týsdagur 5. februar 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 5. februar 2008
17
tíðindi
Nú nýtt landsstýrið
varð skipað í gjár,
eru aftur stórar
broytingar á tingi
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Sjey av teimum átta lands
stýrisfólkunum eru vald á
ting og sambært nýggju
stýriskipanarlógini skulu
tey leggja niður sæti á tingi,
tá tey taka við einum lands
stýrissessi.
Løgmaður og Hans Pauli
Strøm søgdu sínar tingsessir
frá sær leygardagin, tá ting
ið varð sett. Fyri teir á ting
komu næstu fólkini á lista
num hjá Javnaðarflokkinum,
Andrias Petersen í Gøtu
(270 atkvøður) og Eyðgunn
Samuelsen í Klaksvík (256
atkvøður).
Á næsta tingfundi, sum
verður fríggjadagin, fer Hel
ena Dam á Neystabø at
leggja tingsessin frá sær, og
fyri hana kemur á ting triðji
eykamaðurin hjá Javnaðar
flokkinum, Mikkjal Søren
sen í Porkeri (247 atkvøð
ur).
Tjóðveldið fær eisini trý
nýggj fólk á ting fyri Høgna
Hoydal, Tórbjørn Jacobsen
og Bjørt Samuelsen. Fyri
tey koma á ting Páll á Reyn
atúgvu á Sandi (330 atkvøð
ur),
Heidi
Petersen
í
Vestmanna (305 atkvøður)
og Olga Biskopstø í Gøtu
(255 atkvøður).
Tjóðveldið fær eisini ein
nýggjan fólkatingslim, nú
Høgni Hoydal fer í lands
stýrið, og verður tað Annita
á Fríðriksmørk, sum skal
umboða Tjóðveldið á Fólka
tingi. Men Annita skal í
barnsburðarfarloyvi í næsta
mánaði, og verður tað tískil
Sjúrður Skaale, sum sleppur
at royna seg á bonaðu gólv
unum í Keypmannahavn.
Sjúrður Skaale hevur fyrr
starvast sum skrivari hjá
Norðuratlantsbólkinum so
hann kennir til fólkatingsar
beiði.
Men Sjúrður verður valla
so drúgvur á Christiansborg.
Annita á Fríðriksmørk sig
ur, at hon fer í farloyvi tá
hon skal eiga í mars, men
hon ætlar sær at taka sæti
aftur, tá Fólkatingið kemur
saman í oktober.
Fólkatingið fer vanliga í
summarfrí á grundlógardeg
num 5. juni og kemur ikki
saman aftur fyrr enn fyrsta
týsdag í oktober. So Sjúrður
Skaale fær bert tríggjar
mánaðir í fólkatinginum.
Næstur á listanum hjá
Tjóðveldisflokkinum er nú
Finnur Helmsdal (217 at
kvøður). Honum unnist ikki
fast sæti á tingi hesaferð,
men boð verða uttan iva eft
ir honum. Tá Annita á Fríðr
iksmørk fer í barsil, fær
Finnur Helmsdal fast sæti í
løgtinginum, men tað verð
ur helst bert fram til ólav
søku. Hesa tíðina verður so
Olaf í Garði Joensen á Eiði
(176 atkvøður) varafólk á
tingi og hann kemur uttan
iva á ting, meðan Sjúrður
Skaale er burtur í fólkatings
arbeiði.
Av tí at fjóðri landsstýris
maðurin hjá Tjóðveldinum
óvæntað ikki var úr ting
manningini, endaði Finnur
Helmsdal uttan fyri tinggátt
ina hesaferð. Hansara leik
lutur er at verða fyrsti eyka
maður fyri øll tey átta tjóð
veldisfólkini, sum nú sita á
tingi, og tað fer uttan iva at
geva honum nógvar tingdag
ar serliga nú Føroyar eru
eitt valdømi og tí, at brúk
verður fyri øllum teimum
17
atkvøðunum
hjá
samgonguni í flest øllum
málum.
Næst
Finni
Helmsdal
koma Olaf í Garði Joensen
og Óluvá Klettskarð.
Sekstan nýggj fólk á tingi
Jacob Vestergaard, 870
atkvøður
Fólkaflokkurin
Jørgen Niclasen, 617
atkvøður
Fólkaflokkurin
Anfinn Kallsberg, 550
atkvøður
Fólkaflokkurin
Annika Olsen, 520
atkvøður
Fólkaflokkurin
Jákup Mikkelsen, 437
atkvøður
Fólkaflokkurin
Jógvan á Lakjuni, 417
atkvøður
Fólkaflokkurin
Poul Michelsen, 341
atkvøður
Fólkaflokkurin
Magni Laksáfoss, 979
atkvøður
Sambandsflokkurin
Kaj Leo Johannesen, 642
atkvøður
Sambandsflokkurin
Bjørn Kalsø, 557 atkvøður
Sambandsflokkurin
Edmund Joensen, 469
atkvøður
Sambandsflokkurin
Alfred Olsen, 417 atkvøður
Sambandsflokkurin
Johan Dahl, 377 atkvøður
Sambandsflokkurin
Rósa Samuelsen, 314
atkvøður
Sambandsflokkurin
Gerhard Lognberg, 595
atkvøður
Javnaðarflokkurin
John Johannessen, 287
atkvøður
Javnaðarflokkurin
Katrin Dahl Jakobsen, 283
atkvøður
Javnaðarflokkurin
Andreas Petersen, 270
atkvøður
Javnaðarflokkurin
Eyðgunn Samuelsen, 256
atkvøður
Javnaðarflokkurin
Mikkjal Sørensen, 247
atkvøður
Javnaðarflokkurin
Kári á Rógvi, 572 atkøvður
Sjálvstýrisflokkurin
Kári P. Højgaard, 292
atkvøður
Sjálvstýrisflokkurin
Annita á Fríðriksmørk, 616
atkvøður
Tjóðveldi
Bergtóra Høgnadóttir
Joensen, 481 atkvøður
Tjóðveldi
Sjúrður Skaale, 416
atkvøður
Tjóðveldi
Heini O. Heinesen, 415
atkvøður
Tjóðveldi
Hergeir Nielsen, 352
atkvøður
Tjóðveldi
Páll á Reynatúgvu, 330
atkvøður
Tjóðveldi
Heidi Petersen, 305
atvøður
Tjóðveldi
Olga Biskopstø, 255
atkvøður
Tjóðveldi
Bill Justinussen, 573
atkvøður
Miðflokkurin
Jenis av Rana, 504
atkvøður
Miðflokkurin
Tordur Niclasen, 123
atkvøður,
Miðflokkurin
Nýggja landsstýrið: Karsten Hansen, Tjóðveldi, Tórbjørn Jacobsen, Tjóðveldi, Kristina Háfoss, Tjóðveldi, Høgni Hoydal, Tjóðveldi, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Javnaðarflokkurin, Helena Dam á Neystabø,
Javnaðarflokkurin, Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi og Hans Pauli Strøm, Javnaðarflokkurin. Øll landsstýrisfólkini, uttan Kristian Háfoss, sum ikki stillaði upp til løgtingsvalið, eru vald í løgtingið - og skulu tí leggja
tingsessirnar frá sær