mánadagur 4. februar 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 4. februar 2008
19
tíðindi
Føroysk bókaútgáva
er í kreppu, sigur
formaðurin í Føroya
Lærarafelag. Nýggja
samgongan vísir
á týdningin av
føroyskum bókum
fyri samleika okkara
og lovar bæta á
økinum
SamgonguSkjal
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Tjóðarsamleikin knýtir før
oyska fólkið saman og er
orsøkin til, at vit byggja
land. Hetta staðfesta nýggju
samgonguflokkarnir, men
viðganga eisini, at hesin
samleiki er undir trýsti. Tí
skulu átøk gerast fyri at
stimbra og menna tjóðar
samleikan.
Samgongan ætlar mest
møguligt at fylgja teimum
tilmælum, sum málstevnu
nevndin setti fram fyri
stuttum. Og serligur dentur
verðurlagdur á at fáa til
vega føroyskt ella føroyskað
tilfar til børn og ung.
Týðaragrunnur skal skip
ast sum ein konta á fíggjar
lógini, men verður umsitin
av
Mentanargrunninum.
Viðtøkurnar fyri grunnin
verða endurskipaðar soleið
is, at hann verður rumsáttari
og virkisøkið verður víðkað
til fleiri listagreinir. Fíggjar
lig menningarætlan skal eis
ini gerast fyri grunnin sam
svarandi tí tilmæli, sum
gjørt var í upprunauppskot
inum fyri grunnin.
Magnus Tausen, formaður
í Lærarafelagnum, kemur
annars í nýggjari grein í
skúlablaðnum við hvøssum
atfinningum at førda skúla
bókapolitikkinum.
Hann staðfestir, at játtanin
til Bókadeild Føroya Lærara
felags hevur staðið í stað
tey seinastu 20 árini. Játt
anin er 1,1 millión um árið,
men tá ið lønir og sam
sýningar eru tvífaldað hesi
árini, er støðan hjá Bóka
deildini
vónleys,
sigur
Magnus Tausen.
Hann vísir á at bøkur
hava avgerandi týdning fyri
málmenningina, men eisini
geva annað og meira enn
málsliga barlast, táið for
eldur t.d lesa saman við
børnum sínum.
Tí hevur bókaútgáva stór
an týdning, sigur hann at
enda í greinini í Skúlablaðn
um
Bøkur neyðugar fyri
føroyska samleikan
Samgonguskjalið
hjá CHE-samgonuni
hevur sett sosialar
reformar, sum
„skulu tryggja
teimum við størsta
tørvinum javnbjóðis
møguleikar fyri ein-
um virknum lívi“
ovast á breddan
SamgonguSkjal
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Tá ið nýggja samgongan
legði samgonguskjalið fram
í gjár, segði Løgmaður, at
eitt av fremstu málunum hjá
nýggju samgonguni er at
skapa neyðugu lógarkarm
arnir fyri at øll í Føroyum
hava nøktandi rættartrygd,
eisini tey minni mentu.
Og samgonguskjalið hev
ur sum fyrst punkt:
Sosialir reformar skulu
tryggja teimum við størsta
tørvinum javnbjóðis møgu
leikar fyri einum virknum
lívi
Í útgreinandi partinum
stendur millum annað, at
námsserfrøðiliga ráðgeving
in kring landið verður styrkt,
Skúlin á Trøðni verður um
skipaður og styrktur í samráð
við leiðslu, starvsfólk og for
eldur at børnum, sum ganga
á skúlanum, og greining
armiðstøð fyri børn við ser
ligum tørvi verður skipað.
Ein av stóru trupuleikun
um hjá foreldrum at børnum
við serligum tørvi hevur
verið, at tann vitan og stuð
ul, sum hevur ligið í barna
gørðunum ikki hevur fylt
við í skúlan. Hetta tekur
nýggja samgongan hædd
fyri, og dagstovnaøkið verð
ur nú lagt undir mentamála
ráðið til tess at skapa eitt
heildartilboð til børn undir
og í skúlaaldri
Sosialpolitiskur reformur
skal eisini gerast við nýggj
ari sosiallóggávu. Og nýggj
føroysk forsorgarlóg, sum
fremur rættartrygd og gjøgn
umskygni, verður smíðað.
Hetta er eitt av teimum mál
inum, sum felagið Javni
hevur gjørt vart við í seinast
uni, og greinar í Sosialinum
hava víst á, hvussu avolda
okkara forsorgarlóg er.
CHEsamgonguskjalið
staðfestir,
at
føroyski
búskapurin hevur stórar
avbjóðingar í løtuni. Ein av
loysnunum
eru
langtíðarfíggjarætlanir fyri
allan rakstur og løgur
SamgonguSkjal
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Fleiri politiskar ætlanir fyri
liggja í skjalinum, men sagt
verður, øll átøkini eru bund
in at fíggjar og búskapar
støðuni.
Komandi fíggjarmálaráð
harrin, Karsten Hansen,
segði við Rás2 í gjár, at
hann ætlaði at føra ein varn
an búskaparpolitikk.
Øll vita, at ein króna
kann ikki brúkast tvær ferð
ir, og um pengar ikki eru,
verða átøk ikki sett í verk,
segði hann.
Samgongan bindur seg í
samgonguskjalinum til at
reka
ein
ábyrgdarfullan
fíggjar og búskaparpolitikk
og fremja neyðugar bygnað
arbroytingar, har lagt verður
upp fyri sveiggjum í búskap
inum og neyvt tamarhald er
á øllum útreiðslum.
Millum ítøkiligu átøkini,
sum verða nevnd í skjalinum
er ein endurskoðan av játt
anarskipan landsins, har
langtíðarfíggjarætlanir
verða gjørdar fyri allan
rakstur og løgur.
Búskaparráðið og onnur
hava í fleiri ár víst á, at hag
talsgrundarlag undir før
oyska búskaparpolitikkin
um manglar, og at politikar
ar tí, sum stjórin í Suðuroyar
Sparikassa segði í tíðargrein
í Sosialinum herfyri, stýra í
blindum.
Hetta ætlar nýggja sam
gongan at gera nakað við.
Hagtalsgrundarlag
skal
fáast til vega, og tjóðarrokn
skapurin skal dagførðast
sambært OECDleisti.
Altjóða stovnar skulu
eisini gera regluligar dygdar
metingar
av
føroyska
búskapinum, og funktiónir
nar fyri fíggjarstýring og
tænastur hjá tí almenna
skulu samskipast.
Bindandi árligar avtalur
ímillum land og kommunur
um íløgu og rakstrarkarm
og
felags fíggjarstýring og
roknskaparreglur fyri land
og kommunu eru eisini
nevnd í í skjalinum.
Sosialir reformar
hægstu raðfesting
Búskaparpolitikkur skal
hava fastari grund