Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 25 - 5. februar 2008 Sum pápi at lógini um vinnuligan fiskiskap í síni tíð, átti eg at verið tann besta egnaði at seta meg í sessin sum landsstýrismaður í fiskivinnu- og tilfeing- ismálum. Hetta sigur ein sera vónbrotin Heini O. Heinesen í viðmerking til, at tað ikki gjørdist hann, men Torbjørn Jacobsen, ið fekk sessin. Baklandið hjá Heina O. Heinesen í Norðoyggjum vildi hava hann at slíta, áðrenn samgongan var komin í gongd Politikkur Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Tað var ein sera vónbrotin Heini O. Heinesen, sum tíð­ liga seinnapartin í gjár mátti staðfesta, at hann ong­ an møguleika hevði at fáa postin sum landsstýrismaður í fiskivinnu­ og tilfeingis­ málum, ið sum kunnugt fór til næstformannin í Tjóð­ veldinum, Torbjørn Jacobsen. Hetta kundi havt komið samgonguni í vanda, longu áðrenn hon var fingin upp á pláss, tí sambært Heina O. Heinesen fekk hann boð frá baklandi sínum í Norðoyggj­ um, at hann bara skuldi slíta. ­ Nú havi eg ongantíð havt tað upp á handan mátan, men eg segði teimum (tingmanningini, blm), hvat tey kundu rokna við, og tað er, at eg taki ikki undir við øllum, sum teir koma við. Hetta at fiskiloyvini eru galdandi til 2018 við møgu­ leika fyri at leingja heilt til 2023. Eg meini sjálvur, at man átti at strikað hatta ára­ málið í lógini, tí hatta var tað sum gjørdi, at tað kom spekulatión í loyvini, har útlendingar kunnu fáa ein blankotjekk frá onkrum strá­ manni her í Føroyum. Tí hatta var alst ikki neyðugt. Eitt fiskiloyvi eigur at vera galdandi, so leingi man brúk­ ar tað, og so eigur tað at verða latið innaftur til tann, sum eigur tað, og tað er land­ ið. So kundi man, um onkur annar keypir skipið, sókt um at fáa fiskiloyvið við, sigur Heini O. Heinesen. Vil tað siga, at tú verður ímóti øllum broytingum í lógini um vinnuligan fiski­ skap? ­ Nei, eg vil gjarna taka flestu broytingar burtur, sum eru komnar eftir upp­ runalógina. Sjálvandi eru tíðirnar broyttar, og lóg­ gávuarbeiði er sum at arbeiða í grótbroti, tað er ongantíð liðugt. Tað óhepna er, at tað bara ein flokkur sum hevur ligið á lóggávu­ arbeiðinum síðani fullveld­ islandsstýrið, og tað er Fólkaflokkurin, sigur Heini O. Heinensen. Norðoyatingmaðurin segði við Rás2 í gjár, at um hann ikki fekk postin sum landsstýrismaður í fiski­ vinnumálum, so vildi hann sum minstamark hava for­ manspostin í vinnunevndini hjá Løgtinginum. Spurdur hvat hendir, um hann ikki fær hetta, sigur Heini O. Heinesen. ­ Ja, so eri eg noyddur at umhugsa støðuna av nýggj­ um, tað er heilt greitt, tí so havi eg onga ávirkan á polit­ ikkin sum heild. Tað varð nevnt, at eg kundi gerast lim­ ur í fíggjarnevndini, men hetta er ikki nakað sum eg havi tann stóra áhugan fyri. Men fekst tú nakað lyfti um ein nevndarformanspost ístaðin fyri landsstýrissess­ in? ­ Eg havi ikki fingið til­ boð upp á nakað sum helst og havi ongantíð staðið meiri á berum í politikki enn í dag, sjálvt um eg kom innaftur við stórum atkvøðu­ tali og liggi langt framman fyri nógv av teimum, sum eru ministarar, sigur Heini O. Heinesen. Nei til Sjálvstýrisflokkin Norðoyatingmaðurin aftur­ vísir, at hann er so ónøgdur, at hann umhugsar at fara úr flokkinum. ­ Eg eri tjóðveldismaður og blívi við at vera tað, og havi eisini verið við til at skriva samgonguskjalið, sum eg sjálvandi taki undir við í stóran mun. Eg havi bara tikið til eftirtektar, at ongin atkvøddi upp á meg. At eg ikki dugi enskt ella russiskt er ein vánalig umbering, tí so vítt eg veit, dugir Torbjørn heldur ikki russiskt. Eg haldi meg eiga meir í flokkinum, enn fólk­ ini sum sita har í dag. Eg var politiskur formaður frá 1994 til 2000, tá flokkurin vaks frá fýra til átta ting­ menn, so eg skyldi ikki flokkinum nakað sum helst, sigur Heini O. Heinesen. Eftir at fyrrverandi for­ maðurin í Tjóðveldisflokk­ inum á Rás2 í gjár gav til kennar, at hann kendi seg útihýstan í Tjóðveldinum, kom tilboð frá Sjálvstýris­ flokkinum um, at hann kundi koma upp í flokkin. Spurdur um hann umhugsar hendan møguleikan, sigur Heini O. Heinsen, at tað ikki kemur upp á tal. ­ Tó má eg siga, at eg kann blíva so útihýstur, at eg má gera okkurt. Eg fari ikki at góðtaka ongan álitis­ post at hava í flokkinum. Tí kann hendan støðan ikki halda fram, sigur Heini O. Heinesen. Torbjørn Jacobsen sigur, at hann stuðlaði tær í at gerast fiskimálaráðharri? ­ Tað kann hann saktans siga, tá hann veit, at restin av flokkinum ikki tekur undir við mær, sigur ein sera vón­ brotin Heini O. Heinesen. Heini biðin um at slíta Heini O. Heinesen, sum fekk 415 atkvøður á løgtingsvalinum 19. januar, er sera vónbrotin av at verða vrakaður sum landsstýrismaður í fiskivinnu- og tilfeingismálum Mynd: Jens Kr. Vang Tveir listar til Stiftsstjórnina Tá freistin var úti fyri uppstilling til Stiftsstjórnina vóru tveir listar komnir inn við uppskotum um, hvør skal sita í hesi stjórnini. Nú fáa teir føroysku kirkjuráðslimirnir møguleika at siga sína hugsan um, hvør av teimum fimm valevnunum skal veljast. Hesi fimm eru: Á Valevnislista 1 eru: Niklas Foldbo, Toftir. Eyðbjørg Gaard Midjord, Trongisvágur, Tummas Lauritsen, Miðvágur og Mamy Dahl Sørensen, Viðareiði, og á Valevnislista 2 er Halgir Winther Poulsen, Hoyvík. Atkvøðuseðlarnir skulu vera inni fyri 22. februar. Tann, ið fær flestar atkvøður verður limur í Stiftsstjórnini frá 1. mars í ár til 31. mars 2010. Fáa minni í kassan Í ár fær danski ríkiskassin umleið eina hálva mia. krónur minni burtur úr orkufelagnum DONG og øðrum almennum fyritøkum, enn stjórnin væntaði upprunaliga. Tá stjórnin legði uppskotið til fíggjarlóg fyri 2008 fram seinasta heyst, væntaði hon at fáa næstan tvær mia. krónur burtur úr teimum almennu fyritøkunum í ár, men nú fíggjarlógin verður endaliga viðgjørd, er hetta talið vorðið 460 mió. krónur minni, sigur fíggjarmálaráðið. DONG og onnur almenn feløg geva ikki so nógv sum væntað (Mynd: DONG)