Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-05, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 5. februar 2008 27 Teir demo­krat­ isku veljarararnir í USA hava ein trupulleika: Teir vilja ikki taka dagar ímillum Hillary Clinto­n o­g Barrack Obama forsetaval Árni Joensen arni@sosialurin.fo Nógvir veljarar hjá demo­ kratunum vildu helst slopp­ ið undan at taka dagar ímill­ um tey bæði valevnini, Hillary Clinton og Barrack Obama. Sum eitt nú tann kendi, svarti tónleikarin og sangarin Stevie Wonder. Hann sigur seg hava eina kenslu av, at nakað stórt er í ferð við at henda, og at hann fegin vil gera sítt til, at USA fær ein svartan for­ seta. Men samstundis sum hann stóð á pallinum og eggjaði fólki til at velja Barrack Obama, bað hann Hillary og Bill Clinton um umbering. ­ Tvær ferðir havi eg atkvøtt fyri honum sum for­ seta, og eg styðjaði hana sum senator. Men hesaferð fer mín atkvøða til Barrack Obama, segði Stevie Wond­ er, meðan Michelle Obama, sjónvarpsstjørnan Oprah Winfrey og Caroline Kenne­ dy fagnaðu honum og val­ evninum. Rómurin inni í fundarhølinum gjørdist næstan elektriskur, tá Stevie Wonder fekk mannamúgv­ una at rugga við sær í takt aftur við slagorðinum hjá Obama, ”Yes,we can”. Í tvíningum Tað vóru tó ikki øll í fund­ arhølinum, ið gera sum Stevie Wonder. ­ Tað besta hevði verið, um tey stillaðu upp sum for­ seta­ og varaforsetavalevni, tí so kundu vit fingið bæði tvey, segði eitt av fundar­ fólkunum við Aftenposten. Hon er ikki tann einasti demokratiski veljarin, sum er í iva, og sum kennir seg í einari tvístøðu. Fleiri demo­ kratar hava lítlan hug at velja annað valevnið, tí tað merkir, at teir sleppa hinum. Hinvegin vita teir, at teir kunnu skriva ein nýggjan kapittul í amerikonsku søguni við at velja ta fyrstu kvinnuna ella tann fyrsta svarta mannin til forseta. Demokratiski flokkurin gongur tí í tvíningum, og eitt gott dømi um tað er tann kenda Kennedy­ættin. Ed­ ward Kennedy, senatorur og sonurin Patric styðja Barrack Obama, og tað ger Caroline Kennedy, dóttir John F. Ken­ nedy, forseta, eisini. Ethel Kennedy, einkjan eftir Robert Kennedy, styðjar eisini Obama, men trý av børn­ unum hjá henni og Robert styðja Hillary Clinton. Stavn um stavn Fleiri meiningakanningar, sum eru almannakunngjørd­ ar teir seinastu dagarnar, vísa, at tað verður sera javnt ímillum Hillary Clinton og Barrack Obama í dag. Hinvegin tykist gongdin vera tann sama allastaðni: Tann stóra leiðslan, sum Hillary hevði leingi, er tódn­ að og at er kalla burturi nú. Tað er Obama, sum vinnur fram, meðan Hillary stríðist fyri at varðveita sítt. Ein kanning, sum tíðar­ ritið USA Today hevði í gjár, vísti, at Hillary Clinton fær 45 prosent av atkvøð­ unum í dag, meðan Barrack Obama fær 44 prosent. Washington Post hevði eis­ ini eina kanning. Eftir henni fær Hillary 47 prosent, með­ an Obama fær 43. Loksins hevði sjónvarpið CBS eisini eina kanning. Hon vísti, at tað stendur á jøvnum við 41 prosentum í part. McCain á odda Hjá republikanska flokkin­ um er spenningurin ikki nær námind so stórur sum hjá demokratunum. Í áður­ nevndu kanning hjá USA Todag siga 42 prosent av teimum republikonsku velj­ arunum, at tey fara at atkvøða fyri John McCain. Mitt Romney er væl aftan fyri við 24 prosentum, og Mike Huckabee, sum hong­ ur í enn, fær væntandi umleið 17 prosent. Kann­ ingin hjá Washington Post vísti at kalla tað sama. Stríðið ímillum McCain og Romney er harðnað í seinastuni, so hvørt sum Super Tuesday er komin nærri, og orðaskiftið teirra millum hevur verið rættiliga hvassorðað teir seinastu dagarnar. Men eru mein­ ingakanningarnar eftirfar­ andi, kann tað væl henda, at McCain kann tryggja sær uppstillingina í heyst longu í dag. Men tað hóvar ikki øllum republikanarum, tí fleiri halda tann 71 ára gamla fyrrverandi krígs­ fangan gera ov nógv av viðhvørt. (Kelda: Aftenposten) útlond Super Tuesday sannleikans tími John McCain kann tryggja sær uppstillingina hjá republikanarunum longu í dag (Mynd: AP) Hillary Clinton og Barrack Obama ganga einum spennandi og avgerandi samdøgri á møti (Mynd: AP)