Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 25 - 5. februar 2008 … Prát við praktikantar úr Vágs skúla Mánakvøldið 4. februar var ferðaleiðarakvøld í Miðla­ húsinum í Vágsbotni. Tað var føroyska ferða­ skrivstovan ”Tora Tourist Traffic” og ferðaleiðara­ skúlin ”Service & Co” í Barcelona sum skipaðu fyri tiltakinum. Súsanna Gunnarsson frá ferðaleiðaraskúlanum ”Ser­ vice & Co” greiddi frá um skúlan í Barcelona, sum fleiri føroyskir næmingar hava gingið á. Eisini greiddu fleiri fyrrverandi næmingar frá um tað at vera føroyskur næmingur á skúlanum. Ferðaleiðaraskúlin ”Ser­ vice og Co” upplærir ferða­ leiðarnar til tey størstu og mest væl umtóktu ferða­ liðini í øllum Skandanavia. Súsanna sigur, at føroyingar hava góð kort á hondum, og teir eru væl umtóktir sum ferðaleiðarar, teir duga væl tey skandanavisku málini og kunnu tosa við øll og skilja danskt, norskt og svenskt, og tað er ein fyri­ munur hjá teimum stóru ferðaliðunum. Súsanna vitjar í hesum døgum á ymiskum skúlum kring landið og kunnar um hvørjir møguleikar føroy­ ingar hava sum ferðaleiðarar. Í sínum starvi hjá ferða­ leiðaraskúlanum í Barce­ lona, hevur Súsanna síðan juli 2007 arbeitt á skrivstov­ uni hjá Service & Co. í Århus. Áhugaðir føroyingar kunnu tí venda sær til skriv­ stovuna og fáa upplýsingar á føroyskum á tel. +45 70211222. Upplýsingar eru at finna á heimasíðuni: www.guide.fo. Eisini ber til at senda spurningar til: info@service-co.dk, har svar fæst innan 48 tímar. mg Føroyingar væl umtóktir sum ferðaleiðarar Ferðaleiðarakvøld í Miðlahúsinum. Súsanna frá ferðaleiðaraskúlanum »Service & Co« greiðir frá Føroyingar sum hava gingið á ferðaleiðaraskúlanum í Barcelona f.v.: Elin Bærentsen, Barbara Joensen, Tórur D. Djurhuus, Magnus D. Madsen og Maibritt Magnussen Skandinaviskir ferðaleiðarar hjá Service & Co, f.v.: Anna úr Svøríki, Súsanna úr Norra/Føroyum og Pauline úr Danmark Súsanna tosar við næmingar á Føroya Handilsskúla í Havn, har hon greiddi frá ferðaleiðaraskúlanum fyri yvir hundrað næmingum Praktikantar Olivia B. Tausen og Selma Poulsen Hvussu eita tit? Vár Vestergaard og Bar­ bara Finnbogadóttir Jensen. Hvar eru tit í starvsvenj- ing? Í Drotning Ingridar M. barnagarði. Hvat hava tit gjørt hesar dagarnar? Spælt við børnini, gingið túr, tekna, spælt sjónleik og mála tunnur og klipt grýlu­ skortar, nú tað stundar mótur føstulávint. Hvussu dámar tykkum og hvat er tað besta tit hava gjørt? Okkum dámar ógvuliga væl og alt hevur verið gott. Er hettar nakað tit høvdu vilja gjørt í framtíðini? Vár: Ja, møguliga. Bar­ bara: Nei, ikki heilt, men mær dámar væl her. Hvar ætla tit tykkum næstu ferð? Tað fer tíðin at vísa. Vit vita ikki enn. Barbara Finnbogadóttir Jensen og Vár Vestergaard nøvn