Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 vinnan Nr. 25 - 5. februar 2008 Betri eftirlit við Statoil Í Noregi hevur olju- og orkumálaráðharrin, Aslaug Haga, gjørt av, at StatoilHydro skal hava eigarafund fýra ferðir um árið. Statoil hevði slíkar fundir hvørt ár, til felagið bleiv lutvíst einskilt í 2001. Síðani hevur eingin tílíkur fundur verið fyrr enn í gjár. Aslaug Haga sigur við NTB, at eftir hennara tykki eigur tað politiska valdið at vera umboðað á eigarafundi í StatoilHydro minst fýra ferðir um árið, tí tað er umráðandi við almennum eftirliti, sigur hon. Aslaug Haga vil hava eftirlit við StatoilHydro (Mynd: Nordlys) Náttúrufelag ivast Grønlendska Náttúru- og Umhvørvisfelagið er ikki ímóti ætlanini at byggja eitt stórt aluminiumsvirki í landinum, men Jesper Guldager Labansen, formaður, heldur, at myndugleikarnir hava dekan ov stóran skund við at geva tey neyðugu loyvini. Hann sigur við útvarpið í Nuuk, at tað eru bara tvey ár, síðani málið kom fram, og at higartil hevur tað verið torført at fáa eina heildarmynd av ætlanini og ikki minst møguligum avleiðingum. fram til 28. februar. Vit hava bílagt eitt heilt nýtt sett av stabilisatorum, sum ætlandi verða settir í skipið í november í ár. Jákup Sverri sigur, at tey, sum ætla sær ferðir til Noregs og Danmarkar um páskirnar – og tey, sum kundi hugsað sær skíferðir til Noregs eftir 28. februar, verða soleiðis ikki órógvað av, at skipið fer í dokk um hálvan februar. - Íslandssiglingin hjá Norrønu verður tó ikki uppafturtikin fyrr enn 31. mars, leggur hann aftrat. Sølu- og marknaðarstjór- in sigur, at stórur áhugi er fyri páskatúrunum, og fólk fara vanliga av landinum vikuna fyri páskir. - Hetta eru í stóran mun familjutúrar, har fólk van- liga eru burtur í 10 dagar tilsamans. Umbyggingar Tað var í oktober í fjør, at Norrøna seinast var í dokk í Hamburg, og skipið var júst komið úr aftur dokkini, tá ið Norrøna rendi seg í hervi- liga illveðrið 11. november. - Í heyst umbygdu vit alla buffe’ina og handilin við tollfríu vørunum, so úrvalið nú er størri, bæði av góð- gæti, luktilsi, gávulutum og ymiskum drykkjuvørum. Vit hava eisini gjørt klárt til pizzaria uppi á sóldekkinum, sum letur upp, tá ið summ- arsiglingin byrjar. Vit hava fingið ein ovn á sóldekki- num, og vit meta, at hetta fer at gera umhvørvið upp- aftur meira hugnaligt. Jákup Sverri vísir á, at aftur í ár verður tað soleiðis, at børn upp til 12 ár kunnu eta ókeypis á buffe’ini sam- an við vaksnum. - Nú buffe’in er umbygd, hava børnini eisini fingið sítt sjálvtøkuborð – í barna- hædd, sum hann tekur til. Hetta tilboð er galdandi hvørt kvøld við fyrsta borð- hald á páskatúrunum og alla summartíðina. Hann sigur, at Smyril Line eisini hevur gjørt ymiskt fyri at betra um umstøðurnar og hugnan hjá børnunum. - Tey smáu kunnu royna okkara stóra spælipláss við klintriborg, klintrineti, aki- breyt og øðrum. Her hitta børnini sínar javnaldrar og finna nýggj vinfólk. Aftrat spæliplássinum, kunnu børnini eisini fara í biograf ella í svimjihylin, sigur sølu- og marknaðarstjórin. Lagaligari tíðir Jákup Sverri Kass vísir á, at eitt, sum ferðafólk heilt avgjørt koma at merkja, er broytingin í siglingini um summarið. - Vit hava broytt fráfar- ingar-og komutíðir, soleiðis at fólk ikki longur nýtast at fara upp á miðjari nátt. Áður kom Norrøna á Havn- ina klokkan 06. Tá noyddist tú sum ferðandi kanska upp longu klokkan 04, tí tú skuldi vera úti av kamari- num klokkan 05. Longu klokkan 08.30 sigldi skipið aftur, og tá noyddust eitt nú suðuroyingar – um teir skuldu vera vísir í at røkka lopið – at fara frá húsum longu kvøldið fyri. Sølu- og marknaðarstjórin tekur eitt dømi: - Eftir summarferðaætlan- ini fer Norrøna úr Føroyum fríggjamorgun klokkan 11 og kemur til Hanstholm leygardag klokkan 18. Síð- an verður loyst aftur í Hanst- holm leygarkvøld klokkan 22, og tá er skipið aftur í Føroyum mánamnorgun klokkan 09. Hann sigur, at Smyril Line í størst møguligan mun hevur lagað tað so- leiðs, at komur og fráferðir eisini passa betri til før- oyingar í hinum londunum, sum siglt verður til. - Vit hava soleiðis fingið meira ”luft” í okkara summ- arferðaætlan, leggur hann aftrat. Farvæl Hetland Jákup Sverri sigur, at ferða- málini í summar verða tey somu sum undanfarna ár, men í summar verður ikki siglt til Hetlands. Ferðamál- ini eru útbygt við fleiri møguleikum og tilboðum, sum felagið væntar fara at síggjast aftur í summar. - Vit hava sagt ”farvæl” við Hetland – og góðan dag við Skotland, sum er ein nógv størri marknaður hjá okkum – eisini hvat viðvík- ur øðrum ferðandi um Skot- land heim til Føroya og víðari til Íslands. Høvuðs- ferðamálið er tó framvegis Danmark, men vit vænta, at eitt nú Skotlands-siglingin fer at geva eitt uppaftur størri ”útslag” í summar. Hann vísir á, at royndar- siglingin upp á Skotland í fjør summar vísti, at hetta er ein nógv størri og meira týðandi marknaður hjá felagnum. - Í fjør summar bar ikki til at flyta stórvegis góðs millum Føroyar og Skot- lands, og hetta verður helst tað sama í ár. Verandi atløga í Scrabster er ikki egnað til rampan á Norrønu, og tí er bert møguleiki fyri ferða- fólkaflutningi, flutningi av persónbilum og húsvogn- um. Væntandi er tó, at skotar, tá ið teir síggja, at Smyril Line fer at halda upp á Scrabster, við tíðini fara at umbyggja rampan nakað, so flutningur av fiski og øðrum góðsi eisini gerst møguligur. - Føroyingar hava tikið Skotland til sín, men vit fegnast sjálvsagt um tey vinarbond, sum knýtt eru millum føroyingar og het- lendingar, nú Norrøna hevur siglt hagar í fleiri ár. Jákup Sverri sigur, at het- lendingar framvegis eiga 23% av partapeninginum í Smyril Line, og óhugsandi er ikki, at teir við tíðini fara at selja sín part í felagnum. Tey ferðandi Sølu-og marknaðarstjórin sigur, at Norrøna í 2007 flutti fleiri enn 60.000 fólk millum londini. - Vøksturin úr Føroyum var eini 17%, men hóast hetta telja føroyingar ”bert” 30% av teimum ferðandi við Norrønu um árið. Føroy- ingar eru soleiðis teir, sum samanlagt telja størsta prosenttalið, og á øðrum plássi koma týskarar og á triðja og fjórða plássi – og nøkulunda eins í tali – koma norðmenn og danir. Annars er talið av eitt nú hálend- ingum, fransmonnum, italiu- monnum og belgiarum støð- ugt veksandi, leggur hann aftrat. Jákup Sverri Kass sigur, at enn ferðast bretar ikki í ein stórum tali við Norrønu sum eitt nú týskarar, norð- menn og danir, men felagið væntar eina øking, sum tíðin gongur. - Vit kunnu eisini siga, at tá ið talið av bretum enn ikki er so stórt, liggur eitt stórt potentiali í hesum marknaði, sum nú liggur meira opin við siglingini upp á Scrabster. At enda letur sølu-og marknaðarleiðarin okkum vita, at prísirnir á ferðum við Norrønu í summar eru øktir umleið 5% í miðal. - Øllum kunnugt, er oljan vorðin rættiliga kostnaðar- mikil, og tí hava vit faktist lagt eitt lítil oljuavgjald á prísirnar, sigur hann. - Vit hava sagt ”farvæl” við Hetland – og góðan dag við Skotland, sum er ein nógv størri marknaður. Føroyingar hava tikið Skotland til sín, men vit fegnast sjálvsagt um tey vinarbond, sum knýtt eru millum føroyingar og hetlendingar, nú Norrøna hevur siglt hagar í fleiri ár, sigur Jákup Sverri Kass Mynd: Vilmund Jacobsen