týsdagur 5. februar 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 5. februar 2008
21
tíðindi
Bátsmanshúgvan við pailletunum, sum
veruliga er vorðin eitt hitt her heima í vetur.
À mótashowinum var tað tó eitt mannfólk,
sum var í henni. Her eisini við eini vælsitandi
hvítari stúku
Tað, at Guðrun hevur sniðgivið uttan at
hugsa um praktisku dimensiónina prógvar,
at hon er ein sniðgevi við altjóða máti,
staðfestu viðmerkjararnir hjá Rás2
Tveir av japonsku innkeyparunum saman við Guðrun Ludvig í
Mullers Pakkhúsi
Martin Jørgensen, maður Alexandru Prinsessu, var eisini
komin til Føroya við leigaða flogfarinum. Her sæst hann drekka
sjampagnu við føroyskari rabarbusaft saman við tveimum
donskum sniðgevum
Lotte Freddie, sum her tosar við Jón Brian Hvidtfeldt, er
ein mótaguru í Danmark. Tað, sum henni dámar, verður
góðtikið, og tað, sum henni ikki dámar, hevur nærum
ongan møguleika at sláa ígjøgnum. Tíbetur hevði hon bert
positiv orð um tiltakið hja G&G
Sabine Poupinell er eitt kent navn
innan danska mótaheimin. Guðrun
Ludvig hevur arbeitt hjá henni í
Keypmannahavn. Hon segði seg vera
sera erna av tiltakinum, sum G&G
høvdu fingið uppá beinini
Teitur sang fyri gestunum
vesturi í hangarinum,
og Uni Debes stóð fyri
tónleikaliga partinum í
Müllers Pakkhúsi
Sum vera man vóru Guðrun og Guðrun bæði glaðar og vælnøgdar eftir fantastiska flotta showið
mánadagin. Øll reistust at klappa, og tær vórðu klappaðar út av »pallinum«
Í MÜLLERS PAKKHÚSI UNDAN MÓTASHOWINUM: