týsdagur 5. februar 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 25 - 5. februar 2008
Ummæli
Pætur Marjunarson Dahl
post@sosialurin.fo
Við
nýggja
filminum,
”Eingin kann gera tað per
fekta”, ið varð frumsýndur
í farnu viku, setur Katrin
Ottarsdóttir hol á eina
spennandi dokumentartrio
logi, har hon, við einum
fílmstóli á økslini, roynir at
lýsa tilveruna hjá trimum
ymiskum listarfólkum. Í
”Eingin kann gera tað per
fekta”
er
tað
føroyski
myndahøggarin Hans Pauli
Olsen, ið loyvir Katrini (og
okkum øllum) at fáa eitt
innlit í sítt familjulív og sín
listaheim. Serliga er tað
síðstnevndi heimur, ið film
urin fyriheldur seg mest til.
Handan listarliga
tjaldið
Hans Pauli Olsen er lista
fólk við stóra L. Ongin ivi
um tað. Og júst hesa sann
roynd eydnast tað Katrin
Ottarsdóttir at lýsa til fulnar.
Vit sleppa at síggja, hvussu
Hans Pauli Olsen arbeiðir
sum menniskja og sum lista
fólk. Og meðan vit fylgja
honum frá byrjan til enda í
eini av hansara verkætlan
um, fáa vit rættliga fitt av
viðmerkingum, hugleiðing
um og vanligum smápráti
við á vegnum. Frá teimum
høgt flúgvandi listarligu
hugleiðingunum
til
tær
mest banalu fíggjarligu við
merkingarnar, verður ein
heildarmynd sett fram av
einum myndahøggara, ið
hevur bæði beinini á jørðini.
Í einum klippi hoyra vit
Hans Paula tosa um inspira
tionskelduna hjá sær, Rod
in, og um sínar royndir við
abstraktari list. Í næsta klip
pi kjakast hann dúgliga við
konu sína (Hjørdis Haack),
um hvussu óførur hann er
at dustsúgva ella ei. Vit sígg
ja tað drúgva og nágreiniliga
arbeiðið við eini standmynd,
har
ein
uppslúktur
og
fokuseraður Hans Pauli kel
ar fyri tí minstu detaljuni,
og løtu aftaná, síggja vit
hann og ein flytimann royna
at rokna út, hvussu hann
skal fáa allar sínar stand
myndir inn í ein kontainara.
Við øðrum orðum verður tú
boðin inn handan tjaldið,
har tey vanligu gerandisting
ini viga minst líka nógv,
sum tað listarliga.
Mótsøgnin
Hetta samspælið millum
listina og gerandisdagin
gevur hyggjaranum ein for
kunnugan
møguleika
at
síggja mótsetningarnar og
komplementærelementini
innan listina, eitt nú millum
form og innihald; surrealis
mu og realismu og ikki
minst ímillum idealismuna
og tað ítøkiliga skapið. Ser
liga hetta síðsta er eitt aftur
vendandi evni hjá Hans Pau
la, og samstundis eisini tað,
ið heitið á filminum sipar
til – at gera tað perfekta.
Tað er ein sonn fragd at
síggja og hoyra, hvussu
Hans Pauli forklárar og lýs
ir sítt megin ”paradoks”
(um man kann kalla tað
tað?). Hans Pauli játtar seg
til realismu, men samstundis
noktar hann at geva sína
standmynd til eina reina
endurspeling av veruleikan
um. Standmyndin skal ikki
verða ein perfekt eftirlíkn
ing. Sum hann sjálvur tekur
til, ”hon skal ikki gerast
liðug, man skal stegða áðr
enn”. Og so nakrar minut
tir aftaná hoyrir man Hans
Paula paradoksalt siga, ”nú
er hon liðug!”.
Ein tann mest áhugverdi
parturin er í byrjani á film
inum, tá Hans Pauli er í
ferð við at seta upp til eina
fernisering. Hann stendur
ikki og stjórnar onnur
arbeiðsfólk aftur og fram,
sum
tann
stereotypiski
listarmaðurin ”eigur” at
gera. Nei, Hans Pauli stend
ur við uppsmoygdum erm
um og og sveitta á pannuni
og forklárar púra róliga,
hvussu einføld hansara list
Eingin kann
gera tað
perfekta
Katrin Ottarsdóttir hevur ikki gjørt tann
perfekta dokumentar-filmin við filminum
”Eingin kann gera tað perfekta” um mynda-
høggaran Hans Paula Olsen. Til tess vant-
ar eitt neyvari fokus. Hinvegin fáa vit eitt
forkunnugt innlit í listarligu strembanina
eftir perfektiónini
”
- Ein standmynd skal ikki gerast
liðug – man má steðga áðrenn, sigur
myndahøggarin, Hans Pauli Olsen, í
filminum
Tvídrátturin
millum idealismu
og ítøkiliga
listarliga skapið
rennur sum ein
reyður tráður
gjøgnum filmin
Vindmyllur órógva
Tað hóvar ikki bretsku verjuleiðsluni, at
orkumyndugleikarnir hava ætlanir um at útbyggja
vindorkuna í stórum, tí verjuleiðslan vil vera við,
at vindmyllur órógva radararnar hjá verjuni.
Alment sigur verjuleiðslan, at hon hevur einki
ímóti vindorku, men at tað er neyðugt at hugsa
seg um, áðrenn vindmyllurnar verða settar upp.
Sum skilst kunnu vindmyllur gera, at radararnir
hava truplari við at avdúka óviðkomandi flogfør.
Klaksvíkar Havn nýggja heimasíðu
Síðstu tíðina hava umboð fyri Klaksvíkar Havn, Miðlan og Cre8 ment eina
nýggja heimasíðuloysn fyri Klaksvíkar Havn. Burturúr arbeiðinum er komin ein
dagførd kunning um havnarviðurskiftini, og sum tekur støði í alheimsgerðini.
Teksturin er á enskum og hetta er tilvitað. Tað verður mett at verða av stórum
týdningi at kunningin úteftir er á enskum máli. Harvið kunnu útlendsk ferðaskip
og farmaskip, ið koma higar lættari fá viðkomandi kunning. Á síðuni síggjast
m.a. myndir av Klaksvíkar havn, kort yvir atkomu og veðurlíkindini í Klaksvík.
Tað er eisini ein tíðindabreddi á forsíðuni.