Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-04, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. februar 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 24 - 4. febr 2008 ] Conteh skal hjálpa Slagelse Farna vikuskiftið spældi Denni Conteh venjingardyst fyri Brønshøj, og hann skoraði í hesum dysti. Tað hevur eftir øllum at døma fingið danska 2. deildarliðið Slagelse upp úr stólinum, tí nú hevur felagið gjørt sáttmála við álopsspælaran. - Vit hava eitt sera ungt lið, og tí hava vit leitað eftir nøkrum spælarum við royndum. Vit hava fingið John Sandberg til verjuna, og nú hava vit so fingið Denni til álopið, sigur Gert Hansen, ítróttarstjóri í Slagelse. Iranskur málmaður vitjar Atla Danska 1. deildarfelagið Frem hevur fingið málmanstrupulleikar, eftir at Jimmy Klitland fór til Vejle at spæla. Nú hevur Frem bert ein 18 ára gamlan málmann í hópinum, og tað kann verða ov lítil hjá Atla Danielsen og liðfeløgunum at líta á. Tí hevur Frem havt ein fyrrverandi iranskan landsliðsmálmann til royndarvenjing farnu vikuna. Málmaðurin kallast Hadi Tabatabaei, og hann skal eisini venja saman við Atla og teimum í næstu viku. Ungu klaks­víks­gent­ ur­nar­ úr­ Mjølnir­ r­oyndu at bíta fr­á s­ær­, men SÍ gentur­nar­ vó­r­u teimum, ov s­tó­r­ur­ ein biti, og s­igur­in gjør­dis­t mó­ti endanum gr­eiður­. Og dagin eftir­, tá gr­anna­ liðið úr­ Dr­átti var­ á vitjan, var­ s­øgan næs­t­ an tann s­ama. Tó­ fekk Dr­áttur­ s­kavað eitt s­ettið í s­ín par­t. FLOGBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Venjarin hjá SÍ hevði valt at seta Karina Mikkelsen á bonkin, í fyrsta dystinum um vikuskiftið, til tess at hvíla hana til dystin móti Drátti, og tað merkti dystin í Sørvági leygardagin. Men tær sum skulu taka yvir, tær smæðast ikki burtur, og ser- liga var tað unga Annika Niclasen, ið kom til sín rætt, tá hon takkaði fyri víst álit, og við góðum móttøk- um og álopsspæli var hon við til at koppa Mjølni. Mjølnirliðið hevur nógvar ungar leikarar, men tað var eisini pláss fyri einum mei- ra kendum ísletti. Tað var ”Frøkun Flogbóltur” sjálv Marjun Kalsø, ið trein inn á vøllin at avloysa unga hevar- in eina løtu. Men heldur ikki Marjun kundi venda gongdini, og sjálvt um SÍ ik- ki spældi sprutlandi góða spælið, tær eru kendar fyri, so megnaðu tær at vinna sannførandi 3-0. Grannauppgerð Í grannadystinum sunnudag- in tóktust sørvágskvinnur meira klárar og tendraðar, og dugdu væl at nýta feilir- nar hjá Drátti, til egnan fyri- mun. Dysturin endaði við 3-1 sigri til heimaliðið SÍ, og kósin er harvið hildin móti meistaraheitinum. Eins og ein grannauppgerð eigur at vera, so var eisini hesaferð. Spenningur og intensitetur, men SÍ gjørdu, sum so ofta fyrr. Tær drógu longra stráðið og vunnu 3-1. Dráttur kom aftur Sunnudagin spældu Dráttur sín seinna dyst um viku- skiftið, og tað ferðina var tað móti ungu tvørágentun- um úr TB. TB høvdu eins og mong onnur, tveir dystir um vikuskiftið, og fyrsti teirra var í Havn móti Fleyr, ið suðuroyargenturnar vun- nu 3-1. Men móti Drátti var ikki nemt hjá gentunum fyri sunnan. Tær royndu hvat tær vóru mentar, men tað rakk bert til tað eina sett- ið, og vann Dráttur sostatt ein av sínum tveimum dyst- um um vikuskiftið. SÍ vann um vikus­kift­ ið ein s­er­a týdning­ ar­miklan s­igur­ mó­ti einum av toppkandi­ datunum til meis­tar­a­ heitið, og kunnu enn avger­a alt s­jálvir­ FLOGBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Sum settmunurin eisini vís- ir, vóru fyrstu trý settini rættuliga jøvn, og kundu í veruleikanum farið báðar vegir. Gestirnar vunnu tað fyrsta og triðja, og SÍ vann næsta, fjórða og ræðandi fimta settið. Javnur dystur í fýra settum Tey fyrstu trý settini vóru rættuliga lík, har SÍ byrjaði betur, fyri síðani at steðga á eina løtu, meðan so ÍF tók yvirtakið. Ilt var at meta um hvønn vegin úrslitið fór at koppa, og spenningurin var almikil. Hóast mótgongd í triðja setti, koma SÍ aftur framm- um við fýra stigum frá byrj- an í fjórða setti. Men stokk- ut var gleðin. Løtu seinni er javnt, men tá veruliga á stóð, megnaðu vertirnar úr Sørvági at venda settinum á høvdið og vunnu rættuliga trygt. Hendan vendin í fjórða setti, tóktist at nerva gestir- nar úr ÍF somikið, at teir ongantíð veruliga komu í gongd aftur. Áðrenn teir fin- gu vent sær vóru teir aftan- fyri heili 7-0, og tá var sett- ið í veruleikanum avgjørt, og harvið eisini dysturin. SÍ vann seinasta settið í dysti- num 15-09, og eru nú aftur í góðari støðu til meistara- heitið. ÍF eru hinvegin dragnaðir eitt sindur, og tola ikki at tapa tað heilt stó- ra afturat, skal tað vera teim- um lív lagað í stríðnum um meistaraheitið. Úrslitini Meistaradeild kvinnur SÍ-Mjølnir 3-0 (25-22, 25-18 og 25-18) SÍ-Dráttur 3-1 (25-21, 20-25, 25-23, 25-15) Meistaradeild menn SÍ-ÍF 3-2 (22-25, 25-23, 23-25, 25-18, 15-09) Tveir sigrar afturat til SÍ SÍ kvinnurnar hava beina kós móti meistaraheitinum, og halda tær áfram við góðu taktunum, røkist ikki fyri, at nakar stendur teimum kurl Mynd: sis.fo Ein klassiskur 5-settari SÍ eru nú aftur væl inni í oddastríðnum, meðan ÍF skulu til at vinna sínar dystir, skal teirra lív í oddastríðnum vera lív lagað Mynd: sis.fo