Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-05, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 25 - 5. februar 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Víking­ar í Sarpug­erði Á eykaaðalfundi í gjárkvøldið varð avgerð tikin um, at samanlagda GÍ/LÍF skal eita Víkingur Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan var um uppskot frá Rúna Bjarkhamar, sum einmælt varð samtykt sum nýggja navnið hjá felagnum. Víkingur, sum nýggja felagið altso eitur, fer at spæla sínar heimadystir í Sarpugerði, ið er tann vøllurin, sum kommunurnar vilja syrgja fyri lýkur neyðugu FSF-krøvini. GÍ og LÍF gjørdu her- fyri av at leggja saman í nýtt felag. Og millum fyrstu málini á skránni hava verið nýtt navn og nýggjur spælibúni til felagið. Nú er navnið so funnið, men enn hevur nevndin ikki gjørt av, hvussu spælibúnin fer at síggja út. Á stovnandi aðalfund- inum tóktist semja tó vera um, at litirnir skuldu hvørki verða gulir ella grønir, tí tað er umráð- andi, at felagið fær ein nýggjan samleika, sum ikki er tengdur meira ella minni at GÍ ella LÍF. IL Hødd hug­sar føroyskt Hóast Rógvi Jacobsen enn ikki hevur verið í týð- andi dyst fyri nýggaj fel- ag sítt, so tykjast hesir longu nú hava fingið størri áhuga fyri føroysk- um spælarum. Lokalu miðlarnir í Noreg vita at siga, at Hødd nú hevur í umbúna at hyggja nærri at Kristoffur Jacobsen, sum er systkinabarn hjá Rógva. Kristoffur eigur enn fyrsta A-landsdystin tilgóðar, men fyri KÍ og U21-landsliðið hevði hann fleiri sannførandi avrik í fjør. -mørk Mánakvøldið var seinasta liðið funn­ ið, ið skal spæla hálvfinalu í African Nations Cup. Mest vinnandi tjóðin í hesi kapping, er Egypta­ land, og nú eru teir aftur í hálvfinaluni Fótbóltur Niels Petersen Egyptaland hava enn eina- ferð megnað at spælt seg í hálvfinaluna, og hetta hendi, tá teir í gjárkvøldið vunnu 2-1 móti Angola í seinastu fjórðingsfinaluni. Egyptaland hevur vunnið kappingina heili fimm ferðir, og er tað mest av øll- um, síðan kappinin byrjaði, afturi í 1957, tá júst Egypta- land vóru vertir. Egyptaland við bóltsnill- inginum Mohammed Zidan, ið eitt skifti var at finna í donskum fótbólti, á bonkin- um, komu betur frá byrjan, og tá ein verjuleikari hjá Angola nýtti hondina í egn- um brotsteigi, varð bríkslað fyri brotssparki, og Hosny kundi so lættliga skora við brotssparkinum, og leggja meistararnar frá í fjør, á odda. Tað gingu tó bert tríggir minuttir, áðrenn Manucho javnaði fyri Angola, við ein- um framúrskarandi vinstra- beinsskoti frá brotsteigar- markinum, ið rakti undir tvørstongina og í málið. Men seks minuttir undan steðginum skoraðu Egypta- land aftur, og hesaferð skuldi talan gerast um avger- andi málið. Innlegg kom frá Ahmed Fathi, og tá bólturin slapp at ferðast millum vinir og fíggindar í brotsteiginum, kundi Amr Zaki beina bóltin í málið við økslini, tá hesin kom at standa leysur við handara stólpan. Stórsig­ur til Chelsea-stjørnur Hini liðini í hálvfinaluni eru Cameroun, Fílabeins- strondin og Ghana. Cameroun vann í gjár- kvøldið sína fjórðingsfinalu móti Tunis, men tað tók fast, áðrenn sigurin var heima. Eftir 90 minuttum stóð á jøvnum, men eftir fimm min- uttum av longdu leiktíðini kundi Stephané Mbia senda avgerandi bóltin í kassan. Sunnudagin vunnu vert- irnir úr Ghana á Nigeria við 2-1, og Fílabeinsstrondin, sum verður mett sum ein av favorittunum í kappingini, vann heili 5-0 á Guinea. Chelsea-spælararnir, Didier Drogba og Salomon Kalou stóðu fyri trimum av málun- um hjá Fílabeinsstrondini. Klárt til hálvfinalur Danski landsliðs­ venjarin í fótbólti skal í mars mánaði undirvísa venjarum, sum taka A­venjara­ útbúgvingina hjá FSF Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Á heimasíðuni hjá FSF stendur at lesa, at nýggja A-venjaraskeiðið byrjaði um vikuskiftið. Hetta er aðru ferð, at FSF hevur slíkt skeið. Tað verður eisini avdúkað á heimasíðuni, at danski landsliðsvenjarin í fótbólti, Morten Olsen, verður ein av undirvísarunum á skeiðn- um. Hann skal undirvísa onkran av døgunum millum 10. og 16. mars, og evnið hjá Morten Olsen verður spælistílur. Útbúgvingin fer annars fram í seks pørtum. Fimm ferðirnar eru venjararnir samlaðir, og har av er talan í einum føri um námsferð. Seinasti parturin av skeiðnum er sjálv próv- tøkan, og verður hendan í døgunum 2. til 9. juni í komandi ári. Morten Olsen til Føroya Spælistílur verður á skránni, tá danski landsliðsvenjarin kemur á Føroyavitjan í mars mánaði Mohammed Zidan, sum eitt skifti spældi við FC Midtjylland, hevur gjørt nógv um seg í African Nations Cup. Sjálvasti José Mourinho hevur róst honum til skýggja, og sum tað sæst á myndini, so eru áskoðararnir eisini ovur fegnir um bóltsnillingin Mynd: Polfoto/AP