mánadagur 4. februar 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 24 - 4. febr 2008 ]
Manchester United
fingu bert javnleik
móti Tottenham, tá
teir skoraðu langt
inni í yvirtíðini á
White Hart Lane.
Og Arsenal vóru
ikki seinir at nýta
møguleikan. Teir
vunnu sín dyst, og eru
nýtt oddalið í Premier
League
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Bulgarski áleyparin, Dimi
tar Berbatov legði heimalið
ið Tottenham á odda longu
tá 20 minuttir vóru spældir.
Tað var eftir eina støðu, har
hálendski
málverjin
hjá
Manchester United, Edwin
Van der Saar ikki fekk boks
að bóltin vekk, og tá var
lætt hjá Berbatov. Heilt
longi sá tað eisini út til at
gerast einasta málið í dysti
num, men við einum øgilig
um trýsti á Totenham, fingu
gestirnar úr Manchester út
javnandi málið. Málið skor
aði argentinin Carlos Tevez,
tá 93 minuttir vórðu spæld
ir.
Høvdu
heimaliðið
»Spurs« vunnið, hevði tað
verið fyri fyrstu ferð í seks
ár, men so skuldi ikki vera
á hesum sinni.
Adebayor
heldur áfram
Arsenal eru nýtt oddalið í
Premier League, eftir Ar
sene Wenger og hansara
menn vunnu á útivølli móti
Manchester City. Hetta er
samstundis fyrsti dystur, ið
City hevur tapt á heimavølli,
og tað er ein av høvuðsor
søkunum til at City liggja
so væl fyri í hesum kapp
ingarárinum.
Málini hjá oddaliðnum úr
London skoraðu Togobúgv
in Emmanuel Adebayor og
Eduardo Da Silva, ið er av
Kroatiskum uppruna, við
einhvørjum
brasilskum
ísletti. Málið hjá City skor
aði Gelson Fernandes.
Sigurin hevur sostatt við
sær at »The Gunners« úr
London eru tvey stig fremri
enn »Reyðu Djevlarnar« úr
Manchester.
Kendu ikki sína
vitjunartíð
Ein av harðastu kappingar
neytunum til enska meist
araheitið, Chelsea kundu
koma væl nærri at teimum
báðum heilt har frammi,
men heldur ikki hjá teimum
bragdaði. Chelsea var á
vitjan hjá Harry Redknapp
og hansara monnum í Ports
mouth, og hóast London
liðið Chelsea vóru stórir
favorittar til at vinna, eydn
aðist teimum bert at fara úr
aftur Portsmouth við javn
leiki 11. Málini skutu ný
innkeyptu, Nicolas Anelka
og Jermaine Defoe, og sig
ast má at hesir vandamiklu
áleyparar hava longu nú
sett síni tíðuligu merkir
eftir sær í ávíkavist Chelsea
og Portsmouth.
So vaknaði
sovandi kempan
Sunderland, við bersøgna
íranum, Roy Keane á odda,
megnaðu at halda móti í
næstan ein tíma á Anfield
leikvøllinum í Liverpool,
men tá himmalhøgi Peter
Crouch legði ”The Reds” á
odda, var so at siga avgjørt.
Nakað seinni rann Fernando
Torres frá Sunderland verj
uni og økti, áðrenn Steven
Gerrard sløkti og stongdi
við einum brotssparki. Liv
erpool vann dystin 30 og
eru nú aftur til at metast
sum favorittar til at taka
fjórða plássið í Premier
League, ið gevur atgongd
til høgt mettu Champions
League kappingina.
Úrslitið hevur samstundis
við sær, at Sunderland enn
hava sín fyrsta útisigur til
góðar, og tað er nakað, ið
skil má koma á, um liðnum
framhaldandi skal vera lívi
lagað í bestu ensku fótbólts
deildini.
Olgar heldur fram
Álopslegendan Olgar Danielsen vandi í fjør 2.
lið og unglingarnar hjá EB/Streymi, og hann
heldur fram í hesum starvi í ár. Tað skrivar
heimasíðan hjá EB/Streymi. 2. lið hjá EB/
Streymi skal í ár spæla í 1. Deild, Samstundis
sum avbjóðingin er stór, so verður 2008 eisini
eitt søguligt ár, líkamikið hvørji úrslitini verða,
tí hetta er fyrstu ferð í søgu felagsins, at EB/
Streymur hevur lið í teimum báðu fremstu
mansdeildunum, skrivar heimasíðan hjá EB/
Streymi.
Kanoute bestur í Afrika
Álopsspælarin Frederic Kanouté var fríggjakvøldið kosin til
besta afrikanska spælaran farna árið. Langi og vandamikli
Kaonuté er føddur í Fraklandi, men hevur ættarbond til
Mali, har hann eisini umboðar landsliðið. Kanouté spælir
fyri spanska felagið Sevilla, og har hevur hann staðið seg
sera væl. Kanouté vann frammanfyri Didier Drogba og
Michael Essien.
United fekk stig
í síðsta sekundi
Úrslitini um vikuskiftið:
Birmingham-Derby
1-1
(Larsson-Villa)
Blackburn-Everton
0-0
()
Fulham-Aston Villa
2-1
(Davies, Bullard-s.m.)
Liverpool-Sunderland
3-0
(Crouch, Torres, Gerrard)
Man City-Arsenal
1-3
(Fernandes-Adebayor 2, Eduardo)
Newcastle-Middlesbr
1-1
(Owen-Huth)
Portsmouth-Chelsea
1-1
(Defoé-Anelka)
Reading-Bolton
0-2
(Nolan, Helguson)
Tottenham-Man Utd
1-1
(Berbatov-Tevez)
Wigan-West Ham
1-0
(Kevin Kilbane)
Emmanuel Adebayor, ið aftur hesaferð skoraði tvey mál, er nú komin upp á 18 mál, bert eitt mál minni enn toppskjúttin, Cristiano Ronaldo. Sigurin hjá Arsenal
hevði eisini við sær, at liðið nú er einsamalt á odda í Premier League, aftaná at United snávaðu móti Spurs