týsdagur 5. februar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 25 - 5. februar 2008
í roynd og veru er. Og tó
ikki! Tí so við og við verða
fleiri listarlig ástøði og hug-
leiðingar borin fram, ið
hava lyndi til at mótsiga
sær sjálvum. Hetta ger bert
filmin meir áhugverdan.
Og hesar mótsøgnir játtar
Hans Pauli seg eisini til, tí
listin er ikki nakar Sannleiki
men heldur á tremur við
mótsøgnum.
Sum
dømi
kanst tú bert nýta Hans
Paulasa egna ástøði, har
hann tilvitað steðgar at evna
sína standmynd til, áðrenn
hon líkist veruleikanum, tí
so líkist hon meira veru-
leikanum, enn veruleikin
sjálvur.
Manglandi fokus
Hetta er alt sera áhugavert
og spennandi. Men til tíðir
kennist tað eins og tú ikki
ordiliga veitst, hvørjum tú
fylgir við í. Krossklippingin
av familjuni, modellinum
og arbeiðsgongdini ørkyml-
ar til tíðir meira, enn hon
vegleiður hyggjaran. Hetta
er synd, tí tað, sum gongur
fyri seg á skýggjanum, er
ómetaliga áhugavert. Tað er
heilt týðiliga eitt heildarpor-
tret av Hans Paula, sum
Katrin er ígongd við, og
ikki bert eitt portrett av
Hans Paula sum listamanni.
Men hetta riggar ikki heilt.
Ynski um at fáa familjuna
uppí myndina av Hans Pau-
la verður fangað ímillum
ov lítið og ov nógv. Ov
nógv, tá man spentur fylgir
Hans Paulasa strevan eftir
forminum og hugtakinum,
ið hansara standmynd skal
hava. Og ov lítið, tá tú týði-
liga saknar eina heildarmynd
av familjuni í endanum av
filminum. Tað virkar, sum
um Katrin Ottarsdóttir hev-
ur roynt at fáa alt við, men í
somu roynd tíverri missir
heildina. Tann, til tíðir,
vánaliga ljóð- og mynda-
góðskan ger tað eisini tor-
ført at fylgja við. Hetta er
spell, tí kamera-arbeiðið
hjá Katrin er sera gott, ser-
liga tá hon er saman við
Hans Paula úti í framsýning-
arhøllunum. Her vísir hon
veruliga, hvat hon dugir.
Ov fitt
Ein onnur avleiðing av vant-
andi fokuseringini er longd-
in á filminum. Spælitíðin er
85 minuttir, og kundi hetta
verið væl styttri. Tí, sum
filmurin heldur fram, verð-
ur tað meira ein staðfesting
av tí sama, enn ein nýggj
útvikling, ið verður greinað.
Her vantar filmurin eisini
eitt sindur meira kant!
Okkurt, sum rykkir í teg,
uttan at tú beinanvegin er
klárur yvir, hvat tað er. Nak-
að, sum ikki verður borðreitt
beint framman fyri nøsini á
tær, men sum liggur fjalt
undir yvirflatuni og materi-
aliserar seg til síðst. Tíverri
er ynskið um at lýsa tann
”nakna” veruleikan (at vera
ein fluga á vegginum), ikki
nóg mikið til at leita longur
niður
í
veruleikan
og
avdúka hann í hesum føri-
num. Filmurin er heilt ein-
falt ov fittur við síni evni.
Á sama hátt, sum Hans Pau-
li sjálvur ígjøgnum allan
filmin kritiskt fyriheldur
seg til sínar standmyndir,
so saknaði undirritaði okk-
urt rátt element í filminum,
har tú verður kroystur at
fyrihalda teg meira kritiskt
til tað, tú hyggur at.
Oddafólk
Alt hetta er tó lítið, í mun
til tað ótrúliga arbeiði og
avrik, ið ”Eingin kann gera
tað perfekta” er. Serliga, tá
tú hugsar um umstøðurnar.
Einsamøll og bert við ein-
um filmstóli hevur Katrin
fylgt Hans Paula i næstan
eitt heilt ár, og hevur hegnis-
liga klippt (sæð burtur frá
omanfyri nevnda kritikki)
og lagt hetta til rættis, so vit
øll sleppa at luttaka í kreati-
vu
arbeiðsgongdini
hjá
Hans Paula Olsen. Hetta er
eitt sera áhugavert og til tíð-
ir undirhaldandi portræt av
einum listarfólki, ið eg feg-
in mæli fólki til at fara at
hyggja eftir. Við ”Eingin
kann gera tað perfekta”
markerar Katrin Ottardóttir
seg enn einaferð sum eitt av
oddafólkunum innan føroys-
ka filmsheimin.
Hans Pauli Olsen er
listafólk við stóra L
og báðum beinum á
jørðini
Við einum fimstóli á økslini hevur Katrin
Ottarsdóttir fylgt myndahøggaranum,
Hans Paula Olsen, í út við eitt ár í nýggja
filminum ”Eingin kann gera tað perfekta”
Tað er ein sonn
fragd at hoyra og
síggja Hans Paula
Olsen forklára sítt
meginparadoks
sum listamaður
Keypa nýggjar tyrlur
Grønlendska flogfelagið Air Greenland hevur gjørt av at
keypa fimm nýggjar tyrlur til sína flúgving. Tríggjar tær
fyrstu koma um tvey ár og tær seinastu í 2012. Tyrlurnar
eru av slagnum AW139, sum bretska-italska verksmiðjan
Agusta Westland ger, og tær koma ístaðin fyri verandi
tyrlurnar, sum Air Greenland nú hevur av sløgunum Bell
222 og S-61. Air Greenland roknar við at brúka 400 mió.
krónur til tyrludeildina tey næstu árini.
Bátarnir takast uppaftur
Sjónin var øgiliga sum møtti bátaeigarunum í Skálavík
eftir herviligu ódnina í farnu viku. Allir høvdu teir fingið
skaða ella vóru soknir. Sambært heimasíðuni bkv.fo
skilst, at í góðveðrinum í morgun var farið undir at taka
allar hesar bátarnar uppaftur.