Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 25 - 5. februar 2008 1939 Ítrótta- og ungdómsráðgevi til Ítróttasamband Føroya Ítróttasamband Føroya søkir eftir Ítrótta- og ung- dómsráðgeva til eitt spennandi og fjølbreitt starv. Ítrótta- og ungdómsráðgevin kemur at arbeiða á skrivstovuni hjá Ítróttasambandi Føroya, og skal í høvuðsheitum taka sær av útbúgving, skeiðum, upplýsing og fyribyrging. Umframt hetta skal tann, ið settur verður í starv rokna við, at ein partur av arbeiðinum eisini verður at ráðgeva sersambond- um og ítróttafeløgum. Vit leggja dent á at umsøkjarin hevur lætt við at samskifta, er fleksibul og er vanur at samskipa. Roknast kann við at ein partur av arbeiðinum er á kvøldi og í vikuskiftunum. Løn og setanarviðurskifti annars vera eftir avtalu Umsóknarfreistin er mánadagin 18. februar 2008. Ynskiligt er, at tú byrjar skjótast gjørligt, tó ikki seinni enn 1. apríl 2008. Umsóknin skal sendast til: Ítróttasamband Føroya, Postboks 223, FO 110 Tórshavn ella til isf@isf.fo Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ninnu Reinert Ørvarodd á telefon nr. 312606 ella 212933. Nólsoyar skúli Søkt verður eftir fólki til Nólsoyar skúla at byrja 15. februar til: 7 stuðulstímar um vikuna 2 t/v í handaverk og list leysar vikartímar Áhugað fáa nærri at vita við at venda sær til skúlaleiðaran Tlf. 282465 ella 302465 Umsóknir skulu verað skúlanum í hendi í seinasta lagi 10. februar Gunnvør Joensen, skúlaleiðari Nólsoyar skúli FO-270 Nólsoy Ein av hennara fyrstu arbeiðsuppgávum sum landsstýris­ kvinna, verður svara einum spurningi um, hví føroyingar, sum gifta seg við útlendingi, føla seg noyddar at rýma uttanlands at búgva Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fleiri føroyingar, sum eru giftir við útlendingum, fara heldur uttanlands at búgva, enn at búseta seg í Føroy­ um. So ring er støðan í Før­ oyum, sigur Kári P. Høj­ gaard, løgtingsmaður, fyri Sjálvstýrisflokkin. Hóast nývalda Løgtingið nóg illa er ikki komið í eygað, hevur sjálvstýrarin úr Runavík longu latið seg í arbeiðsklæðini og dregur nýggju landsstýriskvinnuna í lógarmálum og innlendis­ málum í eldin. Tað ger hann við at spyrja hana um hennara meining um ein afturvendandi trupul­ leika í Føroyskum politikki nú í nøkur ár og tað er trupulleikin hjá útlending­ um í Føroyum. Tað hevur meiri enn eina­ ferð verið umtalað sum ein sorgarleikur, soleiðis sum útlendingar í Føroyum vera viðfarnir Kári P. Højgaard er full­ greiðir yvir, at Helena Dam á Neystabø kann ikki lastast fyri støðuna, men eitt tað fyrsta, hon kemur at svara upp á, nú hon er til arbeiðis í Tinganesi, er at greiða frá, hvat hon ætlar at gera við trupulleikan. Hann sigur, at hann vil hava at vita, hvussu langa tíð, tað í miðal tekur at viðgera umsóknir hjá útlendingum, ið søkja um arbeiðs­ og uppihaldsloyvi í Føroyum. Í hesum sambandi vil hann eisini hava av vita, hvar í skipanini tað er, at málini stranda, tíð hann vil eisini hava at vita, hvussu long miðal avgreiðslutíðin er hjá løgregluni, innlendis­ málaráðnum og Udlændin­ gestyrelsen. Somuleiðis vil hann hava at vita, um nakar munur er í viðgerðini, tá ið talan er um føroying, ið hevur útlendsk­ an hjúnafelaga, og tey ynskja at seta búgv í Føroy­ um. Tað hevur meiri enn eina­ ferð verðið sagt, at danir hava boðað føroyingum frá, at teir fylgja altíð tilmæl­ unum frá føroyskum mynd­ ugleikum í slíkum málum. Tí vil Kári P. Højgaard hava at vita, um danir skriv­ liga hava boðað frá, at allar umsóknir um arbeiðs­ og uppihaldsloyvi verða av­ greiddar soleiðis, sum før­ oyingar tilmæla. Hann kemur eisini inn upp á samskiftistrupulleikar og spyr, um Helena Dam á Neystabø heldur, at tað er rímiligt, at umsøkjarar, ið mangan hava torført at samskifta á føroyskum ella donskum, regluliga noyðast at rykkja eftir svari, fyri at umsóknin ikki heilt skal verða gloymd. Tvingað at flyta uttanlands Kári Post sigur, at hann er greiðir yvir, at í einum lítlum landi sum Føroyum, er tað sjálvsagt øgiliga týdningarmikið at vit føra ein varnan og ábyrgdarfullan útlendingapolitikk. ­ Men kortini má ásann­ ast, at støðan er tíverri langt frá sømilig og tað er enntá so galið, at hjá føroyskum ungdómi, sum finnur sær hjúnafelaga uttan fyri norð­ urlond, er tað so stríggið at sleppa at búseta seg í Føroyum, at fleiri blandað hún rætt og slætt heldur gera av at búseta seg uttan­ lands, tí tey ikki hava tíð og fíggjarliga orku at stríðast fyri at fáa varandi arbeiðs­ og uppihaldsloyvi. Kári P. Højgaard sigur, at hetta er ein sannroynd og nú vil hann hava at vita, hvat Helena Dam Neystabø ætlar at gera við hendan trupulleika. Helena í eldin beinanvegin Eigararnir á Heimasta Horni hittast í annaðkvøld Í annaðkvøld fara tey, sum hava sett seg fyri eina íbúð í íbúðarbygningunum á Heimasta Horni í Havn, at gera av, um tey skulu siga íbúðirnar frá sær ella ikki, skrivar kringvarp.fo. Tá fara tey at hava ein felags fund at taka støðu til málið. Í gjár høvdu umboð fyri millum 50 og 60 av keyparunum fund við Føroya Banka, og har fingu tey at vita, at verandi leistur heldur fram. Tað vil siga, at tey sum ætla at keypa íbúðirnar, skulu gjalda meir, enn tey upprunaliga settu seg fyri. Keypararnir hava freist til 3. mars at taka støðu til, um tey vilja hava íbúðirnar ella ikki, verður upplýst úr Føroya Banka. Kári P. Højgaard vil hava at vita, hvussu nýggja landsstýriskvinnan ætlar at loysa ein sorgarleik í føroyska samfelagnum Mynd: Jens Kr. Vang