mánadagur 4. februar 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 24 - 4. februar 2008
tíðindi
Samgonguskjal
millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Miðflokkin
Samhaldsfesti, sjálvstýri,
møguleikar og menning
Høvuðsendamál samgongunnar er at skipa
Føroyar sum eitt sjálvbjargið og samhalds
fast samfelag, har hvør einstakur hevur
mest møguligt frælsi. Vit skulu vera veru
ligur partur av altjóða samfelagnum, sum
dregur fólk og íløgur til sín og harvið
skapar burðardyggan vøkstur. Tí setir sam
gongan sær hesi mál:
• Sosialir reformar skulu tryggja teim
um við størsta tørvinum javnbjóðis
møguleikar fyri einum virknum lívi
• Vinnupolitikkurin skal skapa ný
menning og vøkstur og taka burtur
forðingar hjá vinnu, feløgum og ein
staklingum fyri altjóða samstarvi
• Búskaparligar langtíðarætlanir skulu
skapa burðardyggan vøkstur og sum
frá líður gera føroyska búskapin
óheftan
• Miðvísar íløgur verða gjørdar í út
búgving, mentan og gransking
• Stjórnarskipanin skal verða samtykt
og mál verða skipað undir føroyskt
ræði
• Heilsupolitisk átøk skulu tryggja
fólkaheilsuna
• Orku
og
umhvørvispolitikkurin
verður á altjóða samhaldsføstum
støði
• Átøk til økismenning og broytingar í
kommunubygnaði skulu geva øllum
økjum í landinum møguleika at
mennast í rímiligari javnvág
Til tess at tryggja støðugleika verða hesar
meginreglur fylgdar í politiska starvinum:
• Tjóðarsemjur verða gjørdar tvørtur um
floksmørk um stórar samfelagsligar
broytingar.
• Avvarandi partar verða bodnir at verða
við, tá ið stórar broytingar og samtyktir
verða viðgjørdar
• Rættartrygd og opinleiki skulu galda í
allari fyrisiting
• Tá ið stórar samfelagsíløgur verða gjørd
ar, skulu tær hava greiða raðfesting og
fígging á langtíðarætlan, ið røkkur í
minsta lagi 10 ár fram
Stórar avbjóðingar eru í føroyska búskapi
num í løtuni. Millum annað er ójavnvág á
handils og gjaldsjavna umframt trot á
arbeiðsmegi og trýst á kostnaðarstøði.
Samgongan bindur seg til at reka ein
ábyrgdarfullan fíggjar og búskaparpolitikk
og fremja neyðugar bygnaðarbroytingar,
har lagt verður upp fyri sveiggjum í bú
skapinum og neyvt tamarhald er á øllum
útreiðslum.
Grundstøðið undir búskapinum er fram
leiðsluvirðið í landinum. Politiska endamál
ið við fíggjar og búskaparpolitikkinum er
at geva øllum borgarum javnbjóðis møgu
leikar, at vælferðin hjá føroyingum verður
ment, at samfelagnum verður tryggjað eitt
trygt støði fyri sjálvsmenning og búskapar
ligum sjálvbjargni, at neyvt samsvar verður
millum privat og alment fyritakssemi og
íløgur, og at vinnuni verður tryggjað kapp
ingarføri.
Politisku átøkini, sum samgonguskjalið
nevnir, eru øll bundin at fíggjar og búskap
arstøðuni.
Fíggjar- og búskaparmál
Gjørdar verða yvirskipaðar broytingar í
fíggjar og búskaparpolitikkinum, sum
eisini fevna um kommunala búskapin.
Miðað verður eftir jøvnum og haldførum
vøkstri og langtíðarjavnvág í búskapinum.
Lagt verður upp fyri sveiggjum, sum henda
í búskapinum, bæði av innlendis og útlendis
ávum.
Málið er at skipa ein sjálvberandi og
óheftan búskap við langtíðarætlanum, sum
støðugt fyrireikar samfelagið til bygnaðar
ligar broytingar innanhýsis og til krøv í
altjóða búskapinum og á altjóða marknaði
num.
Til tess at røkka málinum verða hesi stig
tikin: Játtanarskipan landsins verður endur
skoðað, langtíðarfíggjarætlanir verða gjørd
ar fyri rakstur og løgur, fullfíggjað hag
talsgrundarlag verður fingið til vega, tjóðar
roknskapurin verður dagførdur sambært
OECDleisti,
búskapargrunnur
Føroya
verður stovnaður, bindandi avtalur verða
árliga gjørdar ímillum land og kommunur
um íløgu og rakstrarkarm, felags fíggjar
stýring og roknskaparreglur verða skipaðar
fyri land og kommunur, altjóða skulu
stovnar gera regluligar dygdarmetingar av
føroyska búskapinum, og funktiónirnar
fyri fíggjarstýring og tænastur hjá tí al
menna verða samskipaðar.
Skattur, avgjøld og útjavning
Skattaskipanin er ov einstáttað, og skatta
grundarlagið skal breiðkast. Progressivi
teturin í skattinum er fallandi orsakað av, at
parturin hjá kommununum av almenna
búskapinum og tænastunum økist, sam
stundis sum avgjaldsparturin økist í mun til
skattapartin av landsins inntøkum.
Tí skal skattaskipanin endurskoðast við
tí endamáli, at heildin í skatta og avgjalds
politikkinum verður meira progressiv,
sjúkrakassa og kringvarpsgjaldið verða
løgd inn í skattaskipanina, kapitalvinnings
skattalógin verður endurskoðað til tess at
steðga óætlaðum avleiðingum, og MVG
lóggávan og trotabúgvalóggávan verða
endurskoðaðar.
Búskapargrunnur:
Búskapargrunnur Føroya verður settur á
stovn. Í grunnin fara møguligar oljuinn
tøkur, inntøkur av einskiljingum og aðrar
serinntøkur.
Einskiljingar:
Einskiljingar verða framdar, um mett verð
ur, at tær eru til gagns fyri samfelagið og
vinnubygnaðin.
Sjálvstýrismál
Til tess at menna samfelagið og víðka um
virkisførleikarnar tekur samgongan hesi
málsøki undir føroyskt ræði:
• Flogferðslu og umsiting av
loftrúminum
• Fíggjarøkið og fíggjareftirlit
• Ídnaðarhugverksrætt – patent o.a.
• Útlendingaøkið og Marknaðeftirlit
• Upphavsrætt
• Fíggjarrætt
• Mát og vekt
• Sakførarastarvssemi
• Sjórætt, loðs, uppmerking og
vitaverk
• Halgidagslóg
• Revsirætt
• Persóns, húsfólka og arvarætt
• Veðurtænastu
ES og føroyskt málsræði
Forðað skal verða fyri, at føroyskur uttan
ríkispolitikkur endar undir ES valdi í sam
bandi við, at í Danmark eru ætlanir um at
taka fyrivarnini mótvegis ES av og seta í
gildi nýggja ES stjórnarskipan. Málið er, at
valdið verður flutt til Føroya og ikki til
ES.
Ríkisveiting
Málsøkið Serumsorgan verður yvirtikið.
Kostnaðurin er 117 milliónir. Upphædd av
ríkisveitingini verður árliga sett til viks til
tess at røkka hesum máli.
Fíggjarlig viðurskifti
Uppgerð verður gjørd við Danmark, sum
til fulnar lýsir øll fíggjarlig viðurskifti mill
um Danmarkar og Føroya, eisini møguligar
fíggjarligar fyrimunir, Danmark hevur havt
Føroya vegna í NATO felagsskapinum.
Stjórnarskipan
Stjórnarskipanararbeiðið verður gjørt lið
ugt, álit verður lagt fyri løgtingið, og síðan
fer málið til fólkaatkvøðu í 2010.
Uttanríkismál
Virkað verður fyri føroyskum EFTAlima
skapi, fullum luti í teimum fýra frælsunum
í ES, víðkaðum sendistovuvirksemi Føroya
eisini við heiðurskonslum, at skipa fleiri
sendistovur, at víðka samstarvið ímillum
útnorðurlondini og hini londini kring
Norðuratlantshav, at vera virknari í menn
ingarsamstarvi, at fáa sjálvstøðugan lima
skap í Norðurlandaráðnum og Ráðharraráð
num, at gerast partur av UNESCO,
UNCHR, WTO, og at knýta samstarv við
OECD
Førleikamenning av starvsfólki
Til tess at førleikamenna starvsfólk til
sendimannavirksemi verður samstarv skip
að við norðurlendskar sendistovur kring
heimin.
Menningarsamstarv
Vit hava skyldu at vísa samhaldsfesti við
umheimin, tí verður menningarsamstarvið
framhaldandi útbygt og ment, samstundis
sum neyðhjálp framhaldandi verður latin.
Útflutningsframi og tjóðarbranding
Útflutningsmøguleikar verða mentir. Verk
ætlan skal nágreina, hvussu vit samskipað
fáa lýst Føroyar og samskifti okkara við
umheimin.
Nýggir útflutningsmøguleikar innan eitt nú
tøknilig framtøk, tónleik og skapandi list
verða stuðlaðir. Harumframt verða skap
andi list og ítróttur nýtt sum marknaðar
føringarátøk fyri aðrar vinnur.
Rættartrygd borgarans
Rættarstøða og rættartrygd hjá menning
artarnaðum, sálarsjúkum, brekaðum, brúk
ararum, sjúklingum, gomlum, børnum og
ungum verður styrkt.
Gransking
Gransking er fyritreytin fyri bæði búskap
arvøkstri og samfelagsmenning sum heild.
Tí verður styrkt munandi um granskingina
í breiðastu merking, eins og vinnan verður
stimbrað til eisini at fara undir miðvísa
gransking. At fáa til vega nøktandi hagtals
grundarlag er ein partur av hesi ætlan.
Tær eindir, sum í dag varða av gransk
ingini, verða betur samskipaðar.
Málið er at nýta líka stóran part av BTÚ
til gransking, sum OECDmælir til.
Samgongan er sinnað at játta tann pening,
ið krevst, til tess at Føroyar kunna verða
virkin partur í granskingarhøpinum hjá
ES.
Mentan
Tjóðarsamleikin er tað, sum knýtir føroyska
fólkið saman. Orsøkin til at vit byggja land
er, at vit hava ein serstakan samleika. Men
hann er undir trýsti uttaneftir. Tí verða mun
andi átøk gjørd til tess at stimbra og menna
tjóðarsamleikan.
Mentanararvur
Samgongan stuðlar átøkum, sum hava til
endamáls at varðveita og stuðla ta mentan,
sum er serstøk føroysk, og sum einans vit
varða av, t.d. føroyska bátin, búnan, dansin,
rossið og annað.
Málstevna
Samgongan fer í mest møguligan mun at