Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 5. februar 2008 13 S eint í september mánaði 2007 boðaði Jóannes Eides­ gaard, løgmaður, frá, at Føroya Landsstýri hevði sett nevnd at gjøgnumganga alla føroyska lóggávu. Hetta fyri at kort­ leggja, hvørjar lógarbroytingar eru neyðugar fyri at kunna seta nýggja ST-sáttmálan um javn- rættindi fyri fólk við breki í gildi í Føroyum. Danir hava skrivað undir sáttmálan og hava sett nevnd at gjøgnumganga sína lóggávu fyri at vita, hvørjar lógarbroytingar eru neyðugar fyri at liva upp til sáttmálan. Tá ein tíðarætlan er løgd fyri, hvussu tað arbeiðið skal gerast, kann sáttmálin verður settur í gildi. Føroya Landsstýri hevur fingið eygleiðara við í danska bólkin. Boðini frá løgmanni vóru góð tíðindi fyri fólk við breki, tí bæði MBF og Javni høvdu heitt á hann um at taka neyðug stig til, at sáttmálin kann setast í gildi í Føroyum, samstundis sum hann verður settur í gildi í Danmark. Føroyar hava ikki egnan limaskap í ST, og tí verð­ ur tað Danmark, sum setur sáttmálan í gildi. Ynskja Føroyar ikki at vera við, kann Danmark taka fyrivarni, so sátt­ málin ikki fevnir um Føroyar. Ynskiligt er tó, at ikki er neyð­ ugt við fyrivarni, men at sáttmálin kemur í gildi í Føroy­ um samstundis sum í Danmark. Søgan Tá heims felagsskapurin Sam­ eindu Tjóðir (ST), var stovnað­ ur eftir 2. heimsbardaga, varð ein heimsyvirlýsing um manna­ rættindi gjørd og samtykt 10. des. 1948. Henda heimsyvir­ lýsing ásetur, at tey rættindi, ið nevnd eru í yvirlýsingini, eru galdandi fyri øll fólk uttan mun til fólkaslag, átrúnað, kyn, tjóðskap ella politiska hugsjón. Men onki verður sagt um brek­ að. Tað ganga mong ár afturat, áðrenn fólk við breki í heila tikið verða nevnd í einum almennum mannarættindaskjali. Tað verður ikki gjørt fyrr enn í Wien­yvirlýsingini frá 1993. Her verður staðfest, at mannarættindi galda fyri øll menniskju, eisini tey við breki – tey ófullføru. Longu í 1987 royndi Italia at fáa gongd á arbeiðið at gera ein ST­sáttmála um fólk við breki, men fekk ikki undirtøku. Svøríki royndi aftur í 1989 við sama úrsliti. Kortini setti hetta gongd á nakað, og í 1994 gav ST út »Fyrimyndarreglur um at útvega javnlíkar møguleikar fyri fólk, ið bera brek« sum Føroya Landsstýri hevur fingið týtt og givið út á føroyskum (Almanna­ og Heilsumálaráðið, (1999) 2004) Hetta eru ikki bindandi, men bert vegleiðandi reglur. Tá Meksiko í 2001 tók málið upp aftur, bar til. Árið eftir setti ST­aðalfundurin ein arbeiðsbólk at arbeiða við málinum. Tað var New Zealendski ambassadørur­ in John Don MacCay, sum við eldhuga og dugnaligum diplo­ mati megnaði at leiða henda arbeiðsbólk gjøgnum átta fundir næstu árini, til hann í august 2006 kundu leggja eitt uppskot fram, sum semja var um. John Don MacCay vísti seg at vera ein meistari í at finna semjur og byggja brýr tvørtur um stórar mentanarligar, sosial­ ar, tjóðskaparligar og átrún­ aðarligar munir. Eftir fimm ára arbeiði, sum er rættiliga skjótt í hesum høpi, var uppskotið samtykt á ST­aðalfundinum 13. desember 2006 Sáttmálin Hvat er so innihaldið í hesum nýggja ST­sáttmálanum. Ikki óvæntað arbeiðir sáttmálin út frá tí hugsan, at eitt brek ikki bara er ein spurningur um ein­ staka persónin, men um hansara møguleikar í samfelagnum, hann er í. Um øll dugdu tekn­ mál, var tað ikki so stórt brek at vera deyvur, til dømis. Um tað slapst alla staðni við koyristóli, var tað ikki so darvandi brek at vera bundin at koyristóli. Hvussu darvandi brekið er, veldst í stóran mun um, hvussu samfelagið er lagað til tørvin. ST­sáttmálin skilur millum politisk og borgarlig rættindi øðrumegin, sosial, fíggjarlig og mentanarlig rættindi hinumeg­ in. Tá eitt land setur sáttmálan í gildi, skulu politisku og borgar­ ligu rættindini vera í lagi. Hetta fevnir um grundleggjandi rætt­ indi, eitt nú rætt til at vera partur av politiska og almenna lívinum, talufrælsi, ikki­dis­ kriminatión, javnrættindi fyri lógini, persónligt frælsi v.m. Hesi rættindini áttu ikki at volt trupulleikar í Føroyum. Tá tað kemur til sosialu, fíggjarligu og mentanarligu rættindini, fáa øll lond eina hóskandi skiftistíð at fáa hesi viðurskifti upp á pláss. Her snýr tað seg um skúlagongd og víðari útbúgving, atgongd til arbeiðsmarknaðin, til at taka lut í mentanar­, frítíðar­ og ítróttartilboðum, herundir eisini ferðing og ferðavinnu. Her verður ivaleyst neyðugt at tillaga lóggávuna á ymsum økjum fyri at liva upp til ST­ sáttmálan. Men her krevst ikki, at alt verður broytt eftir einum degi. Í staðin skulu myndug­ leikarnir, tá teir seta sáttmálan í gildi, hava lagt eina ætlan um, hvussu hetta skal gerast yvir ávíst áramál. Hvussu langt hetta áramál er, verður mett í mun til fíggjarligu korini í landinum sum heild. Tað er ikki órímiligt, um eitt nú Eritrea og Uganda fáa nøkur ár meira enn Føroyar til hetta arbeiðið. Longu undirskrivingardagin, 30. mars 2007, skrivaðu 81 av ST­lima­ londunum undir sáttmálan og bundu seg harvið seg til at seta hann í gildi, teirra millum øll Norðurlond og øll ES­lond og ES sum samtak. Nú hava 123 lond skrivað undir sáttmálan, og 14 lond hava sett hann í gildi. Tað er hugvekjandi, at Jamaica var fyrsta land at seta sáttmálan í gildi. Umframt sjálvan sáttmálan er ein ískoytis­ protokol, sum 69 lond hava skrivað undir, teirra millum Ísland, Svøríki og Finnland, men ikki Danmark og Noreg ­ vegna iva um, hvussu onkur grein skal tulkast. Innilhald og eftirlit Eg skal stutt gjøgnumganga innihaldið í sáttmálanum. Flestu greinar byrja við, at »Staturin skal taka hóskandi stig til at tryggja...«. Í summ­ um førum er útgreinað, at »Stat­ urin skal taka øll hóskandi løg­ frøðilig, fyrisitingarlig, sosial, útbúgvingarlig og onnur stig til at tryggja... « Eftir ein inngang, verður í fyrstu trimum greinu­ num ásett endamál, definitiónir og meginreglur. Fjórða grein ásetur, hvørjar skyldur eitt land átekur sær við sáttmálanum: at taka øll hóskandi og neyðug stig til at tryggja, at áseting­ arnar í sáttmálanum verða virdar og settar í gildi í landi­ num og arbeiddar inn í heim­ liga lóggávu. Greinirnar fimm til 17 snúgva seg í stóran mun um javnrættindi fyri lógini, um virðing, trygd og frælsi. Grein­ irnar 18. til 27 viðgera meira ítøkilig viðurskifti sum bústað, skúla og arbeiði. Seinastu greinarnar taka saman um. Tá eitt land hevur staðfest sáttmálan og soleiðis sett hann í gildi í landinum, hevur hetta landið samstundis bundið seg at halda sáttmálan og yvir eitt ávíst tíðarskeið at dagføra alla lóggávu, so hon samsvarar við sáttmálan. Við jøvnum millum­ bilum skal hvørt land sær gera eina lýsing av støðuni og gongdini. Henda lýsing verður send eini altjóða eftirlitsnevnd, sum eisini kann koma á vitjan. Eftirlitsnevndin kann ikki noyða eitt land at gera ávísar broytingar, men kann heita á myndugleikarnar um at gera ábøtur á ávísum økjum. Vanliga fylgja fjølmiðlarnir væl við, hvat ST­nevndin sigur um einstaka landið, og tryggja soleiðis, at málini verða fylgd upp. Hesin háttur verður nýttur til aðrar ST­sáttmálar og tykist vera væl brúkiligur. Ongi nýggj rættindi Tað er rætt at undirstrika, at hesin nýggi ST­sáttmálin um javnrættindi fyri fólk við breki ikki innførir nøkur nýggj mannarættindi. Tey rættindi, ið verða nevnd, eru bert rættindi, sum frammanundan eru ásett í øðrum mannarættindasátt­ málum og yvirlýsingum. Sátt­ málin skal als ikki geva fólki við breki nøkur serrættindi, men bert tryggja teimum javn- rættindi. Hesin sáttmálin gjøgnumgongur nøkur sam­ felagsøki og greinar út, hvussu javnrættindi mugu tryggjast á ymsum økjum. Onkur kann so spyrja, um tørvur er á enn einum manna­ rættindasáttmála fyri fólk við breki, tá tey eru tryggjað við Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008? Send eina grein til dorit@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er millum 8.000 og 10.000 tekn og skrivað í essay stíli Biddari ella borgari Um ST-sáttmálan um javnrættindi fyri fólk við breki Næstu ferð: Sølvi Reinert Hansen: Føroyar og Olympisku Leikirnir tíðargreinin Óli Wolles, studentaskúlalærari og næstformaður í Javna Framhald á næstu síðu Tíðargreinin