mánadagur 4. februar 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 24 - 4. februar 2008
tíðindi
Barnatænastan skal styrkjast til at betur at
kunna røkja øktar uppgávur sambært lóg
ini um fyribyrgjandi heilsutænastur fyri
børn og ung.
Kommulæknaskipanin
Kommulæknaskipanin verður endurskoðað
og styrkt og uppskot skulu verða gjørd um,
hvussu onnur heilsustarvsfólk, m.a. sjúkra
røktarfrøðingar, kunnu verða partar í skip
anini. Kommunulæknavaktin skal endur
skoðast og fáast at virka betur.
Psykiatriin
Menningin av sosialpsykiatriini skal halda
fram við at útvega fleiri bústaðar og
virknistilboð til sinnisveik. Økispsykiatriin
skal verða útbygd, m.a. við økisdeplum
kring landið. Barna og ungdómspsykiatriin
skal verða styrkt, m.a. við denti á fyribyrg
ing og leiklutin hjá avvarandi. Sálarsjúk
lingar skulu varðveita pensjónina eisini
eftir 6 mánaða innlegging á Psykiatriska
deplinum. Nýggj psykiatrilóg skal verða
samtykt og sett í verk.
Fólkaheilsuætlanin
Fólkaheilsuætlan verður sett í verk sambært
ætlan, ið er til taks
Sjúkratrygging
Sjúkrakassagjaldið verður lagt inn í skattin.
Sergjaldsskipan um sjúkrakassagjald verð
ur gjørd fyri tey, sum hava skattafríar netto
inntøkur.
Almannamál
Almannapolitiska stevnumiðið er at skapa
javngóðar umstøður fyri allar borgarar,
uttan mun til teirra sosialu støðu, likamliga
ella menningarliga førleika ella hvar í landi
num, tey búgva, við vælvirkandi, samhalds
føstum vælferðarskipanum.
Nýggj sosiallóggáva
Sosialpolitiskur reformur verður gjørdur
við nýggjari sosiallóggávu. Almannaskip
anirnar skulu háttast soleiðis, at fólk mest
møguliga kunnu verða virkin í samfelag
num. Nýggj føroysk forsorgarlóg, sum eis
ini fremur rættartrygd og gjøgnumskygni,
verður smíðað.
Vælferðarráð
Vælferðarráð verður skipað á sama hátt
sum Búskaparráðið á búskaparpolitiska
økinum.
Vælferðarportalur
Til tess at bøta um kunningina til borgar
arnar verður gjørdur ein vælferðarportalur.
Sosialfrøðilig gransking
Sosialfrøðiliga granskingin í Føroyum skal
verða skipað bæði við betri hagtalsgrund
arlagi og við granskingarverkætlanum.
Stakir uppihaldarar
Lóg um eyka barnagjald til stakar uppi
haldarar skal samtykkjast. Barnapengar
skulu ikki verða roknaðir sum skattskyldug
inntøka.
Foreldraráðgeving
Øll neyðug ráðgeving, leiðbeining og hjálp
verður veitt foreldrum í sambandi við
barnsburð, so millum annað talið á fostur
tøkum framhaldandi kann vera avmarkað
eins og stakir uppihaldarar og pør, ið liva
undir truplum viðurskiftum, fáa dygga
hjálp og vegleiðing.
Bústaðir til fólk við serligum tørvi
Íløguætlan verður gjørd fyri nýbygging og
nútíðargerð av bústøðum til fólk við ser
ligum tørvi.
Eldraøkið
Í eldrarøktini verður hildið fram við at
stuðla bygging av røktarheimum og sam
býlum, soleiðis at tørvurin fyri búplássum
til røktarkrevjandi gomul kann verða nøkt
aður í samgonguskeiðinum.
Nýggj eldralóg skal verða gjørd til tess at
tryggja rættindi og tænastur fyri eldri. Eis
ini verða ymisku eindirnar í eldrarøktini
samskipaðar.
Starvsfólkaorkan í eldrarøktini verður økt
bæði til heimabúgvandi og hjá teimum,
sum búgva á stovnum og sambýlum.
Pensjónsreformur verður framdur
Við lóg um eftirlønaruppsparing skal eftir
løn verða tryggjað øllum lønmóttakarum
Eftirlønaruppsparingin skal eisini verða
roknað aftrat ALS, barsils og sjúkradag
pengagjaldinum o.ø. almannaveitingum.
Lógarverkið um almannapensjónir verð
ur endurskoðað, so fólkapensjónin verður
styrkt serstakliga teimum, ið ikki hava aðra
inntøku, til gagns. Pensjónsviðbøturnar,
brennistuðul til ávísar pensjonistar og
Samhaldsfasti hækka soleiðis, at pensjónin
til teirra, sum ikki hava aðra inntøku,
hækkar í samgonguskeiðinum.
Bústaðarpolitikkur
Alternativ íbúðabygging verður sett í verk.
Lóg um lutaíbúðafeløg verður sett í verk,
eisini fyri fólk við serligum tørvi. MVG
og rentustuðulslóg skulu broytast, so tær
geva lutaeigarum somu rættindi sum øðrum
eigarum. Nýggj leigulóg skal tryggja rætt
indi hjá leigarum og útleigarum.
Húsalánsgrunnurin og Íbúðagrunnurin
verða umskipaðir til eitt bústaðarpolitiskt
amboð, serliga við atliti at fíggjarliga veik
um bólkum, m.a. til at tryggja lagaliga fígg
ing til lutaíbúðafeløg og eisini til fólk við
skerdum førleika. Ein onnur uppgáva er at
taka stig at byggja leiguíbúðir og lestrarbú
staðir eisini saman við øðrum pørtum.
Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin verður
endurskipaður til at útvega fígging til orku
og bjálvingarstuðulslán til pensjonistar.
Vinnumál
Vinnupolitikkur samgongunnar hevur til
endamáls at tryggja Føroyum fjølbroyttari
inntøkugrundarlag, at slóða fyri betri
marknaðaratgongd hjá vinnuni og at
tryggja henni tryggar og álítandi karmar.
Dagførd lóggáva
Til tess at lúka treytirnar í handilsavtalum
við ES og onnur lond, sum eru í gildi, og til
tess at slóða fyri føroyskum limaskapi í
EFTA og eini møguligari EBSavtalu, verð
ur øll lóggáva innan vinnumál dagførd
áhaldandi soleiðis, at hon lýkur tey krøv, ið
altjóða felagsskapir og onnur lond seta.
Arbeiðsmegi
Skipaður verður ein rúmligari og smidligari
arbeiðsmarknaður, har vinnan kann fáa út
lendska arbeiðsmegi til Føroya eftir tørvi.
Lóggávan á økinum verður yvirtikin og
skipað soleiðis, at hon á besta hátt tænir
føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Tilfeingisumsiting
Umsitingin av øllum náttúrutilfeingi og øll
lóggáva í hesum sambandi verður savnað á
sama stað.
Íverksetan
Virkisfús fólk við góðum hugskotum og
ætlanum verða stuðlað soleiðis, at leiðin
frá hugskoti til veruleika verður lættari at
ganga.
Útflutningsráð
SamVit verður skipað soleiðis, at tað í
størri mun enn nú virkar sum eitt útflutn
ingsráð fyri føroyska framleiðslu.
Gransking
Vinnumálaráðið skipar fyri, at vinnan og
almenni myndugleikin fara undir vinnu
relateraða gransking í nógv størri mun enn
nú.
FAS
Til tess at menna eina nýggja inntøkuvinnu
á sjóvinnu økinum, har vit hava dyggari
royndir enn tey flestu, verður Føroyska
Altjóða Skipaskrásetingin umskipað soleið
is, at hon verður kappingarfør við aðrar
skipanir av hesum slagi.
Hagstovan
Hagstovan verður styrkt til tess at tryggja
føroyskum vinnulívi neyðugt hagtalsgrund
arlag.
Trygging
Tryggingarøkið verður liberaliserað. Sam
stundis
verður
skattaskipanin
broytt
soleiðis, at lóggávuverkið ikki eggjar upp
spardum pensiónskapitali, sum føroyingar
spara saman í lívstryggingum, at vera
fluttur út av landinum.
Nýggj rentuskattalóg verður gjørd, sum
javnsetur føroysk lívstryggingarsamtøk við
líknandi samtøk í grannalondunum og í
Europa annars.
Landbúnaður
Landbúnaðarlóggávan verða eftirmett og
neyðugar broytingar gjørdar.
Kolvetni
Samgongan fer at fáa lýst tey árin á og teir
møguleikar fyri føroyska samfelagið, sum
kunnu standast av eini møguligari oljuvinnu
innan umhvørvi, mentan, sosiala økið og
arbeiðsmarknað.
Fiskivinna
Fiskivinnupolitikkurin hevur sum høvuðs
mál, at ríkidømið í havinum verður umsitið
sum varandi grundarlag undir føroyska
búskapinum. Skipast skal soleiðis fyri, at
mest møgulig virðisøking úr føroyskum til
feingi liggur eftir í Føroyum, og allir
úrdráttir av veiddum fiski koma til virkingar
og gagns í framleiðsluni.
Samgongan ásannar, at tað er ein
trupulleiki, at brúksrættindini til almenna
nattúrutilfeingið verða handlað og seld á
privata marknaðinum.
Tørvur er á eini tjóðarsemju um fiski
vinnupolitikkin, nú Løgtingið hevur sam
tykt broytingar í lógini um vinnuligan fiski
skap viðvíkjandi loyvum og fiskirættindum,
Heini O. Heinesen setti tingið sum ellisformaður. Tað gjørdi hann eisini í 2002. Heini O. Heinesen fyllir 70 ár 6. august í ár
Mynd: Ólavur Frederiksen
… Samgonguskjal amillum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Miðflokkin