Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 25 - 5. februar 2008 Tíðargreinin … Biddari ella borgari vanligu mannarættindayvir­ lýsingunum? Svarið er avgjørt eitt ja. Formliga eiga tey at vera tryggjað, men veruleikin er ein annar. Vit kunnu tí heldur venda spurninginum við: Um tey við breki eru tryggjað í galdandi mannarættindayvir­ lýsingum – og hetta sæst aftur í heimligu lóggávuni – so kostar tað onki at vísa umheiminum, at vit ynskja at hava okkara viðurskifti í lagi! Skuldi tað hinvegin víst seg, at onkur lóg er, ið ikki gevur teimum við breki somu rættindi sum øðrum, so er tíð uppá at gera nakað við hetta. Tá er hetta eitt kærkomið høvi at gera neyðugu broytingarnar. Eisini í Føroyum So kann onkur siga, at her hjá okkum er støðan hampiliga góð – tað er verri í øðrum heims­ pørtum. Tað er púra rætt! Tað er verri í øðrum heimspørtum, tíverri. Men sáttmálin leggur ikki upp til, at støðan skal vera eins í øllum heiminum – tað er órealistiskt – men at hvørt land tryggjar, at tey við breki fáa somu rættindi sum aðrir borg­ arar í sama landi! Og tað er ikki órealistiskt. Tvørturímóti halda flestu okkara helst, at tað er sjálvsagt. Tað merkir eisini, at so hvørt sum livikor sum heild batna í einum landi, eigur sam­ felagið at taka neyðug stig til, at eisini tey við breki fáa lut í hesi framgongd. Sum nevnt hevur løgmaður boðað frá, at nevnd er sett at fyrireika hetta arbeiði, so sátt­ málin kann setast í gildi í Føroyum. So er at vóna, at nýggja landsstýrið fylgir hesum upp og ger sítt ítasta fyri at gjøgnumganga alla lóggávu, so vit vita, hvørjar broytingar eru neyðugar fyri at seta sáttmálan í gildi. Tí hesin sáttmálin hevur alstóran týdning fyri at bøta um støðuna hjá fólki við breki, so tey ikki longur eru biddarar, men borgarar. Klára vit sum samfelag ikki tað, er tað samstundis ein ásannan av, at vit heldur ikki liva upp til gomlu ST­yvirlýsing­ ina um mannarættindi frá 1948. Og enn verri: so ætla vit okkum tað heldur ikki. Men kann eitt Norðurland anno 2008 bjóða sínum borgarum tað? - og 200 milliónir í eyka- skatti til palleba orsakað av óneyðugum yvirtøk- um. Ein javnaðarflokkur, sum er skrædnaður í límingini – heldur politiska útsølu í CHE samgonguni. Eg havi upp í saman gjørt javnaðarveljarum greitt, at tann flokkur tey hava hildið verið ein sam­ bands/javnaðarflokk als ikki er tað, ­ hann var tað kanska einaferð, men ikki longur. At flokkurin nú er yvir­ tikin av fullveldisfólki er sjón fyri søgn. Har er ong­ in samríkissinnaður ting­ limur eftir, jú kanska ein vilstur Gerhard. Tey lyfti sum Javnaðar­ flokkurin gav javnaðar­ veljarum og restini av før­ oyingum í valstríðnum við skrivi í hvørt hús beint undan valinum, var, at ongin blokkniðurskurður skuldi fremjast, tí nú var tað vælferðin og bleyt virði sum skuldu í hásætið. At flokkurin so er drigin eftir oyrunum og hevur hildið útsølu til samráð­ ingarnar við H & E má verða beiskt at slúka. Tjóð­ veldi kann vera væl nøgt, teir hava fingið alt teir hava peikað á. Løgmaður samráddist uttan vilja til skilagóðar loysnir Hvat ger man ikki fyri ein løgmanssess og eina loys­ ingarsamgongu?? Jú man samráðist ½ tíð (frá 10­10.30 til ca. 17) við teir flokkar sum vístu einum álit og lótu løgman hava samráðingarrættin, og so í “nattens mulm og mørke” leggur man sam­ gonguætlanir við øðrum flokkum, ­ sera framtíðar álitisvekjandi má sigast. Beinleiðis rokning upp á 200 mill til føroyska skattgjaldaran Nú hevur Jóannes Eides­ gaard selt út av løgmans­ embætinum – hann vil jú sita sum løgmaður fyri einhvønn prís og kostnað­ urin er: Eitt úttømt løgmans­ embæti og 200 milliónir í yvirtøkum. Uttanríkismálini og menningarhjálpina o. a. undir ráðnum, hevur hann latið fult og heilt upp í hendurnar á Høgna Hoy­ dal. Man selur síðan rætt og slætt sína politisku sál, ­ fyri umleið 200 milliónir í yvirtøkum og løgmans­ embætið. Sambandsflokkurin vildi hava ábyrgdarfullan fíggjar- og búskapar- politikk førdan Vit (Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin), sum fyrst samráddust við Javnaðar­ flokkin, vildu heldur enn at tosa um at skerja blokkin, hvørt ár seta pening í ein vælferðar og sjálvbjargnis­ grunn, ­ men tá vildi Javn­ aðarflokkurin ikki verða við, tí hetta skuldi kosta vælferð bleiv sagt!! Vit í Sambandsflokki­ num vildu hinvegin tryggja framtíðar vælferðina og pensjónir, við seta pening til síðis, alt meðan vit arbeiða við at fáa fleiri vinnulig inntøkubein at standa á fyri at røkka størri fíggjarligum sjálvbjargni, hetta við m.a. at gera eina ítøkiliga vakstrarstrategi­ men tað vildi føroyski socialdemokratiski Javn­ aðarflokkurin ikki, trúgv tí hvør ið vil. Minka vælferðina við 200 milliónum Nú velja teir ístaðin at minka um vælferðina hjá føroyingum við 200 milli­ ónum hvørt ár eftir hetta 4 ára skeiðið, um teir sleppa at sita so leingi, ­ og koma harvið at leggja enn størri byrðar á føroyska skatt­ gjaldaran. Ein skal hava í hugað at útyvir hesar 200 milliónir­ nar sum verða skerdar (minni fruminntøka pr. ár), so skulu vælferðarátøk innan skúlar, skúlabygg­ ingar, útbúgving, heilsu­ verk, almannaverk og sosialmál fremjast fyri milliardir, so kravið til inntøkur til landskassan er metstórt, vit hava snøgt sagt brúk fyri hvørjari krónu. Løgmaður skyldar okk­ um at greiða frá, hvar hann ætlar at finna fígging fyri CHE ætlanunum og hvussu hann kann skerja blokkin við 200 milliónum, men ikki hevði ráð saman við A & B at seta millum 80 og 150 mill kr. um árið ístaðin í ein vælferðar og sjálv­ bjargnisgrunn? Teir peng­ arnir blíva ikki burtur, men standa á konto í Lands­ bankanum. Floskulkent og lítið ítøkiligt samgonguskjal uttan serligan substans Hyggur tú í samgongu­ skjalið, so er trupult at fáa eyga á hvussu komast skal til størri inntøkur fyri land­ ið, ­ annað enn uppaftur meira skatt á vinnu og privatfólk við hampuligari inntøku, kapitalvinnings­ skattin, (kanska ognarskatt hvør veit, hóast ikki bein­ leiðis nevnt ?) . Teir ætla at skaffa betur marknaðaratðgongd gjøgnum tey 4 frælsini, men aftra seg hinvegin við at lata upp fyri útlendskari arbeiðsmegi? Hvar er logikkurin? Teir tosa framvegis um EFTA, ­ sum er og verður “a dead duck” og so gransk­ ing sum tann “heilaga gralin” til allar framtíðar loysnir ­ sera sera visjónert má sigast. Teir vilja hava alt teir kunnu fáa frá ES og gagn­ nýta hetta sambandsríkið fult út við sínum møgu­ leikum, men vilja onki geva ­ alt vald til Føroyar siga teir á uttanríkispolit­ iska økinum. Í Føroyum skulu einans rættir føroy­ ingar ráða, ­ sikken ein naivitetur má sigast. Jú víst eru teir bæði visjónerir og altjóðagjørdir við slíkum dunnuhyljahug­ burði í 2008. Teir hava ivaleyst við vilja gloymt verandi truplu støðuna hjá skipaflota okk­ ara og virkjunum á landið, sum fleiri eru í trupulleik­ um fíggjarliga. Teir hava heldur ikki lagt sær í geyma at oljuprísurin væntandi verður 150 dollar­ ar fyri tunnuna í nærmastu framtíð og at fiskiflotin tá er í enn størri trupulleikum enn í dag, ­ hvørjar loysnir hava teir uppá hesar trupul­ leikar? Retoriskt vælvaldu floskl­ arnir í hesum samgongu­ skjalinum eru lítið nýtiligir tá á stendur, tað fáa allir føroyingar at síggja. Vælferðin er ikki komin av sær sjálvari – hon er komin í einum góðum ríkis­ felagsskapi saman við okk­ ara virðismiklu arbeiðs­ megi á sjógvi og landi, gloymið ikki tað tit loysing­ arfólk. Hasin løgmanssessurin bleiv Føroya fólkið kostn­ aðarmikil og innanholaður at enda. Tømdur løgmanssessur løgtingsmaður, Vágur Johan Dahl TÍÐARPRINSAR jøtunkranar sunnan fyri Elbtunnel í Hamburg við gulum grindalokka­beinum og gløðandi marsmanna­høvdum soskaptir lakka okkara innovativu metroseksuellu tíðarprinsar andlitsleys egghøvd við Brecht­stapum og ossetiskum kakulakk­mustasjum og við “konseptum” og “synergieffektum” og “branding” og “boom” sum fleyra móti bleikum vestalinnum sveipt í veikan ammoniak­ráka eins og guva úr rotnum jakslum eftir skúla banka aðalráða forstjóra meginnevnda lystiligu løgarsteinum fruktum sum falla á ásettum tíma úr snykutum fingrum sum útblástir eggjakoppar So I turned into a sty And laid me down among the swine Hanus Kamban Tá tjóðarsemjur skulu skapast Skal tað eydnast at gera avtaluna í samgongu­ skjalinum til veruleika og veruliga skapa tjóð­ arsemju um tilfeingis­ politikkin, fiskivinnu­ politikkin, krevst politiskur stabilitetur, álit á skipanina og at einstaklingar, feløg og stovnar hava álit á leiðini ætlanin er at ganga. Tjóðarsemjan, sum skal byggja á yvirordnaða prinsippið um, at tilfeingið er ogn Føroya fólks, tryggjar at sølur av loyvum og døgum fara fram yvir ein almennan fiskidaga­ og loyvisbanka, eina til­ feingisbúð, at rætturin til tilfeingi verður varðveittur á føroyskum hondum, og at føroyska fiskiveiðan fer fram á burðardyggum grundarlag og harvið fær altjóða góðkenning. Stóra politiska takið verður at skapa álit millum partarnar sum skulu gjøgnumføra tjóðarsemjuna. Tað verður Føroya Løgting sum hevur endaligu avgerðina, men tað verður landsins leiðsla sum skal slóða fyri lyftunum í samgonguskjalinum. Hvussu hetta arbeiðið verður sett í verk, kemur at hava avgerandi týdning fyri endaliga úrslitið. Tað krevst eitt opið sinni, eitt óendaligt tol og stór diplomatisk evni at gjøgnumføra hesa verkætlan. Bert tíðin kemur at vísa um sitandi samgonga megnar hesa uppgávu. heiDi Petersen