Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-04, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 24 - 4. febr 2008 ] Triðju ferðina á rað vunnu Kyndils-kvinn- ur á Neistanum. Hesa ferð við sannførandi sigri, har ivi ongan tíð var um vinnaran Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er ikki av tilvild, at Kyndil er annað liðið í steypafinaluni. Kanska var lutakastið ikki heilt óhepp­ ið, tá Stjørnan og VB vórðu noydd at avgreiða eina hálv­ finalu sínamillum. Men fyrst og fremst, so hava tær grønu sjálvar greitt sína skyldu í so máta. Týdningarmesta stigið í so máta var helst, tá Kyndil í fjórðingsfinaluni basti Neistakvinnum. Ein dystur, sum bæði undirstrikaði, at sigurin í landskappingini í desember mánaði ikki var av tilvild. Men eisini ein sigur, sum undirstrikaði støðugu framgongdina, sum Kyndilskvinnur hava havt í vetur. Ein framgongd, sum eisini hevur havt við sær, at tað er at kalla sum dagur og nátt, um avrikini í dag og fyri fýra mánaðum síðani verða sammett. Verjan avgjørdi Og framgongdin var eisini sjónlig frá fyrsta bríksli sunnudagin. Ferðin á spæli­ num var so nógv hægri hjá Kyndli, enn hon var tað hjá Neistanum, og alt fyri eitt byrjaðu tær at draga frá mót­ støðuni. Stóri trupulleikin hjá Neistanum hevur í alt ár verið mangulin upp á skot­ sterkar bakspælarar. Og tann trupulleikin gerst ikki minni, nú Ása Dam á Neystabø hevur verið uttan fyri við skaða í eina tíð. Kyndil kundi tí alla tíðina halda fast um fløtu 6­0 verj­ una, har tær tó eisini dugdu at koma út, tá Neistin royndi at koma til skot, og soleiðis væl stuðlað av verjuni hevði Guðrun í Lágabø tí ein av sínum heldur lættari døg­ um. Samstundis ansaði Kyndil støðugt eftir, at tær ikki góvu nøkur kontraálop frá sær. Júst tann parturin hevur fram um alt annað verið styrkin hjá Neistanum í vetur, men glið fekst heldur ikki á hetta. Serstakliga tí verjuspælið í longum pørt­ um av dystinum var alt ov tamt. Finaluklárar Og sum dysturin leið, so gjørdist munurin millum lið og mót­ ávikavist viðráki alt sjónligari. Hóast ungar kreftir sum Edit Dahl Ole­ sen og Elin Holm góvu Neistanum nakrar glottar til vantandi bakspælið, so er tað ov nógv kravt, um hesar einsamallar skulu lyfta lið­ ið. Og hjá Kyndli var støðan at kalla tann øvugta. Hvør sum ein stuðlaðu spælararnir upp undir hvørja aðra, og júst tann viljin verður iva­ leyst týdningarmesti liður­ in, tá tær komandi vikuskift­ ið skulu spæla steypa­ finalu. Hvussu langt hetta ber, er tó ilt at meta um. Tí eingin ivi er um, at Stjørnan er stórfavorittur til steypafinal­ una. Líkamikið hvør mót­ støðan er. Men sum Kyndil hevur tikið seg fram seinastu mán­ aðirnar, so eru orðini frá Stjørnu­venjaranum í 3­2 kanska ikki heilt av leið. Tá segði Henrik Gerster nevn­ liga, at tað var púrasta rætt­ víst, at Kyndil er mótstøðu­ liðið í finaluni. Hetta tí Kyndil í løtuni hevur næst besta liðið í landinum. Um ikki annað, so hava tær undirstrikað, at tær í løt­ uni eru besta kvinnuliðið í høvuðsstaðnum. Balling bankaði landslið Danska felagið Vejle er á venjingarlegu í Karibien, og har spældu teir leygarkvøldið venjingardyst ímóti landsliðnum hjá St. Kitts. Vejle vann dystin heili 4­1, og tríggjar ferðir var tað fyrrverandi NSÍ­álopsspælarin Ulrik Balling, sum skoraði. Slatur gekk í vetur um, at Balling skuldi koma aftur til NSÍ at spæla, men hetta vóru bara leysasøgur. Claus og teir vunnu aftur Blackpool kom aftur á beint í næstbestu ensku fótbóltsdeildini, tá ið liðið leygardagin vann heimadystin ímóti Leicester. Fyrrverandi føroyski landsspælarin Claus Bech Jørgensen var við á liðnum hjá Blackpool allar 90 minuttirnar. Blackpool kom á odda tíðliga í dystinum, men í seinna hálvleiki javnaði Leicester. 20 minuttir fyri tíð var fyrrverandi skotski landsliðsspælarin Paul Dickov skiftur inn, og hann gjørdi sigursmálið hjá Blackpool stutt fyri leiklok. Kyndil-Neistin 27-21 (14-8): Best í høvuðs­ staðnum Maktfaktorurin í før- oyskum kvinnuhond- bólti kundi í løtum taka sær av løttum, tá tær syftu StÍF Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ofta hevur StÍF argað Stjørnuna. Eisini hóast tað á stigatalvuni hevur verið langt millum liðini seinnu árini. Men á Skála sunnudagin var tó ikki tann heilt stóri ivin. Stjørnan var komin undir Leirvíksfjørð eftir stigunum, og tann spurning­ in lótu tær ongan tíð nakran iva vera um. Fyrstu løtuna høvdu gest­ irnir sær sjálvum so líkt trupult við at finna veruliga stevið, men so við og við tóku tær veruliga dik á seg. Og hóast munurin ikki var tann heilt stóri í steðginum, so mundi heldur eingin á heimaliðnum ivast tað minsta um, at sigurin skuldi fara til gestirnar. Heldur ikki hóast Rebekka Justinus­ sen hesa ferð prógvaði sína mest sum ræðandi skot­ styrki. Og eftir steðgin var søgan hin sama. Stjørnan rullaði seg kanska ikki veruliga út, men tær hildu alla tíðina dystinum í einum jarntaki. Og seinastu minuttirnar settu tær enn eina ferð trumf á við at at vísa, at tær eisini kropsliga eru betur fyri enn nakað av mótstøðu­ liðunum. StÍF-Stjørnan 27-33 (14-18): Stjørnan buldrar víðari StÍF-Stjørnan 27-33 (14-18) 10 min: 5-7 20 min: 7-11 40 min: 18-23 50 min: 24-26 Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 11(3), Fríðrunn Danielsen 6, Oddrún Danielsen 4, Rósa Johansen 2, Ninna K. Johansen 2, Bára B. Danielsen Stjørnan: Simona Petersen 10, Durita Ljósstein 5(1), Durita Christophersen 5, Anna Kristina Samson 4, Una Olsen 4, Durita Ljósstein 2, Edith Hansen 2, Ella Petersen 1(1) Brotskøst: StÍF 4, Stjørnan 4 Útvísingar: StÍF 3, Stjørnan 2 Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg FAKTA Kyndil-Neistin 27-21 (14-8) 10 min: 4-2 20 min: 8-5 40 min: 21-12 50 min: 25-18 Málskjúttar Kyndil: Lina Andriulyte 5, Eyðritt Andreasen 5(1), Randi S. Wardum 5, Jacklin Durhuus 4, Ronja Mikkelsen 4, Tordis Tróndarson 3, Súsanna Petersen 1 Neistin: Nikoleta Radu Hansen 5, Elin Staksund 4, Elin Holm 3, Edith Dahl Olesen 2(1), Rakul Augustinussen 2, Rakul Magnussen 2, Anja Heinadóttir 2, Unn Kragesteen 1 Brotskøst: Kyndil 1, Neistin 3 Útvísingar: Kyndil 3, Neistin 2 Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen. FAKTA Í nógvum førum sluppu grønu Kyndils-kvinnurnar mest sum inn at málteiginum, áðrenn verjuspælari kom út at tackla Mynd: Álvur Haraldsen