mánadagur 4. februar 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 4. februar 2008
21
tíðindi
fylgja teimum tilmælum, sum málstevnu
nevndin á vetri 2007 setti fram í sínum
tilmæli. Serligur dentur verður lagdur á at
fáa til vega føroyskt ella føroyskað tilfar til
børn og ung.
Kringvarp Føroya
Ein heildarmeting verður gjørd av Kring
varpi Føroya. Hølisviðurskiftini hjá Kring
varpi Føroya verða avgreidd við støði í
hesi eftirmeting.
Publicservice sáttmáli, sum er ein tíðar
avmarkað menningarætlan við greiðum
málum fyri Kringvarp Føroya, verður gjørd
ur millum Kringvarp Føroya og Menta
málaráðið.
Sendinetið hjá Kringvarpi Føroya verður
endurnýggjað.
Kringvarpsgjaldið verður kravt inn gjøg
num skattaskipanina. Sergjaldsskipan um
kringvarpsgjald verður gjørd fyri tey, sum
hava skattafríar nettoinntøkur.
Mentanargrunnurin
Viðtøkurnar fyri Mentanargrunnin verða
endurskipaðar soleiðis, at hann verður rum
sáttari og virkisøkið verður víðkað til fleiri
listagreinir. Ein fíggjarlig menningarætlan
verður gjørd fyri grunnin samsvarandi tí
tilmæli, sum gjørt var í upprunauppskotinum
fyri Mentanargrunnin. Týðaragrunnur verð
ur skipaður sum ein konta á fíggjarlógini,
men verður umsitin av Mentanargrunninum.
Tónlistargrunnur verður skipaður á sama
hátt.
Listafólk
Skipan verður ment, ið kann veita lista
fólkum rættindi sum yrkisbólkur.
Tjóðpallur Føroya
Bygt verður tjóðleikhús, sum skal verða
karmur um virksemi hjá fleiri listargrein
um.
List í almennari bygging
Ásett verður, at ein ávísur partur av út
reiðslunum til almenna og kommunala
bygging verður markaður til list.
Bókasøvn
Bókasavnslógin verður endurskoðað og
ment.
Savnspolitikkur
Skipaður verður ein savnspolitikkur, ið eis
ini hevur til endamáls at raðfesta nýggjar
karmar kring almennu søvnini, sum í dag
húsast undir trongum og óhóskandi kor
um.
Musikk- og listaskúli
Musikkskúlaskipanin verður styrkt.
Varðveiting av fornminnum
Sum upprunaliga ætlað, verður altjóða arki
tektakapping skipað um framtíðina hjá
Kirkjubømúrinum
Ungdómsmentan
Orðaður verður ungdómspolitikkur fyri
ítrótt, tónleik, list og aðra ungdómsment
an.
Útbúgving
Skal føroyska samfelagið mennast, fráflyt
ingin steðgast og búskapurin vaksa, er
neyðugt at raðfesta útbúgving heilt frá
fólkaskúla fram til universitet.
Fólkaskúlin
Fyritreytin fyri ætlanini um at hækka út
búgvingarstøðið í landinum er ein góður
fólkaskúli. Tí verða hesi stig tikin: Nevnd
verður sett at endurskoða fólkaskúlalógina,
læraraútbúgvingin verður lyft upp á kandi
datstig, skipað eftirútbúgving av lærararum
verður sett í verk, átøk verða gjørd til tess
at fáa til vega meira av føroyskum undir
vísingartilfari, byrjanarundirvísingin verð
ur styrkt við at skipa tvílæraraskipan í
fyrsta flokki, KTundirvísingin í fólkaskúla
num verður styrkt, undirvísingarportalur
verður skipaður.
Íløgur í skúlabygningar
Útbygging og bygging av miðnámsskúlum
heldur fram.
Universitet
Gjørd verður ætlan fyri, hvussu vit økja
munandi um tilboðini innan hægri lestur
og gransking í Føroyum og fáa útlendsk
lesandi til Føroya. Fróðskaparsetur Føroya
verður ment til eitt kappingarført universi
tet. Neyðug játtan verður givin til at seta í
verk útbúgvingartilboð, sum eru klár at
seta í verk á Fróðskaparsetri Føroya.
Læraraskúlin, Vinnuháskúlan og Sjúkra
røktarfrøðiskúlin verða lagdir saman við
Fróðskaparsetri Føroya.
Eftirskúli
Arbeitt verður víðari við ætlanini at byggja
eftirskúla.
Útbúgvingarstuðul
Lestrarstuðulin fyri stakar uppihaldarar
verður hækkaður. ÚS verður endurskoðaður
saman við avvarandi feløgum hjá teimum
lesandi.
Førleikagevandi útbúgvingar kring landið
Skipaðar verða útbúgvingar kring landið,
har vaksin kunnu taka førleikagevandi
útbúgvingar.
Sernámsfrøði
Námsserfrøðiliga ráðgevingin kring landið
verður styrkt.
Skúlin á Trøðni
Skúlin á Trøðni verður umskipaður og
styrktur í samráð við leiðslu, starvsfólk og
foreldur at børnum, sum ganga á skúla
num.
Heildartilboð
Greiningarmiðstøð fyri børn við serligum
tørvi verður skipað í samstarvi millum
Mentamálaráðið og Almanna og heilsu
málaráðið.
Dagstovnar
Til tess at skapa eitt heildartilboð til børn
undir og í skúlaaldri verður dagstovnaøkið
lagt undir mentamálaráðið.
Heilsumál
Heilsupolitisku aðalmálini hjá samgonguni
eru at styrkja okkara heilsuverk, so tað
kann veita øllum sjúklingum størri trygd
og betri dygd í fyribyrgjandi, viðgerandi og
røktarligum heilsutænastum, eins og fremja
ein fólkaheilsupolitikk, sum miðar eftir at
styrkja almennu heilsustøðuna hjá føroy
ingum.
Dygdarmenning av sjúkrahúsverkinum
Dygdarmenning av føroyska sjúkrahús
verkinum skal verða framd sambært áliti
num um framtíðar sjúkrahúsverk.
Uppafturvenjing
Uppafturvenjing skal verða skipað um alt
landið sum ein serlig eind undir Nærverki
num sambært álitinum um Endurvenjing
fyri fólk við førleikatarni. Miðstøðir fyri
uppafturvenjing skulu verða skipaðar á
Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsi.
Fyribyrgjandi heilsutænastur
Førleikamennandi skeið í skúlamedisini
skulu verða veitt kommunulæknunum, og
Tríggir vælnøgdir floksformenn á tíðindafundi í løgtinginum leygardagin, Jenis av Rana, Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal
Mynd: Jens Kristian Vang