Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 25 - 5. februar 2008 Sosialurin Kyndilsmessulandsstýrið Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Niels Mortensen niels@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Tað mundi koma óvart á mong, tá løgmaður brádliga slepti gomlu ABC samgonguni og royndi nakað heilt nýtt og øðrvísi. Eftir eina turbulenta viku kundi løgmaður so kunngera samgonguna millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin. Samgongan telur 17 av 33 tingfólkum tvs. minst møguliga meirilutan. Hon fevnir eisini um tríggjar flokkar, ið eru rættiliga ymiskir. Nettupp tí eru mong ørkymlað og spyrja, hvussu hesir so ymisku flokkar kunnu samstarva og reka politikk saman í sátt og semju! Tað vil tíðin so vísa. CHE hevur kunngjørt sítt rættiliga orðríka sam- gonguskjal, sum í høvuðsheitum byggir á meiri samhaldsfesti, sjálvbjargni og vælferð. Vit fara at greina skjalið nærri í komandi oddagreinum. Mong spyrja, hví løgmaður vrakaði ABC møguleikan. Var tað tí at Javnaðarflokkurin kendi seg detta niður imillum tveir borgarligar flokkar? Var tað tí at løgmaður vildi royna nakað nýtt? Var tað tí, at nýggi Laksáfossvongurin í Sambandsflokkinum gjørdi lívið ov súrt fyri løgmann og hansara fólk? Javnaðarflokkurin var stóri taparin á valinum. Tí má viðurkennast, at løgmaður hevur dugað væl at telva fyri í heila tikið at kunna halda fram. Men spurningurin er hinvegin, um løgmaður hevur selt seg ov dýrt. Javnaðarflokkurin hevur fingið sítt hjartamálsøki, heilsu- og sosialmálini, men hetta er eisini tyngsta økið. Víst varðveitir flokkurin løgmanssessin, men hvat er eftir í løgmansráðnum, tá øll uttanríkismálini eru flutt til nýggja uttan- ríkismálaráðið, ið Tjóðveldi skal umsita? Tað sær ikki mætari út enn, at løgmaður hevur tømt løgmansembætið og skal formaður Javnaðarfloksins skal standa á odda fyri einum løgmansráð, ið als eingi mál hevur at umsita? Sum vit duga at síggja er bert samskipandi leikluturin eftir umframt eftirlitið við landsstýrismonnum. Hetta gevur ikki nógv rúm fyri politiskum initiativum ei heldur markeringum. Flokkur løgmans hevur so eisini fingið løgmálaráðið, ið ikki kann sigast at vera tað mest spennandi ráðið, serstakliga eftir, at kommunumál eru flutt til Fíggjarmálaráðið. Hetta kann merkja, at samgongan sum frálíður verður Javnaðarflokkinum dýrgoldin. Tjóðveldi hevur fingið posa og sekk umframt buktina og báðar endarnar! Flokkurin fær um- framt Uttanríkisráð eisini Vinnumálaráðið, Fiski- og Tilfeingismálaráðið og Mentamálaráðið. Har- aftrat tingformannin, Miðflokkurin fær Fíggjarmála- ráðið og týðandi formansessir í tingnevndum. Tað er so eisini ein sannroynd, at Tjóðveldi gjørdist nógv størsti flokkur. Tað verður áhugavert at fylgja við, hvussu mót- polarnir í føroyskum politikki, Jóannes Eides- gaard og Høgni Hoydal fara at roynast sum samstarvspartnarar. Somuleiðis hvussu hesir tríggir so ymisku flokkarnir fara at sampakka. Her kann uttan iva nógv gott spyrjast burtur úr, verða orð gjørd til veruleika. Men hvussu og ikki, so verða tað búskaparligu útlitini, sum fara at gera av, hvat CHE samgongan megnar at vísa í verki. Framtíðin er bjørt, segði nýggja landsstýriskvinn­ an í ferðslumálum, Bjørt Samuelsen, í lýsingum sínum uppundir valið. Men fyri ferðslutrygdina er framtíðin alt annað enn bjørt – hon er nevniliga svørt Hóast tað ferð aftan á ferð er gjørt vart við, at ferðslu­ vanlukkur eru størsta hóttanin ímóti fólkaheils­ uni, er ikki eitt orð at finna um ferðslutrygd í sam­ gonguskjalinum. Í londunum rundan um okkum, hevur tað tikið sína tíð at fingið politikarar at fata, hvussu nógv ferðslan í veruleikanum krevur. Men so við og við, hava flestu lond tikið hetta í fullum álvara og hava sett sær fyri at gera alt, sum gerast kann, fyri at koma hesum vanda til lívs. Tí var tað serstakliga skuffandi at síggja, at ikki eitt einasta orð er nevnt um ferðslutrygd í samgongu­ skjalinum. Eg hevði veruliga vænt­ að, at tað fór at verða øðr­ vísi, nú fleiri kvinnur vóru við í samráðingunum. Men so varð ikki. Púra ørt Tað er skelkandi, tí tað sig­ ur eitt sindur um hugburð­ in hjá teimum, sum taka avgerðir í Føroyum , tá um ferðslutrygd ræður. Og ivaleyst er tað hug­ burðurin, vit hava til ferðslutrygdina, ið er orsøkin til, at vit missa nógv fleiri lív í ferðsluni enn grannalond okkara. Løgmaður hevur nýtt milliónir av krónum upp á eina visjón, sum skuldi gera Føroyar til mest fram­ komna land. Men enn doyggja fleiri fólk í ferðsluvanlukkum í Føroyum, enn í nøkrum av hinum Norðurlondunum. Ein av orsøkunum til hesa syndarligu støðu er vant­ andi vilji frá politiskari síðu at taka ferðslutrygdina í álvara Grannalond okkara hava satsað nógv á øllum økjum fyri at økja um ferðslu­ trygdina, og tað hevur eis­ ini givið úrslit. Men her hjá okkum verður ikki gjørt nóg mikið við ferðslutrygdina – og tað sæst tíverri aftur í syndarligu og álvarsligu ferðsluvanlukkunum. Eiðasørt Hyggja vit inn á heimasíð­ urnar hjá stjórnarráðunum í okkara grannalondum, er eingin endi á øllum tí skrivaða tilfari, ið finst um ferðslupolitikk. Raðfestingin av ferðslu­ trygdarpolitikkinum í Føroyum er langt aftanfyri tað, sum vit vita um í okkara grannalondum. Gera vit ikki nakað veru­ ligt við hetta, kunnu vit gloyma alt um at sammeta okkum við onnur fram­ komin lond. Saman við Heimsbankan­ um hevur WHO latið gera eina felagsfrágreiðing um ferðslu. Í henni verður staðfest, at av øllum tí, ið vit hvønn dag hava við at gera, er ferðslan tað mest fløkta og vandamiklasta. Frágreiðingin leggur dent á, at hættislig ferðsla og vegir eru ein álvarslig hóttan fyri fólkaheilsuna og framgongdina í øllum heiminum. WHO og Heimsbankin vísa á, at talið á skaddum í ferðsluni ikki kann góðtakast. Eg haldi, at tað er upp á tíðina, at eisini føroyskir politikarar taka sær um reiggj og gera nakað veru­ ligt við ferðslutrygdina í Føroyum. At enda vil eg ynskja Bjørt Samuelsen hjartaliga tillukku við landsstýris­ sessinum. Eg seti mína vón og álit á, at landsstýris­ kvinnan fer at raðfesta ferðslutrygdina munandi hægri enn undanfarnu landsstýrismenn hava gjørt. Framtíðin bjørt – ferðslutrygdin svørt RÚNA SIvERtSEN Tað hevur verið sera stutt­ ligt at fylgt við hesum mongu ymisku typunum, sum Leivur tosaði við sunnukvøld. Í dag eri eg komin at kenna øll møgu­ lig fólk, eg ongantíð havi sæð ella hoyrt um fyrr. Er eri blivin meira errin av at vera føroyingur aftan á at hava fylgt við Leivsjov. Managerarin hjá Eivør, ein prest úr Klaksvík, ein bedeman, fleiri sera skemtiligar persónar og so nakrar sera ídnar persónar í vinnulívinum, ein orginal úr Suðuroy osv osv. At síggja hvussu rík vit eru viðvíkjandi skapandi fólki á øllum møguligum økrum hevur verið einastandandi stuttligt. Allar møguliga typur hevur Leivur borðreitt við til stóra gleði fyri okkum sum elskaðu Leivsjov! Eg komi at sakna Leivsjov, tí at har kom eg at hitta fólk sum eg ongantíð havi sæð fyrr á ein sera livandi hátt. Bert ein stutt tøkk fyri sendingina Leivsjov SÍMIN ÓSÁ