbeiðsmarknaðurin skal gerast rúmligari
og smidligari við betri skipanum. Virkað
skal verða fyri, at almenn arbeiðspláss
oman fyri ávísa stødd seta fólk í vard størv
og skipa arbeiðsumstøður og atkomu so, at
tað ber til. Skipað skal verða fyri fyribyrgj
andi átøkum, so fólk ikki missa tilknýtið til
arbeiðsmarknaðin.
Javnstøða
Javnstøðunevndin skal mennast, so hon
eisini kann átaka sær arbeiðið at styrkja
kvinnuluttøkuna í politikki. Haraftrat skal
hon hava møguleikar at útgreina javnstøð
una á arbeiðsmarknaðinum og samfelagnum
annars.
Brúkaramál
Nýggj lóg um marknaðarføring verður
gjørd, og brúkaravernd verður skipað undir
eftirliti av brúkaraumboðsmanni, sum m.a.
javnan skal kanna prísin á húsarhalds
vørum.
Rættindi og møguleikar hjá brúkarum at
kæra í brúkaramálum uttan at skula noyðast
undir privat sakarmál, skal verða tryggjað
við lóg um brúkarakærunevnd.
Í sambandi við keyp og sølu av bústaðar
ogn skulu rættindi hjá keyparum og seljar
um tryggjast við nýggjari lóg um fast
ognarkeyp, ið m.a. ásetir freistir, iðranarrætt
og krav um byggifakligar støðumetingar av
ognini.
Gerast skal lóg um meklaravirksemi, ið
regulerar húsamekling í sambandi við keyp
og sølu av bústaði.
Samferðsla
Samferðsluútbyggingar
Samferðslukervið er útbygt soleiðis, at 85
prosent av borgarum landsins nú eru knýttir
at sama veganeti. Samgongan hevur sum
mál, at verandi útbyggingarnar halda
fram.
Langtíðar løgu og fíggjarætlan verður
gjørd í samráð við sakkunnleikan og í sam
svari við búskapar og fíggjarorku land
sins.
Skipað verður so fyri, at farmaflutningurin
millum oyggjarnar aftur fæst at virka á
nøktandi hátt
Atlit verða tikin til støðu teirra rørslu
tarnaðu, tá ið nýíløgur/ábøtur í samferðslu
skipanini verða gjørdar.
Fígging av samferðslukervi
Sett verður nevnd at endurskoða fíggingina
av samlaða samferðslukervinum í landi
num, so atlit verða tikin til samfelagsbúskap,
umhvørvi, ferðslustýring, økismenning og
samhaldsfasta fígging.
Flogvallarviðurskifti
Farið verður undir at byggja flogvøllin í
Vágum út sum skjótast. Kanningar av tørvi
og møguleikum fyri nýggjum flogvølli
halda fram. Ein møguligur nýggjur flog
vøllur verður bygdur har, hann sambært
sakkunnleikanum liggur best.
Talgilt undirstøðukervið
Møguleikarnir fyri at skipa eitt alment net
felag, sum umfatar alt samskiftiskervið,
verða kannaðir. Endamálið er at tryggja, at
talgilda undirstøðukervið støðugt verður
útbygt og gjørt kappingarført.
Økismenning
Økismenning og útoyggjapolitikkur
Ein miðvísur økismenningar og útoyggja
politikkur skal verða rikin. Nýggir almennir
stovnar verða skipaðir kring landið, har tað
er ráðiligt. Ávísur partur av almennu íløgu
num verður nýttur á og til og frá útoyggju
num. Menningarætlan skal verða gjørd fyri
hvørja oyggj sær.
Endalig loysn skal verða funnin á trupul
leikanum viðvíkjandi orkutørvinum á ávís
um útoyggjum
Vakstrarætlan fyri Suðuroynna
Vakstrarætlan fyri Suðuroynna verður
framd í verki
Kommunur
Í samráð millum land og kommunur verður
ætlan gjørd fyri, nær kommunurnar skulu
hava skipað seg sjálvar í skikkaðar eindir,
ið kunnu átaka sær fleiri og størri uppgávur
og tryggja eitt javnt tænastustøði kring alt
landið.
Umhvørvi og orka
Føroyar skulu taka ábyrgd og ganga á odda
í tilfeingisrøkt, so at vit kunnu lata børnum
okkara eitt ríkt og livandi umhvørvi.
Miðað verður eftir at flyta Føroyar yvir í
ein ”reinorkubúskap” so vit taka okkara
part av ábyrgdini at minka globala útlátið
av CO2.
Burðardygg framleiðsla
Krøvini frá keyparum kring heimin um
burðardygga og náttúruskynsama fram
leiðslu og burðardygga tilfeingisrøkt gerast
alsamt meira ein treyt fyri útflutningi og
samhandli.
Tí verða hesi stig tikin: Orkuráð verður
sett at ráðgeva og upplýsa borgarar og
vinnu, byggisamtyktir verða gjørdar, ið
vegleiða og seta krøv til orkusparing, krøv
verða sett um, at ný og umbygging er
orkuvinarlig, eggja verður til verkætlanir
við eitt nú ”grønum” barnagørðum og skúl
um, vinna á sjógvi og landi skulu fylgja
fremstu altjóða málum fyri orkunýtslu, var
andi orkukeldur, so sum vatn, vind, sól,
aldu, berg og sjóvarfalsorku, skulu menn
ast, royndir at menna burðardygga veiðu
verða stuðlaðar.
Umhvørvi
Nýggj náttúruverndarlóg verður smíðað,
lendisskipanir verða gjørdar, ið staðfesta
skynsama nýtslu av lendinum, altjóða
sáttmálar um umhvørvisvernd, eitt nú um
lívfrøðiligt margfeldi og Kyoto verða fylgd
ir, kemikaliuøkið verður skipað, tryggjað
verður, at virki eru umhvørvisgóðkend,
revsing fyri dálking verður herd, og menna
skipanir, ið fyribyrgja oljudálking stuðlaðar,
Føroyar verða virkin luttakari á verðurlags
ráðstevnuni í Keypmannahavn 2009, um
hvørvis og avgjaldspolitikkurin verða
knýttir saman.
Trý javnaðarfólk í døpurhuga.
Tá tingið var sett leygardagin
vóru tingfólk javnaðarfloksins
sannførd um, at tey skuldu í
andstøðu
Mynd: Ólavur Frederiksen