Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 25 - 5. februar 2008 ] Allan skal venja KÍ Allan Joensen verður nú aftur í KÍ. Hesa feðr sum venjari hjá 1. deildarliðnum.KÍ hevur nú endaliga sett venjarahópin, sum skal taka sær av næstbesta mansliðnum hjá felagnum. Fyrrverandi landsliðsspælarin, Allan Joensen, er nevnliga settur sum høvuðsvenjari hjá liðnum, og afturat sær hevur hann Finn Baldvinsson. Steve Staunton í Leeds United Gary McAllister ljóðaði varin á málinum, tá hann varð spurdur herfyri, um hann vildi fara at taka nakran við sær til felagið, tá hann var almanna­ kunngjørdur, sum nýggjur Leeds venjari. Men tað tykist, sum um at hann ikki tekur sær av løttum, tí tað hendur okkurt nýtt, næstan dagliga í felag­ num í norður Onglandi. Í síðstu viku fór Dennis Wise til Newcastle, sum ítróttarstjóri, og í dag er so nýggjur hjálparvenjari settur eisini í Leeds. Hesin seinasti er eins og Dennis Wise, ein kendur harri í bretska fótbólts­ heiminum. Tað er írin, Steve Staunton, ið á sinni spældi við Liverpool, Aston Villa og Coventry. Eisini hevur hann roynt seg sum landsliðsvenjari hjá heimlandinum eitt skifti. Hóast larmur hev­­ur v­­erið í mong­­um túnum í v­­ikuskiftinum, nú tunnurnar hav­­a fing­­ið toyg­­g­­ið, hev­­ur friður v­­erið á talv­­borðinum Talv Ólavur Simonsen olavur@sosialurin.fo Men ein telvari, ið ofta hevði buldur og larm rund­ an um seg, var Bobby Fish­ er, sum andaðist 17. januar 2008. Unga flogvitið Robert James Fisher varð borin í heim tann 9. mars 1943 í Chicago, Illinois. Fisher hevði eina øgiliga framgongd sum telvari, og longu sum 13 ára gamal gjørdist hann yngsti vinnar­ in av unglingameistaraheit­ inum í USA, og vinningurin var ein skrivimaskina! Løgnir vóru vinningarnir, tí árið eftir vann hann aftur eina skrivimaskinu. Bert 15 ára gamal gjørdist Fisher yngsti stórmeistarin nakrantíð. Eftir hetta vann Fisher næstan alt, ið vinnast kundi, og meðan ratingtalið hækkaði, reyk sjálvsálit hansara eisini upp um skýggini. Hann setti krøv til alt og gjørdi einki, sum hann ikki tímdi. Fisher vann í 1971 á russ­ aranum Mark Taimanov og fekk harvið møguleikan at telva um heimsmeistara­ heitið móti Boris Spassky HM í Reykjavík 1972 Dysturin millum Fisher og Spassky hevði sera stóran týdning fyri amerikumenn og russar. Hetta var júst tann tíðin, har kalda kríggið var í hæddini, og hesin dysturin var eisini eitt slag av sálarligum kríggi millum eystur og vestur. Tað var líka við, at Fisher ikki møtti upp, tí hann var ikki nøgdur við, at dysturin skuldi verða í Reykjavík. Eisini var hann sera ónøgdur við fíggjarligu viðurskiftini. Fisher vann dystin 12½ ­ 8½ eftir 21 talv, og harvið var tað fyrstu ferð í 24 ár, at ein heimsmeistari kom úr øðrum landi enn Sovjet­ samveldinum. Eftir dystin Fisher telvaði lítið, eftir at hann var vorðin heimsmeist­ ari, men hann vísti seg ofta í sjónvarpinum til samrøður. Tá hann í 1975 skuldi verja heimsmeistaraheitið møtti hann ikki, og Anatolji Kar­ pov fekk yvirført heitið. Hann hvarv so, og varð bert sæddur fáar ferðir. Í 1981 varð hann handtik­ in í Pasadena, tí hann pass­ aði til eina lýsing av einum bankaránara. Hann noktaði at svara spurningum, og varð tí settur fastur. Árið eftir gav hann eina grein út við heitinum:”I was tortured in the Pasadena jailhouse”. Her byrjaði sostatt ein hatur móti USA at birtast innan í honum. Tjúgu ár seinni Í 1992, tjúgu ár eftir dystin í Reykjavík, kom hann brádliga fram aftur at telva ein dyst móti Boris Spassky. Hann segði, at hann enn var sitandi heimsmeistari, tí eingin hevði vunnið á honum hesi tjúgu árini. Tað var týðiligt, at Fisher einki vildi hava við USA at gera. Í einari sjónvarpssend­ ing tók Fisher eitt skjal, sum noktaði honum at telva í tí krígsherjaða Jugoslavia, og spýtti á tað. Fyri hetta var hann dómd­ ur 10 ára fongsulsrevsing og eina bót uppá $250.000, um hann kom aftur til USA. Eftir hetta fór Fisher undir jørðina. Fisher gjørdist íslendari Fyri nøkrum árum síðani varð Fisher handtikin í Jap­ an, og avgjørt varð, at hann skuldi útflýggjast til USA. Men íslendingar vildu fegn­ ir hýsa honum, og Fisher gjørdist íslendskur ríkis­ borgari. Sjálvur var undirritaði í Íslandi tann 25. august 2006, har ein fyrrverandi starvsfel­ agi greiddi frá, at hann hevði verið til eina fótbóltskapping saman við nøkrum vinmonn­ um, har teir høvdu vunnið eitt steyp. Á einari matstovu, har teir fóru, møttu teir Fisher og konu hansara. Teir høvdu skemtingarsamir bjóðað Fisher við í veitslu, men teir gjørdist bilsnir, tá Fish­ er fekk sær eitt lítið kjak við konu sína og avgjørdi at koma við teimum. Teir høvdu eitt hugnaligt kvøld saman, har Fisher hevði undirhildið teimum við sínum sermerkta fram­ ferðarhátti. Teir høvdu síð­ ani givið honum steypið, sum hann tók við sær heim. Bert 1½ ár seinni andaðist Fisher. Hann gjørdist 64 ára gamal. Fisher, ein øðrvísi telvari Hóast Fisher kundi vera trupul at fáast við, er hann óivað ein av bestu telvarum, ið heimurin hevur átt. Mynd: Polfoto/AP