Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-05, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 5. februar 2008 Stutt Sagt Mál um kynsligan ágang Rætturin í skotska býnum Aberdeen skal taka støðu til eitt mál um kynsligan ágang í býráðsumsitingini í býnum. Ein 52 ára gamal maður hevur stevnt býráð­ num, tí hann vil vera við, at hann fekk sekkin, eftir at hann hevði avdúkað, at tvey av starvsfólkunum í umsitingini vóru betur enn væl. Hann greiddi sín­ um stjóra frá tí, sum hann hevði sæð, men tað skuldi hann helst ongantíð havt gjørt. Tí frá tí degi fóru søgur at ganga um, hvussu illa hann sjálvur hevði skikkað sær, og hvussu ágangandi hann hevði verið ímóti fleiri kvinnum í býráðsumsitingini. End­ in varð, at Tom McNeil fekk sekkin, men nú hevur hann stevnt kommununi við kravi um endurgjald. Hann ivast ikki í, at tað var tann kvinnan, sum hann avdúkaði saman við einum manni í umsitingini, sum setti allar søgurnar í gongd. Kjakast um dekk Ein ferðsluvanlukka í Svø­ ríki í síðstu viku, sum kostaði tveimum donskum kvinnum lívið, hevur elvt til orðaskifti í svenskum fjølmiðlum og aðrastaðni. Kvinnurnar vóru í einum donskum bili, sum hevði summardekk. Svensk lóg áleggur svenskum bilum at hava vetrardekk um vet­ urin, men hendan reglan er ikki galdandi fyri út­ lendskar bilar. Tað halda fleiri sviar vera skeivt, og teir krevja nú, at útlendskir bilar komu undir somu reglur sum teir svensku. Umleið 300.000 danir halda vetrarfrí í Svøríki við egnum bili, men minni enn so allir skøða bilarnar eftir umstøðunum. Karl á skíggjan Karl Rove, sum var ráð­ gevi hjá George W. Bush, forseta, hevur nú fingið starv sum viðmerkjari hjá sjónvarpinum Fax. Hann byrjar í dag. Karl Rove, sum er av norskari ætt, varð roknaður sum maður­ in, ið bjargaði Bush valsig­ urin í 2000. Hann fór úr Hvítu Húsunum í august í fjør. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Tvær ferðir havi eg valt Bill til forseta og eina ferð Hillary til senator, men nú velji eg Barrack (Stevie Wonder) útlond Hægstirættur í Iran hevur staðfest, at tvær systrar skulu steinast til deyða, tí tær vóru ótrúgvar Tann 27 ára gamla Zohreh og systir hennara Azar vórðu upprunaliga dømdar at fáa 99 koyrlasløg í part, eftir at ein dómstólur í Tehe­ ran dømdi tær sekar í at hava havt tað, sum rætturin kallaði ”ólógligt samband” við menn. Maður Zohreh var ikki nøgdur við revsingina og gav rættinum eina sjón­ bandsupptøku, sum vísti tær báðar systrarnar saman við øðrum monnum. Tað fekk rættin at taka málið uppaftur, og nú vórðu systr­ arnar dømdar fyri at hava verið ótrúgvar og at verða steinaðar til deyða. Systrarnar játtaðu, at tær høvdu verið saman við øðr­ um monnum, men hildu uppá, at tær høvdu ikki havt nakað kynsligt samband við menninar. Tí gjørdi verji teirra av at leggja mál­ ið fyri hægstarætt, men rætt­ urin hevur nú víst málinum frá sær og hevur sostatt stað­ fest dómin. ­ Hægstirættur hevur stað­ fest, at Zohreh og Azar skulu steinast til deyða, sigur verjin, Jabbar Solati, við iranska blaðið Etemad. Sjálvur heldur hann, at dóm­ urin byggir á sera veikt grundarlag, og hann hevur eisini mótmælt, at systrarnar eru dømdar tvær ferðir fyri tað sama brotsverkið, sum tær eru lagdar undir. ­ Dómarin hevur ikki fingið nøkur løgfrøðilig prógv, sum geva grundarlag fyri steining, sigur Jabbar Solati við Etemad. Frávik sett til viks Eftir iransku revsilógini kann ótrúskapur revsast við steining, men í 2002 kunn­ gjørdi ayatolla Mahmoud Hashemi Shrahroudi, sum tá var ovasti fyri landsins dómstólum, ávís frávik frá regluni um steining. Kortini varð ein maður steinaður til deyða í landspartinum Qaz­ vin í fjør, eftir at rætturin hevði dømt hann sekan í ótrúskapi. Málið vakti stór­ an ans víða um heimin, og fleiri lond mótmæltu revs­ ingini. Iranska revsilógin loyvir deyðarevsing fyri ótrúskap, vápnað rán, rúsevnahandil og onnur lógarbrot, og í flestu førum verða deyða­ dømd hongd á almennum staði. ­ Eg var lærari, og mær dámdi sera væl arbeiðið. Men maður mín noktaði mær at fara til arbeiðis. Hann var sera illgrunasamur og legði meg undir at hava samband við aðrar menn, sigur Zohreh við Etemad. Foreldrini at tí tvey ára gamla dronginum vistu sær eingi onnur ráð, tá eldur kom í íbúðarhúsini í Ludwigshafen Tað var sunnukvøldið, at eldur kom í eini íbúðarhús í týska býnum Ludwigshafen, og eftir lítlari løtu hevði eldurin breitt seg so nógv, at fleiri av teimum, sum inni vóru, sluppu ikki út. Teirra millum, sum vóru avbyrgd av eldinum, vóru eini hjún og tvey ára gamli sonur teirra. Tá foreldrini skiltu, at vindeygað var ein­ asta bjargingin, gjørdu tey av at sleppa soninum av bal­ kongini niður til teir nógvu løgreglumenninar, sum stóðu niðriundir. Fallið var heilar tólv metrar, men tann lítli fekk ongan skaða, tá løgreglumenninir loftaðu honum. Tað er ógreitt, hvussu tað gekst foreldrunum. Elds­ brunin í Ludwigshafen kost­ aði níggju mannalív. Systrar skulu steinast til deyða Sleptu barninum 12 metrar niður fyri at bjarga tí Foreldrini hava júst slept tí tvey ára gamla dronginum (Mynd: AFP) Hendan myndin er frá einum mótmælistiltaki í Bruxelles ímóti steining (Mynd: Reuters) 26