Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 25 - 5. februar 2008 Løgtingsvalið 19. januar var helst seinastu ferð, at fólk á Selatrað fóru á val í heimbygdini. Valstað teirra verður nú niðurlagt, hevur kommunan avgjørt Valstøð Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Selatrað: Tá teir umleið 70 veljararnir á Selatrað skulu velja nýtt bygdaráð í heyst, verður tað ikki gjørt í heim­ bygdini. Ein avgerð á bygdaráðs­ fundi í Sjóvar kommunu í farnu viku hevur nevniliga avgjørt, at niðurleggja Sela­ trað sum valstað. Um val hevði verið aftur í dag, skuldu sostatt teir 73 veljararnir við heimstaði á Selatrað farið út á Strendur at velja ístaðin. Hetta hevði so aftur ført við sær, at bæði úrslitini vórðu kunngjørd sum eitt einstakt. ­ Talan er um so fáar atkvøður á Selatrað, og vit hava skilt á teimum, at tey hava einki ímóti hesi broyt­ ingini, sigur Malena Thom­ sen, borgarstjóri á Strond­ um. Bygdaráðið fer nú at senda umsókn um hetta til Innlend­ ismálaráðið, og gongst sum ætlað kann henda avgerðin fáa hildið longu til kommunu­ valið í heyst. Við valið í farna mánaði greiddu 77 % av veljarunum atkvøðu, og á valinum á í 2004 var talið munandi størri, nevniliga 88 %. Samskifti við Strendur Júst hetta við teimum smáu valstøðunum er eitt, sum Út­ oyggjafelagið hevur arbeitt við. Dømi um smá valstøð eru Syðradalur á Kalsoynni, Bøur, Dalur, Saksun og Gásadalur. Við løgtingsvalið í farna mánaði var talið av valstøðum minkað niður í 62, ímóti 65 við løgtings­ valið fyri fýra árum síðani. Tá fólkatingsval var hild­ ið í heyst mettu fólk í Saks­ un, at hetta fór at verða sein­ astu ferð at tey sluppu á val­ staðið í bygdini. Og so var. Við løgtingsvalið 19. januar vóru bæði Saksun og Syðradalur strikað sum valstøð. Og við næsta løg­ tingsval verða tey helst enn færri, nú Selatrað verður niðurlagt í øllum førum. ­ Tað vísir seg, at nógv fólk á Selatrað kortini skulu út á Strendur í tí dagliga, millum annað til handils og onnur ørindi, vísir borgarstjórin á. Praktiskar orsøkir Tað eru longu liðin mong ár síðani hinar bygdirnar í kommununi – Kolbanar­ gjógv og Morskranes – vórðu niðurlagdar sum valstøð. ­ Nú er túrurin so komin til Selatrað. Hetta verður gjørt av praktiskum orsøk­ um, vísir Malena á. Við valið í farna mánaði vóru 73 fólk við valrætti á Selatrað. Av hesum greiddu teir 56 teirra atkvøðu. Á valinum í 2004 vóru 76 av 86 veljarum á vali. Tey flestu kunnu helst lættliga flyta seg út á Strendur fyri at fara á val. Um ikki, hevur kommunan eina loysn: Tey kunnu seta seg í samband við kommun­ una, sum so fær fólk á staðið við einum atkvøðu­ seðli og einum brævbjálva. Sum skilst eru bæði velj­ arar og tey í valstýrinum á Selatrað sinnað fyri hesi avgerðini. Avgerðin í bygdaráðnum var einmælt. Skulu út á Strendur at velja 14 lítil valstøð Við løgtingsvalið 19. januar var val hildið á 62 valstøðum. 14 teirra eru rættiliga lítil við undir 50 veljarum, soleiðis sum hetta yvirlitið vísir: Árnafjørður (35), Bøur (44), Dalur (38), Elduvík (23), Gásadalur (18), Gjógv (38), Hattarvík (16), Hellurnar (23), Hestur (36), Húsar (42), Kirkja (22), Mikladalur (44), Mykines (myndin) (16) og Svínoy (42). Eitt minstamark má setast Í einum svari frá deildarstjóranum í Innlendismálaráðnum, Hilmari Høgenni (sí grein niðanfyri) verður víst á, at løgtingsvallógin ikki gevur møguleika fyri hesum. Hilmar vísir á, at spurningurin, hvørt eitt val kann metast at vera loyniligt tá valstaðið er lítið, var viðgjørdur í tí broytingaruppskotinum til løgtingsvallógina, sum altso fall burtur tá løgtingsvalið varð útskrivað. Í hesum varð annars skotið upp, at onki valstað kundi hava færri enn 10 veljarar. Hetta er ikki nakað høgt tal, og tað er ivasamt um tað tryggjar at valið er loyniligt. ­ Tveir møguleikar kunnu hugsast sum loysn: Tann fyrsti er, at áseta eitt minstamark fyri, hvussu fáar veljarar eitt valstað kann hava. ­ Hin er, at atkvøðurnar skulu savnast í størri eindir áðrenn tær verða taldar, vísti Hilmar Høgenni á. Selatrað við sínum 73 veljarum verður nú niðurlagt sum valstað. – Hetta verður gjørt av praktiskum orsøkum, sigur borgarstjórin Malena Thomasen Mynd: Jens Kristian Vang Orðaskiftið um tey smáu valstøðini hevur verið frammi við ávísum millumbilum. Spurn­ ingurin hevur verið, um hesi valini hava verið loynilig Valskipan Snorri Brend Í Útoyggjafelagnum hava tey eisini verið greið um henda veruleikan, og hava tí beinleiðis tikið málið upp við myndugleikarnar – í hesum føri Innlendis­ málaráðið. Formaðurin í felagnum, Óla Jákup úr Dímun sendi eitt bræv til landsstýris­ mannin í útjaðaramálum um hetta álvarsmálið fyri tey smærru valstøðini. Her heitti hann vegna felagið á, at valúrslitini frá teimum smæstu val­ støðunum ikki vórðu kunn­ gjørd hvørt sær, men at skipa soleiðis fyri, at hesi vórðu løgd saman. ­ Hetta kundi verið gjørt annaðhvørt við at leggja tey saman við úrslitinum frá fleiri smáum valstøð­ um, ella einum stórum val­ staði í økinum, áðrenn tað varð almannakunngjørt, vísti Óla Jákup á. Loyniligt val Formaðurin í Útoyggjafel­ agnum vísti í, at øll val eiga at verða persónlig og loynilig, men at fleiri val­ støð eru so smá og hava so fáar veljarar, at hetta ikki letur seg gera. ­ Tá úrslitini frá teimum smæstu valstøðunum verða almannakunngjørd, er lítil og eingin trupulleiki at finna út av, hvat hvør einstakur veljari hevur valt. Hetta er sera óheppið, tí veljarin á henda hátt ikki kann sigast av hava møguleika fyri loyniligum vali, vísti hann á. Hetta kann føra við sær, at veljarin ikki kennir seg frítt stillaðan, tá hann skal velja, og kanska kennir seg noyddan at velja ímóti síni sannføring. Og Óla Jákup leggur síð­ ani álvarsamt aftrat: ­ Velj­ arar á teimum smáu val­ støðunum vita at siga frá, at teir eru lagdir undir trýst og ákoyringar frá val­ evnum, tá valúrslitini eru almannakunngjørd! Útoyggjafelagið hevur fingið fleiri áheitanir av útoyggjunum og teimum smáu plássunum um at virka til at fáa hetta broytt beinanvegin. Ætlanin var at fáa hetta gjørt longu til hetta løg­ tingsvalið, men so varð kortini ikki, sum víst verð­ ur á aðrastaðni á síðuni. Velja ímóti síni sannføring ” Veljarar á teimum smáu valstøðunum vita at siga frá, at teir eru lagdir undir trýst og ákoyringar frá valevnum, tá val­ úrslitini eru almannakunngjørd (Óla Jákup úr Dímun, Útoyggjafelagið)” Tað vísir seg, at nógv fólk á Selatrað kort­ ini skulu út á Strendur í tí dagliga (Malena Thomsen, borgarstjóri, Strendur)