Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 25 - 5. februar 2008 Søkt verður eftir alara/røktara til alingina hjá Marine Harvest Faroes á Veðranesi. Arbeiði fevnir um: • at gera aliøkið klárt til várútsetingina 2008 • fóðring og røkt av fiski • dagligt viðlíkahald av útgerð Roknast má við kvøldar- og vikuskiftisvaktum. Løn sambært avtalu. Áhugað kunna tosa við rakstrarleiðaran á Veðranesi, Finnur Johannesen, á telefon 777075. Umsóknarfreistin er 15. februar 2008 Marine Harvest Faroes P/F Ternubrekkan 1 695 Hellurnar ALARI til Marine Harvest Faroes P/F www.marineharvest.com Marine Harvest er størsta alifelag í heiminum, og verður triði hvør aldur laksur framleiddur í einum Marine Harvest felag. Í Føroyum rekur Marine Harvest 4 alibrúk og eina smoltstøð, og framleiða vit 6.000 tons av laksi um árið. Karsten Hansen, fíggjarmál Føddur: 18. august 1944 Foreldur: Andrea og Frederik Hansen Hjúnarfelagi: Gull-Britt, f. Hinge Børn: Heidi, Thorbjørn, Frederik, Mirjam Útbúgving: Løgreglumaður Yrki: Sjómaður 1959-62, handilsstarv 1963-66, løgreglumaður 1966-98, støðleiðari 1975-85, sýslumaður 1985-98 Politisk lívsleið: Landsstýrismaður 1998-2004. Valdur á ting 2004. Afturvaldur við valið 2008. Málsøki: Fíggjarmál Hevur fyrr umboðað Tjóðveldisflokkin í landsstýrinum gin í Tinganesi Kristina Háfoss, mentamál Fødd: 26. juni 1975 Foreldur: Ana Helena og John P. Danielsen Hjúnarfelagi: Ronnie Háfoss Børn: Hildur (2001), Hákun (2004) og Erlendur (2006) Útbúgving: BA í búskapi, BA í løgfrøði, cand.jur., cand.polit. Yrki: Umsitingin hjá donsku stjórnini, deildarleiðari á Tryggingarfelagnum Føroyar Politisk lívsleið: Vald á ting 2002-2004. Hevur ikki verið virkin í politikki seinastu fýra árini. Málsøki: Mentanarmál Kjakið um javnstøða sær út til at hava givið eitt ítøkiligt úrslit í føroyskum politikki. Frá einum reinum »taleban-landsstýri« við monnum, sum løgmaður sjálvur hevur málborið seg, eru nú tríggjar kvinnur í Tinganesi. Frá vinstru Karsten Hansen, fíggjarmál, Miðflokkurin, Tórbjørn Jacobsen, fiskivinnu- og tilfeingismál, Tjóðveldi, Kristina Háfoss, mentamál, Tjóðveldi, Høgni Hoydal, uttanríkismál, Tjóðveldi, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Javnaðarflokkurin, Helena Dam á Neystabø, lógarmál, Javnaðarflokkurin, Bjørt Samuelsen, vinnumál, Tjóðveldi og Hans Pauli Strøm, almanna- og heilsumál, Javnaðarflokkurin Mynd: Jens Kristian Vang