týsdagur 5. februar 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 25 - 5. februar 2008
Vinnan
Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag
– eisini aðrar dagar
Uttanlandssigling
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Summarferðaætlanin
hjá
Smyril Line verður borin í
hvørt hús týskvøldið í
næstu viku.
- Okkara útboð vendir
sær serliga til familjur, sum
við egnum bili ynskja at
vitja í okkara grannalondum,
til pør, sum ferðast og vilja
uppliva okkurt saman – og
til einstaklingar, sum vilja
koma sær á eina ferð út um
landoddarnar, sigur sølu-og
marknaðarstjórin.
Njótið frælsið
Aftur í summar hava føroy-
ingar høvi at vitja í Íslandi,
Skotlandi, Noregi og Dan-
mark, eins og útlendingar
hava høvi at vitja okkum –
ella onnur ferðamál, sum
Smyril Line hevur í sínari
vøruskrá.
- Pakkið bilin í túninum,
takið alt við, sum tykkum
nýtist á ferðini, koyrið
umborð á Norrønu, hugnið
tykkum í vælsignaðum friði
og farið so frísk og væl
hvíld í land. Koyrið hagar,
tit vilja, og steðgið har, tit
vilja – og koyrið so víðari,
tá ið tit vilja.
Soleiðis ljóðar teksturin á
einum av fyrstu síðunum í
blaðnum, sum skjótt verður
borið í hvørt hús.
Og lagt verður aftrat:
- Njótið frælsið, ið kemst
av at ferðast í egnum bili –
og njótið at sleppa undan at
dragsa kuffert, tinganest og
lutir aftur og fram úr Føroy-
um.
Í ferðaætlanini hómast
eisini eitt pinkalítið ”prik”
til kappingarneytan í luftini,
Atlantsflog:
- Tykkum nýtist ikki at
stúra fyri, at okkurt liggur
eftir – hvørki á út-ella heim-
ferð. Við Norrønu fáa tit alt
við!
Nógv spyrja
Eitt er sjálv summarferða-
ætlanin hjá Norrønu, sum
byrjar um hálvan juni og
sjálvandi hevur alstóran
áhuga millum føroyingar.
Annað er so tað, sum liggur
uppaftur nærri – páskatúr-
arnir.
- Fólk eru langt síðan
farin at spyrja eftir páska-
túrunum, sum eru sera væl-
umtóktir,
sigur
sølu-og
marknaðarstjórin.
Hann vísir á, at Norrøna
fer í dokk í Hamburg um
miðjan februar, har stabili-
satorarnir, sum fórust ringa
túrin í november, skulu um-
vælast. Skipið fer tá fyrsta
túrin úr aftur Føroyum 28.
februar í vanligari sigling
millum Føroyar og megin-
landið.
- Vit hava havt nakrar
óvanligar avbjóðingar sein-
astu tíðina, og hetta hevur
skapt ein ávísan ótryggleika
um okkara siglingarætlan
Smyril Line brynjar seg
til
Sosialurin hevur vitjað inni á gólvinum hjá Jákupi Sverra Kass, sølu-og marknaðar-
stjóra á Smyril Line. Vit hava tosað við hann um páskatúrar, summarferðaætlan og
um Norrønu, sum eitt nú er umbygd til betur at nøkta tørvin hjá ferðafólki
- Vit hava broytt fráfaringar-og komutíðir,
soleiðis at føroyingar ikki longur nýtast at fara
upp á miðjari nátt. Vit hava soleiðis fingið meira
”luft” í ferðaætlanina, sum eisini verður til bata
fyri tey ferðandi, sigur sølu-og marknaðarstjórin
á Smyril Line, Jákup Sverri Kass
Mynd: Vilmund Jacobsen
SUMMARSIGLING