mánadagur 4. februar 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 24 - 4. febr 2008 ]
Rodrigo komin til Klaksvíkar
KÍ hevur funnið suðuramerikanskan styrk til álopið hjá sær í ár. Felagið
hevur gjørt avtalur við brasilska Rodrigo og argentinska Jonathan Tridente.
Fríggjadagin kom Rodrigo til Klaksvíkar. Hann skuldi koma hósdagin, men
mátti gista í Keypmannahavn, meðan ódnin leikaði í kring oyggjarnar.
Lokalblaðið Norðlýsið var til fyrstu venjingina hjá Rodrigo. Venjingin var í
KÍ-høllini, og blaðið heldur, at Rodrigo hevði góðan bóltførleika. Jonathan
Tridente kemur til Klaksvíkar seinni í hesum mánaðinum.
Mynd: Norðlýsið
Tað kravdi nógv av
nervunum, men við
sigrinum á KÍF er
VÍF framvegis partur
av stríðnum um
bronsukrónurnar í
FM-kappingini
Hondbóltur
Jákup Mørk
Jakup@sosialurin.fo
Ungu
vestmenningarnir,
sum í vetur hava verið at
kalla í læru í fremstu hond-
bóltsdeildini, hava ikki alla
tíðina havt eina eins lætta
tilveru.
Seinastu
tíðina
hevur talan ikki verið um
serliga góð úrslit, og skuldi
liðið framvegis vera partur
av bronsustríðnum, so var
kravið ein sigur sunnudag-
in, tá grannarnir og botn-
liðið úr KÍF vitjaði.
Og hesa ferð gekk tað
hjá VÍF. Hóast KÍF sýndi
ein vilja, sum var munandi
stø rri enn í fleiri av sein-
astu dystunum, so hildu
teir gulu seg støðugt á
odda í dystinum.
Eina løtu í fyrra hálv-
leiki var enntá líkt til, at
talan skuldi gerast um ein
sigur av teimum heilt
tryggu, men KÍF vildi ikki
veruliga sleppa takinum.
Sum minuttirnir gingu
gjørdist spurningurin, hvørt
ungu menninir hjá teimum
gulu megnaðu at halda
høvdinum kalt, tá avgerandi
løturnar komu. Og her
gjørdist niðurstøðan eitt
greitt ja.
KÍF hevði annars mink-
að munin niður í eitt mál,
men seinastu løtuna var tað
VÍF, sum hevði eitt gear
eyka.
Við sigrinum hevur VÍF
framvegis ein teoretiskan
møguleika at vinna Neistan
aftur í stríðnum um pláss í
FM-finaluni. Tann møgu-
leikin er tó kanska dekan
ov teoretiskur, men tað man
tó smakka væl hjá teimum
flestu í Vestmanna, at liðið
framvegis er partur av
stríðnum um bronsukrónur.
Við sigri á
grannunum
vann VÍF
seg aftur
í dystin
um bronsu
krónurnar
savnsmynd
VÍF-KÍF 29-26 (16-14)
10 min: 6-4
20 min: 14-9
40 min: 18-17
50 min: 22-22
Málskjúttar
VÍF: Agnar Joensen 9(7), Regin Joensen 7, John M.
Andreasen 5, Niels Andreasen 4, Karl Johan Djur-
huus 2, Joen P. Høgnesen 1
KÍF: Damir Oros 12(4),Niklas Reginsson 6, Dean
Jankovic 4, Teitur Joensen 1, Regin Petersen 1,
Jóan Pauli Olsen 1, Jákup Trygvason 1
Brotskøst: VÍF 7, KÍF 4
Útvísingar: VÍF 3, KÍF 3
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen
FAKTA
VÍF-KÍF 29-26 (16-14):
VÍF aftur á slóðina
StÍF heldur framvegis
støðinum sum besta
hondbóltsliðið í
landinum. Hesa ferð
fekk H71 av at vita frá
einum StÍF-liði, sum í
løtum var serstakliga
vælupplagt
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er eingin, sum tykist
kunna steðga strandingum í
løtuni. Ikki síðani 7. novem-
ber er StÍF farið stigaleyst
av vøllinum. Og síðani
hetta er tað bert hent ta einu
ferðina – tann 25. november
móti KÍF – at StÍF ikki er
farið av vøllinum við báð-
um stigunum.
Tí var talan kanska um
truplastu
uppgávuna
av
øllum, sum H71 hevði
sunnudagin, og fyrstu lítlu
løtuna staðfestu strandingar-
nir eisini, at tær avgjørt ikki
vilja seta ferðina niður.
H71 varð snøgt sagt blást
av vøllinum fyrstu løtuna,
og tó at teir aftur sluppu
upp í part, tá StÍF setti ferð-
ina nakað niður, so var tað
støðugt heimaliðið, sum var
leikliga omaná. Nakað, sum
eisini gjørdist sjónligt í
seinna hálvleiki.
H71 royndi fleiri ferðir at
taka leiðsluna hjá StÍF aft-
ur, men miðskeiðis í seinna
hálvleiki
skrædnaði
av
álvara. StÍF fekk aftur ferð-
ina upp á eitt støði, har hoy-
víkingarnir ikki megnaðu
at fylgja við, og so gjørdist
talan enn eina ferð um
tryggan sigur til oddaliðið.
Breiðar dygdir
Og sigurin undirstrikaði
bara enn einaferð, at strand-
ingarnir eru glóðheitir í
løtuni. Stóru profilarnir eru
kanska skotsterku bakspæl-
ararnir, men liðið hevur
eisini hópin av øðrum dygd-
um. Sterka bakspælið gevur
eisini rúm hjá øðrum spæl-
arum, og tá hesir taka av
møguleikunum, er ikki gott
at vera fyri.
Eisini í verjupartinum
stendur liðið seg serstakliga
væl, og hevur Marian Cirlog-
anescu ein av sínum góðu
døgum, so er hampuliga
trupult hjá mótstøðuliðunum
at gera nakað sum helst.
Higar til hevur hetta verið
nóg mikið til at staðfesta
oddasessin í Atlantic Air-
ways-kappingini.
Men
spurningurin í løtuni er
helst, um hetta eisini er nóg
mikið til steypasigur. Fram
um øll hini, so hava strand-
ingar við átta finalum á rað
– harav sjey sigrum – undir-
strikað, at teir duga kynstrið
at lyfta seg til tær heilt stóru
uppgávurnar.
Føroyskur manshondbólt-
ur hevur ikki upplivað eina
greipu síðani 1998, men
strandingar tykjast í løtuni at
vera somikið glóðheitir, at
tað ikki er heilt av vegnum,
um teir fara avstað við eini
slíkari hetta kappingarárið.
StÍF-H71 30-22 (12-9):
Spæligleði á Skála
StÍF-H71 30-22 (12-9)
10 min: 6-2
20 min: 10-4
40 min: 16-13
50 min: 23-16
Málskjúttar
StÍF: Sveinur Justinussen 7(1), Danni Syhler 6, David
Edvardsen 6, Leivur Justinussen 4, Borgar Danielsen
3, André F. Danielsen 3
H71: Dánjal Tórgarð 8(1), Halgir Dahl Olesen 6(1),
Christian Eli Zachariassen 3, Gunnar Bláberg 2,
Freddy Poulsen 2, Poul Kjartan Dam 1
Brotskøst: StÍF 1, H71 4
Útvísingar: StÍF 2, H71 1
Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg
FAKTA
Heldur ikki H71 megnaði at steðga væl koyrandi maskinuni hjá StÍF, sum tykist stevna beint móti fyrstu greipuni í føroyskum
manshondbólti í 10 ár
savnsmynd