mánadagur 4. februar 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 24 - 4. februar 2008 ]
Tað verður javnan
havt á munni, at fólk
hava sæð Osama
Bin Laden á gamla
heimavøllinum hjá
Arsenal, Highbury
Fótbóltur
Heri Simonsen
hersim@sosialurin.fo
»He´s hiding near Kabul,
he loves the Arsenal, Osama
oh oh oh...«. Soleiðis syngja
tey trúgvu viðhaldsfólkini
hjá Arsenal. Lagið til sangin
er hitt væl kenda italska
lagið »Volare«. Vit skrúva
tíðina aftur til mars 1994.
Vit eru í tíðini áðrenn poler
aði fótbólturin hjá Wenger
hevur gjørt innrás á High
bury. Skotin George Gra
ham er venjari hjá Arsenal.
Arsenal spælir ímóti italsku
Torino í einari kapping,
sum nú ikki er til longur,
Evropa Cupkappingini fyri
steypavinnarar.
Arsenal
vinnur 10, og vinnur seg
heilt til finaluna, sum teir
eisini vinna 10, ímóti
italsku Parma.
Troyggju til sonin
Adam
Robinson
hevur
skrivað bókina: »Bin Laden,
Behind the Mask of the
Terrorist«. Hann skrivar um
tann fyrsta evropeiska topp
dystin, sum fólk meina
Osama Bin Laden hugdi
eftir. Eftir tí, sum Robinson
hevur funnið fram til, var
Osama Bin Laden ikki so
hugtikin av fótbóltsspæli
num, men hann var ógvuliga
hugtikin av Arsenalvið
haldsfjøldini, sum stuðlaðu
sínum liði av øllum alvi.
Bin Laden kom aftur á
Highbury fyri at síggja
Arsenal sigra á Paris Saint
Germain. Eitt atgongumerki
til júst hendan dystin var
millum lutirnar, sum ameri
konsku hermennirnir funnu
í helluni hjá Osama Bin
Laden í Tora Borafjøllu
num í Afganistan. Nøkur
fólk, sum hugdu eftir dyst
um á Highbury frá klokku
síðuni, »The Clock End«
siga seg minnast at hava
sæð Bin Laden hugt eftir
fýra dystum hjá Arsenal í
1994. Søgurnar ganga eis
ini, at hann keypti eina
Arsenaltroyggju til tann tá
15 ára gamla sonin, Ab
dullah.
Arsenal váttar ikki
Alment vil Arsenal ikki
verða við til at vátta søgur
nar um, at Bin Laden er
sæddur
á
Highbury.
Leiðslan hjá Arsenal sigur
seg ikki hava viðmerkingar
til leysasøgur. Tó skal tað
verða heilt vist, at trygdar
fólk hjá Arsenal hava hugt
eftir upptøkum frá trygdar
sjóngáum fyri at finna upp
tøkur har Osama situr mill
um áskoðarnar í »The
Clock End«. Men hesir
hava ikki funnið nakrar upp
tøkur av Osama millum
Arsenaláskoðarafjøldina.
Fleiri Arsenalviðhaldsfólk
hava tó valt at spæla uppá
søguna við einum sjálv
speiskum stoltleika, har
sungið verður, at »Osama is
a Gooner«. Tann mest sjálv
speiska viðmerkingin er,
»At nú er heimavøllurin hjá
Arsenal so ikki eitt bumbu
mál.« Men eingin klárar at
koma við einari mynd, ella
einum prógvi um, at Osama
Bin Laden hevur verið á
Highbury. Granskarar er tó
samdir um eitt. Osama Bin
Laden dámar væl fótbólt.
Tá Osama var ein 1415 ára
gamal skúladrongur í saudi
arabiska býnum, Jeddah
plagdi hann og javnaldrarnir
ofta at spæla fótbólt. Tá Bin
Laden var stórur og sterkur,
so hendi tað ofta, at hann
leikti
afturi
í
verjuni.
Granskarar eru tó samdir
um, at hevur Osama verið
til dyst hjá Highbury, so
hevur hann ikki verið tað
síðani 1994. Og hevur hann
soleiðis ikki havt høvi at
síggja tann vakra, offensiva
fótbóltin hjá Arsene Weng
er. Um hann also ikki hevur
havt høvið at síggja tað á
onkrari sjónvarpsrás.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Besti spælarin í januar
Tað var kanska ikki mest hátíðarliga atkvøðugreiðslan.
Men grundað á avrikini undir venjingunum hjá felag
num varð Rógvi Jacobsen kosin sum besti spælarin í
Hødd í januar mánaði.
Hagtøl verða førd fyri hvørja venjing sær, og her var
Rógvi langt fremstur av øllum spælarunum. Rógvi var
tann spælarin, ið oftast hevði verið á vinnandi liðnum
til venjingarnar, og hann hevði funnið meskarnar
tríggjar ferðir so ofta sum næsti spælarin á liðnum.
-mørk
Heldur Bin Laden
við Arsenal?
Er Bin Laden veruliga Arsenal-fjeppari. Fleiri halda, at so er. Men onnur ivast tó. Hvussu er og
ikki, so finnast eisini fjepparar, sum sóknast eftir hesum áskoðaranum