Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-04, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 24 - 4. februar 2008 ] Jón Rói ímóti russum Danska superligafelagið AaB hevur lagt skránna fyri venjingardystirnar. Liðið spælir ímóti Silkeborg og AGF, áðrenn leiðing verður løgd til La Manga. Har skulu Jón Rói Jacobsen og hinir spæla ímóti russisku feløgunum Spartak Nalchik og Krylya Sovetov Samara umframt norska felagnum Odd Grenland. Seinasti venjingardysturin verður ímóti Djurgården í Aalborg tann 5. mars. Holst skoraði aftur Christian Lamhauge Holst hevur skorað í øllum trimum venjingardystunum hjá Lyngby í ár. Um vikuskiftið spældi Lyngby ímóti FC Nordsjælland, og Lyngby vann dystin 2-1. Spælt varð á graslíki í Hørsholm. FCN legði seg á odda longu eftir tveir minuttir, men Lyngby stríddi seg inn í dystin aftur, og beint fyri hálvleikssteðgin javnaði Christian Lamhauge Holst við einum brotssparki. Sigursmálið gjørdi Jesper Kristensen sjey minuttir fyri leiklok. VÍF-VB 18-29 (8-16): Daiva og VB halda stílinum Við tryggum sigri í Vestmanna staðfesti VB sína støðu sum finaluaspirantar Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Á pappírinum skuldi eingin ivi verið, men VÍF hevur tó argað VB fyrr hetta kappingarárið.. Tað gjørdu tær tó ikki sunnudagin. VB hevur nýtt seinastu mongu vikurnar til at vinna seg í støðu sum FM-finalistar, og ta støðuna høvdu tær ongan hug at sleppa í Vestmanna. Frá byrjan var VB bragdligari liðið, og tað var skjótt, at munur av álvara kom millum liðini. Sum ikki eina- ferð, so var Daiva Toumaite stóri spælarin hjá VB, og uttan at taka nakað frá hinum spælarunum á liðnum, so hongur størsti parturin av FM-vónunum hjá VB helst á hennara herðum. Og tað var sum so eisini lítið, sum VÍF kundi gera, til tess at steðga VB og Daivu. Sum seinni hálvleikur leið, so var tað bert ein spurningur um, hvussu tryggur sigurin hjá VB skuldi verða. Og hjá VÍF var ásannanin helst, at tað ikki var í hesum dystinum, at neyðugu stigini til botnstríðið skuldu vinnast. Hjá gestunum var lagið hinvegin av tí allarbesta. Boðini um Kyndils-sigurin í Havn gjørdu ikki støðuna verri, og ivaleyst munnu tað vera fleiri í og kring VB, sum longu nú so smátt fara at fyrireika seg til enn tvær – og kanska tríggjar – FM-finalur móti Stjørnuni. Høgni Klein, Finnur Hansson og hinir á Kyndils-liðnum fingu veruliga glið á álopsspælið sunnudagin. Men teir vóru nú eisini væl stuðlaðir av eini Neista-verju, sum sjáldan fann rætta stevið Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað kann væl vera, at Neist- in mest sum hevur vissað sær sætið í FM-finaluni hjá monnum. Men Kyndil hev- ur longu vissað sær pláss í steypafinaluni, sum verður um eina viku. Og tann fak- torurin tóktist vera tann nógv meira motiverandi, tá liðini hittust á Hálsi sunnu- dagin. Vána verjuspæl 74 mál í einum og sama hondbóltsdysti boða ikki frá nøkrum serliga sannfør- andi verjuspæli. Og tað var nú heldur ikki tann partin, sum liðini løgdu størsta dentin á sunnudagin. Kyndil legði hart út, hóast tað var líkt til, at venjarin royndi at spara onkrar av spælarunum, sum vanliga verða roknaðir millum teir fyrstu sjey á vøllinum. Serstakliga riggaði álops- parturin á liðnum væl, tá liðið við toli og umhugsni spældi bóltin runt, til av- gerandi gloppið var at hóma í Neista-verjuni. Og tað var nú ikki so sjáldan, at hetta kom. Neista-verjan hevði ilt við at koma út til skot- sterku bakspælararnar hjá Kyndli, og fáa menn sum Finnur Hansson og Høgni Klein møguleika at spáka sær inn um tríggja-metra strikuna, áðrenn teir fáa sær ferð og avsett, so er hampu- liga lítið at gera hjá málverj- anum. Eina løtu hjálpti tað, at Ingi Olsen sjálvir fór á vøllin at røkja leiklutin sum skeivur eittari, soleiðis at hann fekk skermað Høgna nakað. Men skjótt fekk Kyndil eisini stillað tann partin av liðnum, og tá plássið inni á strikuni gjørd- ist betri, fór Janus Einar Sørensen veruliga at gera um seg. Og tí broytingina fekk Neistin ongan tíð veru- liga fatur á. Og so munaði tað lítið, at Roar Dalsgarð nakrar ferðir at kalla skeyt gjøgnum heilt, tá hann lang- aði bóltarnar í Kyndils- meskarnar. Útlendingapolitikkur Eitt tað truplasta málið hjá Innlendismálaráðnum í sein- astu samgonguni var útlend- ingamálið, sum ongan tíð fann nakra veruliga loysn. Og nú vit skriva 2008 tykist Neistin eisini at hava sína útgávu av trupulleikanum. Hesa ferð var ein avleið- ing, at Blagoje Buja byrjaði á beinkinum, tí við Namanja Racic og Jugoslav Djumic á vøllinum var bert rúm fyri einum útlendskum spælara afturat. Og so var spurning- urin, hvør hesin skuldi verða. Umframt Buha hevur Neistin eisini Jacob Larsen í hópinum, sum eisini telur Jakob Jónsson til næsta dyst. Tað vil við øðrum orð- um siga, at útlendingatalið á liðnum er tvey hægri enn sjálv kvotan. Og tað gevur sjálvandi høvuðbrýggj, tá útskiftingarbonkurin skal taka støðu til, hvør skal tveitast í spæl ella ikki. Álopið er lykilin Tann trupulleikan hevur Kyndil tó ikki. Og hóast Neistin fekk síni 35 mál, so hevði Kyndil sum heild ikki teir heilt stóru trupulleikar- nar sunnudagin. Hóast møguleikin fram- vegis er fyri at røkka FM- finaluni, so mundi tað vera fínpussin av forminum und- an steypafinaluni, sum stóð ovast á skránni, og tann part- urin gekk nú eisini hampu- liga væl. Fyrst og fremst í álopspartinum, har liðið megnaði at halda talið av mistøkum á einum mini- mum. Og tað man vera fyrsta fortreytin, um spælt verður móti kontrasterka StÍF-liðnum. Og megna teir grønu so eisini at tuna verjupartin til, er ikki óhugsandi, at teir kunnu gera um seg í final- uni, tá hendan stendur á skránni komandi leygar- dag. Kyndil-Neistin 39-35 (20-16): Verjuleysir Neistamenn VÍF-VB 18-29 (8-16) 10 min: 1-5 20 min: 4-9 40 min: 12-19 50 min: 14-23 Málskjúttar VÍF: Liljan Djurhuus 5(1), Fríða Marjunardóttir 4, Ioana Rapa 3(2), Heidi Joensen 3, Katrin Christiansen 1, Finngerð Jensen 1, Torgunn Johansen 1(1) VB: Daiva Toumaite 15(3), Christina Holm 4, Laila Jespersen 3, Gurið Mortensen 2, Svava Vestergaard 1, Theresa Joensen 1, Monika Samuelsen 1, Carol Kjærbæk 1, Bára Mortensen 1 Brotskøst: VÍF 6, VB 5 Útvísingar: VÍF 2, VB 3 Dómarar: Dámal Paulason & Kári Hansen FAKTA VB hevði ikki stórvegis trupulleikar av at ogna sær bæði stigini í dystinum í Vestmanna um vikuskiftið savnsmynd Kyndil-Neistin 39-35 (20-16) 10 min: 7-5 20 min: 13-10 40 min: 28-23 50 min: 33-27 Málskjúttar Kyndil: Finnur Hansson 9, Janus Einar Sørensen 8(2), Hjalti M. Jacobsen 7, Høgni Klein 6, Hans Áki Dal Christiansen 5, Hanus Johansen 1, Josef Abrahamsen 1, Ken Zachariasen 1, Rani Ellingsgaard 1 Neistin: Roar Dalsgarð 9(1), Jugoslav Djumic 6, Tróndur Kragesteen 5, Bogi Berg 3, Blagoje Buha 3(2), Karl Herup Olsen 3, Dann Thorleifsson 2, Ingi Olsen 2, Jóhan Brekstein 1, Karl Oddmar Rasmussen 1 Brotskøst: Kyndil 4, Neistin 4 Útvísingar: Kyndil 1, Neistin 2 Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen FAKTA Størsta partin av dystinum hevði Neista-verjan als ikki tak á Kyndils-álopinum, sum eisini skoraði heilar 39 ferðir Mynd: Álvur Haraldsen