týsdagur 5. februar 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
vinnan
Nr. 25 - 5. februar 2008
Hugsar tú um eina
leiðaraútbúgving?
So er MBA avgjørt
ein møguleiki. Nú
vísa kanningar,
at MBA-lesandi
við praktiskum
fortreytum standa seg
betri enn tey, ið hava
bókligar fortreytir
LEIÐARAÚTBÚGVING
Finnur Sivertsen,
búskaparfrøðingur
Business-line.fo
MBA-lesandi eru kend fyri
hava nógvar ymiskar før-
leikar í viðførinum. Nú vís-
ir tað seg, at fólk við prakt-
iskum royndum í mongum
førum klára seg bertri enn
tey, við akademiskum út-
búgvingum.
Leiðarin hjá AVT (Asso-
citation for Visionary Think-
ing) Dan Høyer, sum bjóð-
ar eina hálvt ára leiðaraút-
búgving, CBA, við møgu-
leika at útbyggja til MBA,
hevur gjørt sær tær royndir,
at fólk uttan serliga útbúgv-
ing klára seg betri enn með-
al. Tí kundi hann hugsað
sær at sæð fleiri lesandi, utt-
an akademiska útbúgving, í
sínum floksrúmum.
- Tað er sera harmuligt at
vit ikki hava fleiri lesandi
við praktiskum royndum.
Hjá okkum hava tveir trið-
ingar av studentunum høg-
ar útbúgvingar, men tað
sum stendur í lærubókunum
kemur ofta frá teimum, sum
hava royndir í vinnuni og
duga spinna gull av tí, sigur
Dan Høyer.
Margfeldi avgerandi
Fleiri enn 56% av øllum
MBA lesandi á Handilshá-
skúlanum BI í Oslo eru
antin verkfrøðingar ella
sivilbúskaparfrøðingar.
Kristin Ølberg, ið er leiðari
á MBA-útbúgvingini á BI
hevur eisini bitið merki í, at
studentar við verkligum
royndum standa ikki aftan
fyri tey, ið koma við hægri
útbúgvingum í skjáttuni.
- Tað, ið eyðkennir okk-
ara MBA-lesandi er at tey
hava drúgvar arbeiðsroyndir
og eisini hava fleiri leiðslu-
royndir.
Vit hava sæð at fólk, ið
ikki hava haft serligar út-
búgvingar frammanundan,
hava tikið okkara MBA-
útbúgving við góðum úr-
slitið og hava síðan gjørt
eina góða karrieru, sigur
Kristin Ølberg.
Hon sigur, at tey á Hand-
ilsháskúlanum í BI helst
síggja ein breitt samansettan
skarða av luttakarum til
teirra MBA-útbúgving. Um-
framt búskaparfrøðingar
og verkfrøðingar hava vit
luttakarar úr mongum yrkis-
greinum, t.d. læknar, sálar-
frøðingar, samfelagsfrøð-
ingar, fólk úr verjuni, v.m.,
og vit fáa bert góðar aftur-
meldingar, sigur Kristen
Ølberg.
Eftirspurd
leiðaraútbúgving
MBA leiðaraútbúgvingin á
BI er sera nógv eftirspurd
og áhugin fyri at søkja inn
er ikki minkaður eftir at BI
kom á listan hjá Financial
Times yvir tey 50 bestu út-
búgvingarstøðini í Evropa.
Mest vanliga orsøkin til
at fólk velja at taka eina
MBA útbúgving er tann, at
hetta gevur betri arbeiðs-
møguleikar og at leiðararnir
verða knýttur saman í ein-
um felags netverki. Sam-
stundis er vanliga talan um
eina munandi lønarhækk-
ing.
Meira enn 1000 lærdir
háskúlar runt um í heimin-
um kunnu bjóða sínum les-
andi eina MBA útbúgving
og fleiri enn 100.000 les-
andi kunnu hvørt ár prýða
sítt CV við einum MBA
prógvi.
MBA er ein stytting av
Master of Business Ad-
ministration. Útbúgvingin
tekur 2 ár og er ein yvir-
bygningur til aðrar útbúgv-
ingar ella verkligar royndir,
har dentur verður lagdur á
toppleiðslu í vinnuligari
merking.
MBA-leiðarabúgving
– uttan útbúgving
Heimsins besta
roknskaparúrslit
Toppstjórin Rex W Tillerson í oljufelagnum
Exxon Mobil í Texas, USA, kundi
seinasta fríggjardag leggja fram besta
roknskaparúrslit í søguni: 11,6 milliardir
dollarar fyri 4. ársfjóðing 2007.
ROKNSKAPUR
Finnur Sivertsen, búskaparfrøðingur
Business-Line.fo
Samlaða úrslitið fyri alt árið 2007 gjørdist 40,6
milliardir dollarar, ella góðar 200 milliardir danskar
krónur. Hetta er besta roknskaparúrslitið, ið nakrantíð
er staðfest í søguni.
2,5 ferðir Ísland
Góða úrslitið hjá Exxon Mobil er ein avleiðing av, at
oljuprísurin í fjør gjørdist met høgur.
Úrslitið uppá 200 milliardir kr svarar til børsvirðið á
stóru oljusamtøkunum Norsk Hydro, Orkla og Yara
tilsamans. Men úrslitið svarar eisini til 2,5 ferðir
bruttotjóðarúrtøku Íslands.
Úrslitið í fjør gjørdist betri enn væntað. Serfrøðingar
høvdu frammanundan mett, at partabrævið fór at hækka
1,95 dollarar. Úrslitið gjørdist 2,13 dollarar, skrivar
TDN Finans.
Framleiðslan minkar
Exxon Mobil stríðist sum mong onnur oljufeløg við at
halda framleiðsluni uppi á verandi støði, men hetta
tykist at verða trupult. Í 2007 hevði felagið eina fram-
leiðslu uppá 2.517 milliónir føt um dagin og er hetta ein
niðurgond uppá 0,161 mill. Talan er kortini um eina
størri framleiðslu enn hjá Noregi tilsamans, ið framleiðir
2,2 mill. føt um dagin.
Góða úrslitið fær øði í bila- og húsaeigarar
Góða úrslitið hjá Exxon Mobil skapir sum verða man
gleði hjá eigaraskaranum. Men úrslitið kann eisini vænt-
ast at fáa sinnini í kók hjá hart sperdum amerikanskum
bila- og húsaeigarum, ið halda seg gjalda meira fyri
bensin og olju, enn neyðugt.
Samstundis fer nógva umrøðan av góða úrslitinum
hjá Exxon Mobil aftur at seta eyka lív í tosið um, at
leggja eykaskatt á stóru vinningarnar hjá amerikanskum
oljufeløgunum.
Toppstjórin Rex W Tillerson, í oljufelagnum Exxon Mobil,
kann verða nøgdur: Úrslit 2007: 200 milliardir krónur, ið er
tað besta í søguni.
Kristin Ølberg, ið er leiðari fyri MBA útbúgvingini á
Handilsháskúlanum BI í Oslo staðfestir, at lesandi við
verkligum førleikum standa seg væl.
Funnu gull og kopar
Grønlendska námsvinnufelagið Nuna Minerals boðaði í gjár
frá, at útlitini fyri at finna munandi nøgdir av gulli og kopari í
Qussuuk, sum er einar 60 fjórðingar í landnyrðing úr Nuuk,
eru góð. Ole Christiansen, stjóri, sigur við KNR, at felagið fer
at skipa fyri boringum og øðrum kanningum í ár. Felagið
hevur gjørt elektromagnetiskar kanningar í einum øki við
tyrlu, og myndirnar vísa, at gull er at síggja har, Ole
Chrisiansen við KNR.
Nuna Minerals væntar at finna bæði gull og kopar (Mynd. KNR)